Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. november 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 130 12 Ókend kend TEMA Ingi lagt lag til mangan barndóm - Eg trívist ikki í rampuljósinum - Tað ringasta, eg veit, er at blíva nevndur á einum palli. Mær dámar best at goyma meg aftan fyri tangentarnar, sigur Ingi Isaksen, sum hevur gjørt nógv kend barnaløg I ngi Isaksen úr Klaksvík spæl­ir tangentar, og hann hev­ur gjørt ein stóran part av løg­un­um til Kular Røt­ur, ið er væl­kenda tónleika­ verk­ætlanin hjá Steintóri Ras­ mussen við barna­løg­um. Av nógvu løgunum, sum Ingi Isak­ sen hevur gjørt til Kular Røtur, kunnu nevnast Flippan, Hund­ ur mín Kingoson, Abbabeiggi, Kalla meg Babe og Vinur mín Nósi. Mann kann við hesum siga, at Ingi Isaksen hevur lagt lag til barndómin hjá nógvum før­ oyingum, tí hesi fangandi løgini kunnu taka mangan føroying, sum er føddur í 90’unum, ein nostalgiskan túr aftur til barn­ dóm­in, og børn í dag kenna eis­ ini hesar sangirnar. Ingi Isaksen hevur eisini gjørt eyðkendu klaverintroina til “Kanst tú siga farvæl” hjá Millum Frændum. Haraftrat hev­ur hann eisini gjørt tónleik til Trølla Pætur og spælt við nógv­um av stóru føroysku bólk­ ­unum. Dámar best at vera anonymur Persónliga er Ingi Isaksen ikki so glaður fyri at vera í rampu­ ljós­inum, og tí hevur tað passað honum væl at vera í bak­grund­ ini bæði á palli og í lagskriv­ing­ ini. Hann lýsir seg sjálvan sum smædn­an av natúr. - Mær dámar ikki so væl at føra meg fram, og eg trívist ikki á einum palli ella í rampu­ljós­in­ um. Mær dámar nógv best at vera anonymur, sigur Ingi Isak­ sen. Almenn viðurkenning hevur altso ikki so stóran týdning fyri Inga Isaksen. - Onkuntíð, tá eg havi spælt við á onkrum sangi, havi eg sagt, at tey ikki behøvast at skriva, at eg spæli við, sigur hann. Ingi Isaksen er royndur á palli og hevur m.a. upptraðkað nógv við Dynamit, Millum Frænd­um, Blátt og Hjarnar. Tá hev­ur tað ofta hent seg, at for­ sang­arin presenterar allar tón­ leik­ararnar á pallinum. - Tað ringasta, eg veit, er at blíva nevndur á einum palli. Mær dámar best at goyma meg aftan fyri tangentarnar, sigur kreativi klaksvíkingurin, sum heldur, at eitt ávíst føroyskt lyndi sæst aftur í jantelógini. - Tað føroyska lyndið ger, at mann ikki følir seg sum verð­ ins­meistara til nakað sum helst. Eg verði ongantíð nøgdur, og tað haldi eg, er ein stórur veik­leiki hjá mær. Men tá hevur verið gott at havt ein sum Steintór Rasmussen, sum hevur sagt “hatta er gott - hatta vil eg brúka til Kular Røtur!”, sig­ur Ingi Isaksen. Tekur ein tíma at skriva eitt lag Ingi Isaksen flutti til Danmark­ ar í 2006 og býr í dag í Keyp­ mannahavn. Hann hevur roynt at skrivað tekstir fyrr. - Men tað er ikki mín sterka síða. Eg plagi heldur at fáa ein tekst frá onkrum, og so skrivi eg eitt lag til tað. Tað liggur til hansara natúr at skriva løg, og tá hann fær ein tekst í hondina, tekur tað ikki leingi, áðrenn eitt lag verður til veruleika. Til Kular Røtur verk­ ætl­anina plagdi Steintór Ras­ mus­sen at koma við einum teksti, og tá tók tað millum 5 min­uttir til ein tíma, áðrenn eitt lag til tekstin kom til, for­ telur Ingi Isaksen. - Tá mann sær ein tekst onk­ un­tíð, so hugsar mann ofta bein­anvegin “Hetta er lagið”. Um eg fái eitt hugskot til eitt lag, so er tað gjørt innan fyri ein tíma. Antin hoyrir mann lagið fyri sær, ella hoyrir mann tað ikki, fortelur Ingi Isaksen. Hann er aktivur, og tá hann hevur við tónleik at gera í dag, er tað m.a. sum ljóðteknikari, og av og á er hann úti og spælir. - Eg spæli og skrivi hvønn einasta dag, men eg droymi um at sleppa at geva okkurt út hjá mær sjálvum einaferð í fram­ tíðini, sigur Ingi Isaksen.