hósdagur 8. november 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 130
6
EYÐUN KLAKSTEIN
»Mánadagurin kom. Eg var biðin
um at koma á fund á virkinum.
Tað kendist óveruligt at koma
inn í gongina og upp trappurnar.
Kenslan var, at hetta var fyrstu
ferð, eg fór niðan hesar trappur
nar. Sum at eg hevði droymt um
tær. Gongin fevndi meg ikki, sum
hon hevði fyrr. Eg fór upp í hølið,
eg plagdi at sita í. Tað kendist
kalt. Leiki kom í móti mær. Hann
hevði eitt stórt falskt smíl yvir
alt andlitið. Líka sum Egin. Eg
fekk ilt. Her var eingin ivi um,
hvør hevði valdið.
Vit fóru inn í fundarhølið. Leiki,
Poula, Esther og eg. Leiki byrjaði
nervøst at taka ein rukkutan
seðil úr pappíri í hondina. Teirra
kravboð til mín: ”Vit hava tikið teg
upp á orðið og fara at keypa teg
út”. Eg gjørdist málleysur.«
Soleiðis skrivar Høgni Ras
mussen í nýggjari bók um av
høvdingarfundin, tá ið hann var
koyrdur úr virkinum, sum hann
hevði stovnað saman við øðrum.
Hetta var í desember 2014. Í 17
ár hevði Høgni lagt alla sína
arbeiðsorku í reklamufyritøku
na Sansir, men knappliga var alt
liðugt. Meirilutin av eigarunum
kroysti Høgna út úr fyritøkuni,
og uppgerðin sendi Høgna út
í størstu lívskreppuna, hann
hevði verið í.
»Eg græt hvønn dag í desem
ber. Jólini vóru tung. Januar,
februar og mars fóru eisini við
pínu í kroppinum. Eg græt minni
og minni. Men pínan vitjar aftur
av og á«.
Í apríl 2015 fór Høgni Rasmus
sen á pílagrímsferð úr Fraklandi
og tvørtur gjøgnum Norður
spania – Camino de Santiago er
slakar 800 kilometra long leið
úr suðurfranska býnum Saint
Jean Pied de Port til galisiska
býin Santiago de Compostela í
útnyðringshorninum av Spania.
Á ferðini skrivaði Høgni Ras
mussen hugleiðandi dagbók, og
hon er nú grundarlagið undir
bókini »Mín caminodagbók – til
messu saman við spøkilsum«.
Høgni kallar bókina eina skald
søgu, men hon er skrivað sum
dagbók. Vit lesa um persónlig
Høgni Rasmussen í nýggjari bók:
TAÐ GEKK
GALIÐ
VIÐ GJÓGV
Øll menniskju uppliva at verða
útstoytt onkuntíð, og eg havi eisini
verið við til at útstoyta fólk
– Fólk kunnu sjálvi velja, hvussu tey lesa bókina, og nógv fara at siga,
at hetta er veruleiki, líkamikið um eg sigi, at tað er ein skaldsøga, sigur
Høgni Rasmussen, sum hevur skrivað nýggja bók um pílagrímsferð og
um at verða kroystur út úr sínari egnu fyritøku. Hann skrivar eitt nú um
lagnudagar við Gjógv og um at hava spøkilsi við sær á pílagrímsferðini
PERSÓNSSØGA: Høgni Rasmussen