hósdagur 8. november 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 130
5
EYÐUN KLAKSTEIN
Í
2017
vórðu
19
fosturtøkur framd
ar í Føroyum. Hetta
er metlágt og ein
fjórðingur av tí, sum var
fyri meir enn tríati árum
síðani.
Tað vísir nýggj uppgerð
hjá Hagstovu Føroya, sum
eisini hevur greinað tølini.
– Hóast tølini eru smá,
og tí kunnu sveiggja nógv
frá einum ári til annað,
er gongdin greið, har
tølini hava verið alsamt
minkandi, eisini tá talið
av fosturtøkum verður
roknað í mun til talið av
livandi føddum, skrivar
Hagstovan.
Í 1980-unum var talið av
fosturtøkum um 80 árliga.
Fyrru helvt av 1990-unum
minkaði tað niður um 60,
seinni helvt av 90-unum
niður um 50, um aldar
skiftið og í nullunum
niður móti 40, og hesi
síðstu árini niður um 30.
Nú er eisini talið av
kvinnum í burðarførum
aldri broytt nógv hesi
árini, eins og føðitalið.
Men eisini tá vit rokna
í mun til føðitalið, er
gongdin tann sama.
Hagstovan skrivar, at
umframt fallið í fostur
tøkutíttleikanum
er
eisini hend ein broyting í
aldursbýtinum av teimum
kvinnum, sum fáa framt
fosturtøku. Fram til 1990-
ini var títtleikin rættiliga
javnur í aldursbólkum
heilt frá 20-ára aldrinum
fram móti 40 ára aldri
num, tó størstur millum
25 og 29 ár.
Hetta broyttist nógv
frá nullunum, har tað
var eitt serliga stórt fall
í aldursbólkinum 25-29
ár. Trý tey síðstu árini
er mynstrið aftur nakað
sum tað var í 1990-unum,
men nógv lægri í øllum
aldursbólkum.
Lægst í Føroyum
Verður talið á fosturtøkum
rokna í mun til talið av
livandi føddum, ber til
at samanbera við onnur
lond. Tá sæst, at í Norður
londum er títtleikin
nógv lægstur í Føroyum:
29 fosturtøkur pr. 1000
livandi fødd í Føroyum. Í
Danmark vóru 264 fostur
tøkur pr. 1000 livandi
fødd. Samanborið við øll
Norðurlond sum heild er
fosturtøkutíttleikin har
eini sjey til tíggju ferðir
so stórur sum í Føroyum,
Grønland undantikið.
–
S a m b æ r t
upplýsingum frá WHO,
heimsheilsustovninum
hjá ST, kunnu vit eisini
samanbera fosturtøkur í
40 europeiskum londum
og USA, roknað sum tal
av fosturtøkum pr. 1.000
livandi fødd. Eisini her er
lægsti títtleikin at finna
í Føroyum, meðan hann
er 7 ferðir hægri í ES sum
heild, 8 ferðir hægri í Ís
landi og USA og 9 ferðir
hægri í Danmark, skrivar
Hagstovan.
FÆRRI FOSTUR
TØKUR Í FØR
OYUM ENN
AÐRASTAÐNI
Seinastu 30 árini er talið
á fosturtøkum í Føroyum
minkað niður í ein fjórðing
Í fjør vóru 19 fosturtøkur framdar í Føroyum, og tað er metlágt
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Petur Hermansen
Hví Miðflokkin:
Liberalisman er nú so altetandi
og ósmæðin, at einki loft ella
veggir eru longur,
hetta er skelkandi !
Hugsa tær, tey halda, at sjálvt
menniskjans kynsligi samleiki
kann veljast eftir ynski.
Sum Bíbliu trúgvandi:
kenni eg meg at hava skyldu at stuðla einum flokki, sum hevur sama
mið og mál sum eg sjálvur.
Ynski:
At børn, ung og vaksin hava bestu umstøður til eitt virðiligt lív og
møguleikar.
At gomul og sjúk verða vird við tign eins og einhvør politikkari, tí so
er lív lagað.
www.midflokkurin.fo
MIÐFLOKKURIN
Á politiskum fundi í Templi
Frelsunarhersins í Oslo
Næstseinasta týskvøld varð formaður Miðfloksins boðin við boðin við
á stórfund í Kristiliga Fólkaflokkinum. Fundurin var í templi
Frelsunarhersins, fleiri hundrað fólk vóru møtt, og kjakið var lívligt.
Hugaligt varð at lýða á, í tríggjar tímar, lærdi nógv og varð hugtikin
yvir støðufesti teirra á nøkrum grundleggjandi økjum, vit hava í felag.
Vit kunnu nevna nøkur teirra:
•
Sorteringssamfelagið (sí niðanfyri)
•
Eggdonatión (at hon, ið eggini ber, altíð er mamman).
•
Reservatiónsrætturin (rættur heilsustarvsfólka, lærara v.m. at bera
seg undan slíkum, sum gongur ímóti teirra sannføring)
•
Ognarrætturin til barnið (foreldranna, ikki statsins)
Sorteringssamfelagið, hvat er tað?
Sorteringssamfelagið letur fostrið vita, at:
•
av tí at tú er so ella so, ber brek, er tvillingur, hevur Down syndrom
ella tíni foreldur eru ikki nóg væl fyri fíggjarliga v.m., so hava vit
ikki brúk fyri tær, einki pláss er fyri tær í Føroyum.
Og so sláða tey hondina av hesum komandi føroyingum, nokta
teimum lívið, ístaðin fyri at bjóða teimum og foreldrunum alla
hugsandi hjálp, áðrenn og eftir barnsburðin.
p.s.: Tú trýr tí neyvan, men íslendski heilsumálaráðharrin hevur boðað
frá einum uppskoti um at broyta markið fyri loyvt fosturdráp frá
núverandi 16. viku til 22. viku.
og
”Norðurlandaráð teirra ungu”, við føroyskari forkvinnu og føroyskari
næstforkvinnu, heitir á Norðurlandaráðið um at noyða Føroyar til
(sokallað frítt) fosturdráp.
Vangamynd
CITAT
“Tá verða tey øks at tagna,
tí tað segði dáin satt:
Hvønn vøkstur Gud hevur fagnað,
og hvør eigur lívsins rætt!”
(Hans Andreas Djurhuus)