hósdagur 8. november 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 130
11
Mariu kennir tú frá telefonini
- Fólk halda meg vera ein telefonsvarara
- Tað er nokkso stuttligt at
vera kend uttan at vera kend,
sigur Maria Brøðraberg, sum
eigur røddina, sum tað stórur
kjansur fyri, at tú hoyrir
hvønn dag
Ø
ll kenna røddina á
henni, men tað eru
ikki øll, sum vita,
hvør eigur eyðkendu
røddina. Um tú ivast í, um tú
kennir røddina, kanst tú bara
lurta næstu ferð, tú ringir til
eitt Føroya Tele nummar, og
har einki samband er við
fartelefonini.
Maria Brøðraberg úr Havn
leggur rødd til nakrar av teim
um allar kendastu og mest
hoyrdu
útsøgnunum,
sum
nógv fólk hoyra dagliga í tele
fonhorninum.
“Einki samband er við far
telefonini í løtuni - royn aftur
seinni”. “Nummarið kann ikki
røkkast í løtuni”…. “Tú ert
nummar trý í bíðirøðini”.
Hetta eru bara nøkur av
teimum telefonboðunum, sum
Maria Brøðraberg eigur rødd
ina til.
Helt tað skuldi vera eitt
mannfólk
Tað var meðan Maria Brøðra
berg arbeiddi á vinnudeildini á
Føroya Tele, at nýtt ljóð skuldi
leggjast til nýggju GSM skipan
ina. Starvsfólk frá Føroya Tele
skuldu tá í Útvarpið at gera
raddarkanningar, og í tí sam
bandinum skuldi mann duga
nakrar teknikkir við røddini.
Upprunaliga
ætlaði
Maria
Brøðraberg ikki, at tað skuldi
vera hon, sum skuldi tosa alt
inn.
- Eg helt avgjørt, at tað
skuldi vera eitt mannfólk, sum
skuldi tosa tað inn. So eg bað
goymslumenn og øll onnur
mannfólk, sum eg kundi yvir
tala, um at koma í Útvarpið at
gera hesa royndina. Treytin hjá
teimum var, at so skuldi eg eis
ini koma við, fortelur hon.
Tað gekk hon við til, men av
øllum
royndum
røddunum
bleiv hennara vald út sum tann
besta, og tað vóru útvarpstekn
ikararnir, sum avgjørdu hetta í
samráð við fólk frá Føroya
Tele.
- Tey hildu, at mín rødd reint
teknisk riggaði best til akkurát
hatta, sigur Maria Brøðraberg,
sum hevur eina klára og týði
liga rødd.
Tað er nevniliga umráðandi
at vera týðiligur í málinum, so
kundin hoyrir, hvat verður sagt
í telefonini. Trupulleikin er
ofta, at um røddin er saman
hangandi, so fáa teknikararnir
ikki arbeitt við at klippa í rødd
ini, um tað ikki er luft ímillum
orðini.
Fólk kenna røddina aftur
Tá hetta var nýtt, vóru tað
fleiri, sum løgdu merki til hesa
damuna, sum bleiv við at “bróta
uppringingina av”.
- Í byrjanini vóru tað fleiri
viðmerkingar. Men eg haldi
ikki, fólk hugsa ikki um tað
longur, tí nú er tað bara har.
Annars hevur tað einki at siga í
gerandisdegnum, og eg hugsi
ikki um tað, sigur Maria Brøðra
berg.
Tað hendir seg meira enn so,
at fólk, sum hon tosar við,
kenna røddina á henni aftur.
- Eg havi hug at trekkja uppá
smílibandið, tá onkur viðmerkir
røddina, og onkuntíð so sigi eg
bara einki.
Tað er serliga stuttligt hjá
øðrum at hoyra hana siga
kendu orðini.
- Onkuntíð hava vinfólk hjá
børnunum hjá mær sagt “góða
kanst tú siga hitt við nummar
anum, sum ikki kann røkkast”.
So blívur tað púra kvirt, meðan
øll lurta eftir mær, og so sigi eg
“nummarið kann ikki røkkast í
løtuni”. Og so skella tey í látri, tí
tey halda, tað er so stuttligt,
flennir Maria Brøðraberg.
- Fólk halda meg vera ein
telefonsvarara
Maria Brøðraberg arbeiðir í dag
hjá Blika, og hevur síðan inn
spælingina m.a. eisini arbeitt
hjá Ansni, har hon plagdi at
taka telefonina. Tað er ofta
komið fyri, at fólk kenna henn
ara rødd aftur, uttan at vita av,
at tey kenna røddina.
- Tá onkur fremmandur
ringir til mín, og eg taki telefon
ina, kann tað gott blíva heilt
kvirt í hinum endanum, tí tey
halda, tað er ein telefonsvarari.
Tá eg so sigi “halló”, so siga tey,
at tey hildu tað var ein telefon
svarari. Tað er nokk tí, tá mann
t.d. ringir til ein kommunu
lækna, eru fólk kanska von við
at hoyra mína rødd, sum m.a.
sigur “tú ert nummar tvey í
bíðirøðini”, sigur Maria Brøðra
berg.
- Eg tími ikki altíð at forklára,
hví tey halda, tað var ein tele
fonsvarari, flennir hon.
Stuttligt at vera kend
uttan at vera kend
Hon hevur av og á verið og
gjørt tillagingar og tosað nakr
ar setningar inn av nýggjum til
GSM skipanina. Hóast hon ikki
arbeiðir hjá Føroya Tele longur,
so er hon altíð klár, tá tað er
brúk fyri henni.
- Tað geri eg hjartans fegin, tí
tað er ein partur av tí. Eg geri
tað eisini, tí eg enn føli loyalitet
fyri mínum gamla arbeiðs
plássi, sigur Maria Brøðraberg.
- Tað var øgiliga stuttligt, tá
eg fekk hesa uppgávuna fyrstu
ferð, tí tað var stuttligt at royna
okkurt nýtt. Tað er nokkso
stuttligt at vera kend uttan at
vera kend.
Tá mann fór frá at hava
fimm siffur í telefonnummar
inum í Føroyum til seks siffur,
fingu øll, sum ringdu til Føroya,
at vita frá telefonsvararanum,
at eitt nýtt siffur var komið í
nummarið. Lukkutíð er Maria
Brøðraberg stinn í máli, og her
varð aftur heitt á hana.
- Tað skuldi tosast inn á týsk
um,
fronskum,
enskum
og
donskum. Kanska fólk frá øll
um heiminum hava hoyrt mína
rødd uttan at hugsa um tað, tá
tey hava ringt til Føroya, sigur
Maria Brøðraberg.