hósdagur 8. november 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 130
9
ÁKI BERTHOLDSEN
– Tað er heilt ótrúliga løgið, at
tað skal bera til at fáa eitt lán til
eini dýr hús í Havn, samstundis
sum at tað ikki ber til at fáa lán
til eini bílig hús á bygd.
Tað sigur Pauli Trónd Peter
sen, sum var talsmaður fyri
Tjóðveldi, nú Løgtingið viðger
eitt uppskot frá Miðflokkinum
um at stovna ein bústaðar
banka, sum skal veita fólki bílig
lán til bústaðir.
Hann sigur, at hann veit eitt
ítøkiligt dømi um, hvissi merki
lig støðan er, og hann hevur
eisini skjølini, sum prógva, at
tað er satt. Og tað dømi er um
ein mann, sum ikki fekk fígging
úr bankanum til at keypa eini
hús á bygd fyri 700.000. Men
tvær vikur seinni fekk hann
fígging úr bankanum til at
keypa eini hús fyri 2,2 milliónir
í Havn.
– Tað er ótrúliga løgið, at tað
skal bera til at fáa lán sum er
tríggjar ferðir so stórt til eini
hús í Havn, enn tað ber til at
fáa til eini hús á bygd, sigur
Pauli Trónd Petersen.
Hann fegnast um uppskotið
frá Miðflokkinum og kallar tað
besta uppskotið, andstøðan
hevur lagt fyri Løgtingið,
og hann heldur, at enntá er
tað kanska besta uppskotið,
sum nakrantíð er lagt fyri
Løgtingið.
Bjørt Samuelsen heldur, at
vit eiga at kunna seta bankun
um krøv um at vísa samfelags
sinni. Men tað ivast Pauli Trónd
Petersen í. Tað er óneyðugt at
tosa meiri um hetta, tí hevði
onkur í bankanum lurta, vistu
teir, at politiski myndugleikin
vil hava broyting í, men tíðin
hevur víst, at bankin lurtar
ikki eftir, sigur hann.
Hann fegnast eisini um, at
samgongan fer at leggja ein
bústaðarpakka fram, men
hann hevur ikki rættiligt
álit á øllum hesum politisku
pakkunum, sum koma fram
av og á.
ÁKI BERTHOLDSEN
T
að er eitt tekin um
armóð at útgerðin
hevur staðið í Kolla
firði og »gálvað« nú í
eitt hálvt ár. Tað sigur Henrik
Old, løgtingsmaður fyri Javn
aðarflokkin, og fyrrverandi
landsstýrismaður í samferðslu
málum.
Tá ið hann var landsstýris
maður tók hann stig til at seta
eitt sjakk undir Landsverki sum
skuldi hava til endamáls at bora
tunlar til ymsar smábygdir.
Sjálvur ætlaði hann, at
tunnilin til Fámjins skuldi vera
tann fyrsti, og tað var ein púra
greið avtala, at mánadagin,
altso fyri trimum døgum síðani,
skuldi borurin setast á í Fámjins
tunlinum.
Men hann var tikin av ræðið,
tí restin av samgonguni vildi
heldur bora til Dals fyrst. Og
nú Løgtingið umrøddi Fámjins
tunnilin í gjár, segði Henrik Old
eisini, at hetta merkir, at onki
hendur fyrr enn í mars mánað
næsta ár, og tá kundi tunnilin
til Fámjins verið komið í helvt.
Henrik Old heldur, at tað er
eitt armóðstekin av samgonguni,
at hon ikki klárar at taka eina av
gerð um tað, men heldur hevur
latið boriútgerðuna standa og
»gálva« í Landsfjósinum í Kolla
firði í eitt ár.
Og eftir avgerðini hjá sam
gonguni, fer útgerðin at standa
til í mars mánað, tí ikki fyrr enn
tá er klárt at bora til Dals, og tá
hevur útgerðun staðið óvirkin
í níggju mánaðir, leggur hann
afturat.
Samstundis ætlar Lands
stýrið bara at játta sjey milliónir
til tunlasjakkið næsta ár og
Henrik Old sigur, at tað er so lítil
upphædd, at tað røkkur onga
leið. Tí var einki hjá honum at
sita og gløða upp undir loftið
so leingi og tí var einki at gera
uttan at sleppa sær úr Tinganesi
sum skjótast.
ÁKI BERTHOLDSEN
T
að var ein bilur, sum
ikki kláraði at steðga,
sum var orsøkin til eitt
ferðsluóhapp í Hvalvík
hósmorgunin.
Ein bilur steðgaði á við vegin
oman á bátahylin, tí hann skuldi
í bátahylin. Bilurin aftan fyri
steðgar eisini, men bilførarin
í einum triðja bili, sum kemur
aftan á, er óansin og lukkast ikki
at bremsa. Sostatt renur hann í
reyvina á bilinum framman fyri,
so at hann fer út av vegnum.
Bilførarin í bilinum, sum fór
út av, var einsamallur í bilinum,
og hann varð fluttur á Lands
sjúkrahúsið til viðgerðar, men
at síggja til var talan ikki um
álvarsligan skaða. Bilførarin í
bilinum, sum rendi á, meiðslaði
seg ikki.
Tað var um átta tíðina, at
ferðsluóhappið hendi, og eina
løtu varð neyðugt at steingja
vegin, men klokkan níggju varð
hann opin aftur.
KLÁRAÐI IKKI AT STEÐGA OG
ELVDI TIL FERÐSLUÓHAPP
Tað er ótrú
liga løgið
Løgtingsmaður undrast, at ein
maður ikki fekk lán til at keypa
bílig hús á bygd, men fekk lán
til at keypa dýr hús í Havn
Pauli Trond Petersen
heldur, at uppskotið um eina
bústaðarbanka er sera gott
Henrik Old, fyrrverandi landsstýrismaður, heldur lítið, um at boriútgerð
stendur still í Kollafirði, tá hon kundi verið brúkt til Fámjinstunnilin
Hetta er eitt tekin um
armóð í samgonguni
Henrik Old heldur, at tað er eitt armóðstekin av
samgonguni, at hon letur boriútgerð standa og
»gálva« í Landsfjósinum í Kollafirði í eitt ár