hósdagur 8. november 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 130
7
– Í dag havi eg tað gott,
og eg eri langt frá tí
støðu, sum eg var í fyri
trimum árum síðani.
Tá ið eg hyggi eftir
tí, sum eg skrivaði tá,
og síggi myndirnar,
sum eg tók, virkar
tað næstan, sum at
tað var ein annar
persónur enn eg, sigur
Høgni Rasmussen
viðurskifti, verulig fólk, summi
navngivin við rætta navni, og
onnur við broyttum nøvnum, og
vit fáa eina kenslu av, at Høgni
grundar tekstin á veruligar
hendingar.
– Fólk kunnu sjálvi velja,
hvussu tey lesa bókina, og
nógv fara at siga, at hetta er
veruleiki, líkamikið um eg sigi,
at tað er ein skaldsøga, sigur
Høgni Rasmussen og vísir á,
at sumt í bókini er ikki satt,
og sumt er broytt samanborið
við veruligu hendingarnar. Ivi
tykist tó ikki vera um, at Høgni
hevur bygt bókina á veruligar
hendingar, men hevur kent seg
frían at broyta nøvn og ymiskar
umstøður og samanhangir – eitt
slag av autofiktión.
Gekk galið við Gjógv
Tá ið Høgni Rasmussen í des
ember 2014 varð kroystur út úr
sínum virki, gjørdi hann sam
stundis avtalu um, at hann ikki
skuldi arbeiða innan reklamu
vinnuna í eitt ár.
– Tað gav mær møguleika at
ganga pílagrímsferðina, og eg
hevði tíð at skriva hesa bókina.
Eg visti, at tað var ein søga í at
ganga caminoina, og eg helt
eisini, at eg hevði eina søgu at
fortelja um meg og mína familju,
sigur Høgni Rasmussen.
Bókin er skrivað sum dagbók.
Høgni fer til gongu á Jákupsveg
num, hittir fólk, upplivir mangt
og hvat, hugleiðir um ymisk
viðurskifti og leitar aftur á hend
ingina, tá ið hann varð rendur út
úr sínum egna virki.
Í bókini greiðir Høgni frá, at
tað endar galið, tá ið fyritøkan
hevur starvsfólkadagar við
Gjógv. Eftir at fyritøkan hevur
verið ígjøgnum eina krepputíð,
har fólk verða uppsøgd, og tað
heilt einfalt ræður um at yvirliva,
eru tey við at koma upp undan
aftur. Tí er ætlanin, at dagar við
Gjógv skulu markera eitt skifti
við nýggjum framtíðarætlanum.
Tað gjørdu teir eisini. Men Høgni
var bara ikki partur av virkinum
eftir skiftið.
Í bókini skrivar Høgni um,
hvussu starvsfólkadagarnir við
Gjógv enda við samanbrestum
og kaotiskum støðum.
»Blaðkvinnurnar vóru farnar
í býin fyri seg kvøldið fyri. Eg
var ikki heilt greiður yvir hetta.
Hevði hoyrt okkurt um tað, men
hevði ikki givið mær far um tað.
Um morgunin, við Gjógv,
settu tær seg aftur saman, sum
ein eind í eindini. Á døgverða
settu tær seg við eitt borð fyri
seg. Á náttverða hendi tað enn
eina ferð. Nú hevði eg fingið
nóg mikið. Eg reisti meg upp
og gjørdi á ein penan hátt vart
við støðuna, men fekk onga
undirtøku fyri mínari greining
av støðuni. Hetta var einki at
brúka tíð upp á, og at tær sótu
saman var púra náttúrligt, tá
tær arbeiddu saman dagliga.
Men eg helt tað vera ein
stóran trupulleika, at tær sótu
fyri seg tí kenslan var heilt klárt,
at hetta býtti okkum upp í tveir
bólkar. Vit og tit. Eg hevði ikki