hósdagur 8. november 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 130
10
Ókend kend
TEMA
Leivur Johannesen sang “Eitt sunnukvøld í plantasjuni”:
- Hansemann er for lítið nevndur
- Tá mann snakkar um Eitt
sunnukvøld í Plantasjuni, so
skal mann bara ikki gloyma
Hansemann, sigur Leivur
Johannesen, sum sang Føroya
størstu landaplágu
T
að er eingin ivi um, at
“Eitt
sunnukvøld
í
plantasjuni” telist mill
um allar størstu sang
skattarnar í føroyskari tón
leikasøgu. Sangurin er ofta
blivin kallaður Føroya størsta
landaplága, og tað man heldur
ikki vera langt av leið, tí í um
leið 60 ár hevur sangurin
verðið spældur uttan at troytta
fólk.
Birni Dam hevur skrivað
tekstin, og lagið kom út á plát
uni við Simma og Ljómlið, har
Simme Arge Jacobsen, Agga
Mouritsen, Leivur Johannesen
og Poli Debess spældu við.
Í nýggjari tíð hava nógv
lyndi til at halda, at tað var
Simme, sum sang, men tað er
Leivur Johannesen, sum eigur
røddina
til
Føroya
størstu
landaplágu.
Navnið á plátuni var Simme
& Ljómlið, og hetta hevur nokk
elvt til misskiljingar av, hvør
sangarin í Eitt sunnukvøld í
plantasjuni var.
- Eg haldi, at tá í tíðini vistu
øll, at tað var eg, sum sang
hann. Men tað nýggja fólkið,
sum er komið aftaná, veit tað
ikki. Tey lesa bara “Simme og
Ljómlið”, og so halda tey, at tað
er Simme, sum syngur. Men tað
var yvirhøvur ikki Simme, sum
sang, hann spældi jú klaver,
sigur Leivur.
Hansemann stílaði fyri
Leivur Johannesen heldur, at
rætta søgan um “Eitt sunnu
kvøld í plantasjuni” eigur at
hoyrast, og serliga søgan um
leiklutin hjá Hansemann Tór
garð, sum skipaði fyri innspæl
ingini og syrgdi fyri, at plátan
bleiv til veruleika. Hann heldur,
at radiomekanikarin Hanse
mann Tórgarð manglar viður
kenning fyri hetta.
- Eg haldi, Hansemann Tor
garð er for lítið nevndur í sam
bandi við “Eitt sunnukvøld í
plantasjuni”. Tað var hann, sum
risikeraði alt og legði sínar
pengar í verkætlanina. Tað var
jú eitt stórt stig at taka, tá
mann ongantíð fyrr hevði gjørt
eina føroyska plátu, sigur Leiv
ur Johannesen.
Hetta var einasta plátan,
sum Leivur Johannesen sang
inn. Hann hevði júst ligið sjúk
ur á Sanatoriinum, tí eitt lunga
var stilt. Hann varð útskrivaður
stutt áðrenn, hann sang plát
una inn.
Leivur fortelur, at um tað
mundi, tá fløgan varð spæld
inn, vóru tey nógvir ungdómar,
sum hildu til í Dandastovu í
Havn, og tað var her, “Eitt
Sunnukvøld í plantasjuni” kom
til.
- Tað endaði við, at Hanse
mann Torgarð bleiv áhugaður,
og hann vildi so fegin gera eina
plátu burturúr tí. Hann tók tað
upp í Losjuni í Havn, og upp
tøkan bleiv so send til Noregs
og Danmarkar, áðrenn “Eitt
sunnukvøld í plantasjuni” kom
til Føroya aftur, greiðir Leivur
Johannesen frá.
- Tá mann snakkar um Eitt
sunnukvøld í Plantasjuni, so
skal mann bara ikki gloyma
Hansemann. Tað var hann, sum
var tann stóri maðurin har,
sigur Leivur Johannsen.
Lagið hevur verið hangandi
- At plátan bleiv hangandi so
leingi er løgið, sigur Leivur
Johannesen og byrjar at speku
lera um orsøkina til tað.
“Eitt sunnukvøld í plantasj
uni” er ein kærleiksvísa um
tvey, sum hittast í plantasjuni,
og hetta avspeglar ta samtíðina,
sum sangurin varð skrivaður í,
heldur Leivur.
- Eg eri sikkur uppá eitt, og
tað er, at nógv fólk tá í tíðini
blivu pør í idyllisku plantasjuni.
Tað vóru so nógv, sum fóru í
plantasjuna
aftaná
dansin
sunnukvøld,
og
fleiri,
sum
troffust har, endaðu seinni við
at blíva gift. Tað haldi eg, fleiri
kunnu minnast aftur á í dag,
fortelur Leivur Johannesen.
Hann heldur, at orsøkin til
at lagið hevur livað víðari síðan
tá, er tí, at fólk kenna seg aftur í
orðunum og kunnu minnast
aftur á eina góða farna tíð.
Tær fyrstu pláturnar blivu
seldar í handlinum hjá Hanse
mann Tórgarð í Vágsbotni.
Leivur
Johannesen
minnist
aftur á, tá plátan við “Eitt
sunnukvøld í plantasjuni” var
nýggj.
- Vit hildu tað vera so stutt
ligt, at ein pláta kostaði 9 krón
ur. Pláturnar hjá amerikanska
Bill Cosby vóru farnar niður á 7
ella 8 krónur. Vit vóru so ólukk
sáliga stolt, tí vit vóru eina
heila krónu omanfyri Bil Cosby.
Tað var so øgiliga stórtsligið, og
Hansemann helt tað vera stutt
ligt, at vit avkonkureraðu Bill
Cosby, sigur Leivur Johanne
sen.
Vit hitta sjey føroyingar, sum tú ivaleyst kennir
– kanska uttan at vita av, at tú kennir teir
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
Á
komandi
síðunum
hitta vit nakrar før
oyingar, sum hava
gjørt okkurt, sum tú
heilt víst kennir. Kanska tú
kennir persónarnar framman
undan, og kanska tú ikki kennir
teir. Men tú kennir heilt víst
tað, sum hesir persónarnir
hava gjørt. Felags fyri hesi fólk
ini er, at navnið á teimum ikki
er so alment í mun til hesi ting
ini, sum tey hava gjørt. Tað er
t.d. ein kend rødd, sum tú
kanska ikki visti, hvør átti, og
kanska tú heldur ikki hevur
givið tær far um at umhugsa
tað. Hetta snýr seg um tey
smáu tingini í gerandisdegnum.
Summir av hesum persón
unum dáma best at vera í bak
grundini, meðan tað hjá øðrum
meira er av tilvild, at tey eru
“ókend”, men kend kortini.
Summi kennir tú tó nokk frá
øðrum tingum, tey hava gjørt.
Vit spyrja inn til, hvussu tað
er at hava gjørt okkurt, sum øll
kenna, men sum almenningurin
ikki neyðturviliga veit, at tey
hava gjørt, og so hoyra vit eis
ini um søguna til tað.
Tey
ókendu
kendu