hósdagur 8. november 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 130
8
upplivað hett á ein so ógvusligan
hátt fyrr. Hetta var ein broyting,
sum mær slett ikki dámdi. Eg
flippaði út. Helt eina stutta
sinnisrørda røðu, sum millum
annað innihelt niðursetandi út
sangir um tær við hitt borðið,
og segði, at tær vóru við at
upprætthalda eitt negativt sýn
upp á kvinnur við at bólka seg
soleiðis saman í móti heildin.
Segði, at her speglaðu tær bara
samfelagið, har kvinnur vera
settar uttanfyri. Nú vóru tað
tær, sum settu seg fyri seg. Júst
sum kvinnur eru vanar í før
oyska samfelagnum. Eg fór alt
ov langt.
Eg pískaði meg sjálvan upp
og bleiv rættiliga illur. Eg sá at
onkrar høvdu tár í eygunum.
Eg endaði við at siga, at nú fór
eg niðan á kamarið og kom ikki
aftur í kvøld«.
Dagin eftir gongur aftur
galið. Nøkur starvsfólk drekka
um kvøldið, koma ov seint til
fundin um morgunin og tykjast
illa uppløgd – hundasjúk. Høgni
biður um umbering fyri kvøldið
fyri, men støðan endar við
nýggjum samanbresti, og so er
verkstovan er oyðiløgd. Seinni
skal bumban bresta.
Útstoyttur
Høgni Rasmussen hevur skrivað
eina skaldsøgu, sum tykist vera
rættiliga persónlig, bersøgin og
avdúkandi.
– Skaldsøgan tekur støði í út
blakingini av mær, men eg havi
ikki hug at koma nærri inn á,
hvussu bókin er skrivað. Fólk
mugu sjálvi lesa hana, sum tey
einaferð vilja, sigur Høgni Ras
mussen.
Í nøkrum førum brúkar hann
røttu nøvnini á veruligum per
sónum – eitt nú nærmastu
familjuni – í øðrum førum hevur
broytt nøvn á fólki – til dømis
fyrrverandi starvsfeløgunum.
– Einhvør bók tekur útgangs
støði í tí persóni, sum skrivar
hana. Søgurnar taka støði í
mær, og eg havi valt at skriva
bókina sum eina skaldsøgu. Tað
er eingin ivi um, at dagbókin er
ávirkað av tí sinnisstøðu, sum
eg var í um tað mundið. Tað var
ein trupul tíð fyri meg, og tað ber
dagbókin eisini boð um. Eg havi
valt ikki at broyta huglagið í dag
bókini, hóast eg í dag ikki hevði
orðað meg í slíkari vreiði. Men
eg var illur og sárur, og tað sæst
eisini í dagbókini, sigur Høgni
Rasmussen.
Í bókini endar uppgerðin
millum eigararnar við, at Høgni
verður keyptur út úr fyritøkuni.
»Tey høvdu tosað við grann
skoðaran, og virðini vóru gjørd
upp. Høvdið var kvett av mær.
Kvettið var framt. Restin vóru
formalitetir«
»Aftaná vóru skrivað nøkur
uppskot til tíðindaskriv. Tað
var Egin, sum sat og skrivaði
hasi djúpt manipulerandi upp
skotini. Ella Egin og Esther? Tey
fingu veruliga øði í meg. Tað eina
uppskotið hevði yvirskriftina
”Ættarliðsskifti á virkinum”.
Ættarliðsskifti? Har var næstan
eingin munur á aldrinum, og
vit høvdu stovnað fyritøkuna
saman.
Kanska var tað, sum Henry
segði har upp í Roncesvalles.
Hann segði, at hava ein sjálv
søknan mann í starvi, var sum
at hava ein tikara sum kelidjór.
Fert tú ímóti, er stórur kjansur
fyri, at tú verður etin. Tá eg
var móður og ørkymklaður av
longdum yvirlivilsisbardaga, var
eg eitt lætt offur. Sjálvsøkin fólk
kunnu vera sera dugnalig, men
tey gera alt fyri seg sjálv.«
Høgni Rasmussen skrivar í
bókini um, hvussu hann fleiri
ferðir gjøgnum lívið hevur verið
útstoyttur – bæði sum barn og
ungur, og her at enda útstoyttur
frá sínum virki av sínum egnu.
– Eg síggi tað aftaná, at eg havi
verið útstoyttur fleiri ferðir. Júst
tá tað er hent, havi eg ikki havt
ta kensluna, og eg havi altíð reist
meg og eri farin víðari. Hetta er
ikki nakað, sum er sermerkt
fyri meg. Øll menniskju uppliva
at verða útstoytt onkuntíð, og
eg havi eisini verið við til at
útstoyta fólk. Eg eri ikki betur
enn onnur, og eg havi ikki upp
livað nakað, sum onnur ikki
uppliva. Tað er ódámligt at vera
útstoyttur, men tað er ein lívs
treyt hjá flestu menniskjum,
sigur Høgni Rasmussen.
Er komin fyri seg
Høgni Rasmussen fjalir ikki
út yvir, at uppgerðin í hansara
fyritøku rakti hann meint, og
hann kom í eina lívskreppu.
Pílagrímsferðin í Spania hjálpti
honum at koma fyri seg aftur,
og í dag kennir Høgni seg at vera
væl fyri.
– Í dag havi eg tað gott, og eg
eri langt frá tí støðu, sum eg var
í fyri trimum árum síðani. Tá ið
eg hyggi eftir tí, sum eg skrivaði
tá, og síggi myndirnar, sum eg
tók, virkar tað næstan, sum at
tað var ein annar persónur enn
eg. Eg føli veruliga, at hatta var
ikki eg, tí tann persónurin var so
nógv øðrvísi, enn eg vanliga síggi
meg, sigur Høgni Rasmussen.
Pílagrímsferðin var gevandi
og kveikjandi fyri hann, og eftir
at hann sína fyrstu ferð í 2015,
hevur hann gingið leiðina eina
ferð afturat – seinnu ferð saman
við konuni Elin.
– Eg havi fingið nógv burtur
úr hesum báðum ferðum. Tær
vóru spennandi á hvør sín hátt.
Caminoin virkar dragandi. Tað
er nakað serligt við at ganga, og
at verða partur av einum felags
skapi. Eg kenni tað sum nakað
gott og gevandi, og eg ætli mær
avstað aftur, sigur Høgni Ras
mussen.
»Tað skal vera gott at enda
hesa dagbókina, so til ber aftur
at síggja annað enn mína egnu
pínu og meg sjálvan. Tað skal
vera gott at síggja onnur. Tað
skal vera gott at hyggja upp«.
Nýggja bókin hevur fingið heitið skaldsøga
og er góðar 130 síður til longdar
Hetta er leiðin, sum Høgni Rasmussen gekk á pílagrímsferðini