hósdagur 8. november 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 130
13
Anker eigur størstu perlurnar
- Vit eru tey gráu fólkini, sum mann ikki sær
- Fólk í dag seta sangirnar í
samband við nakað heilt
annað, enn eg hugsaði, tá eg
skrivaði teir, sigur Anker Eli
Petersen, sum hevur skrivað
nógvar klassikarar
A
nker Eli Petersen er
fyrst og fremst væl
kendur grafiskur lista
maður,
og
hann
kenna vit m.a. fyri at hava
prýtt føroysk frímerki við mot
ivum frá Norrønu gudalæru.
Men hetta er ikki tað einasta,
hann hevur gjørt, sum almenn
ingurin kennir. Um tú ikki
longu veitst av tí, so er Anker
Eli Petersen maðurin aftan fyri
nógvar av teimum allar størstu
perlunum í føroyskum tónleiki.
Hann hevur serliga sam
starvað við Terja Rasmussen,
har hann hevur skrivað hópin
av tekstum fyri Terja & Føstu
fressar og Moirae. “Ljóðmynd”,
“Á ferð til dreymaland”, “Hand
an Mjørkan” og “Kvøld á Tinga
nesi” eru bara fýra av teimum
mongu poetisku hittunum, sum
Anker Eli Petersen so væl hev
ur skrivað.
Hann hevur seinastu nógvu
árini búð í Danmark, og sum
hann sjálvur tekur til, so kenna
tey flestu nokk navnið, men
kenna kanska ikki andlitið. Vit
hitta sangmakaran til eitt prát
um sangskriving og tað at vera
ókendur kendur.
Anker brúkar langar
setningar
Anker Eli Petersen byrjaði at
yrkja, tá hann var fyrst í tjúg
unum. Einki av hesum er komið
út, og veruliga gjøgnumbrotið
sum sangskrivari fekk hann, tá
Terji Rasmussen saman við
Føstufessunum innspældi fyrstu
plátu teirra, sum Anker Eli
skrivaði fleiri tekstir til.
- Eg og Terji hava altíð havt
eitt gott samstarv. Vit passa
væl saman uppá onkran máta,
sigur Anker Eli Petersen, sum
hevur kent seks ár yngra Terja
Rasmussen í nógv ár.
Í samstarvinum millum teir
báðar hava teir lagt merki til
eitt serligt mynstur, sum sæst
aftur í sangunum.
- Tað er ein tummulfingareg
ul, at um sangurin hevur langar
linjur, so havi eg skrivað hann
fyrst. Um hann hevur stuttar
linjur, so er tónleikurin gjørdur
fyrst. Terji bannar onkuntíð
um hesar langu setningarnar,
sum eg altíð brúki. So tað er ein
sovorðin kampur millum sang
skrivaran og komponistin, flenn
ir Anker Eli Petersen.
- Eg haldi, tað er nokkso
stuttligt, at fólk onkuntíð ikki
hugsa um, hvør eigur orðini til
sangirnar. Vit eru tey gráu
fólkini aftan fyri, sum mann
ikki sær, sigur hann.
Poetur sum fáur
Anker Eli Petersen hevur heilt
serligar gávur sum sangskriv
ari, men hann kundi tó ikki
ímyndað sær seg sjálvan sum
tónleikara.
- Eg havi ongantíð umhugsað
at spælt tónleik, tað má eg við
ganga. Tað haldi eg, mann skal
yvirlata til tey professinellu. At
skriva er tann parturin, sum eg
dugi. Men mær dámar væl tón
leik, og eg beundri tónleikarar,
sigur hann.
Hann heldur sang vera ein
góðan máta at fáa ein ávísan
boðskap út. Hann ansar eftir,
at teksturin ikki verður ov
skriftmálsaktigur, men heldur
hevur eitt sindur av einum ger
andisligum dámi við væl vald
um orðum.
- Eg leggi meg serliga eftir, at
tað uppá onkran máta skal
vera ein søga í tekstinum. Tað
kann eisini vera ein heilt stutt
løtumynd, sum bara verður
lýst, sigur hann og vísir á lagið
“Ljóðmynd”.
- Tann sangurin er bara ein
lýsing av einari heilt stuttari
løtu við einari rúgvu av inn
trykkum.
Ein
sangur
sum
“Kvøld á Tinganesi” er ein søga,
sum byggir á minnir hjá mær,
tá eg havi sitið niðri á Tinganesi
í mínum ungu døgum.
- Sangirnir fingið sítt egna
lív
Tann fyrsta plátan hjá Terja &
Føstufressum kom út í 1990, og
Anker Eli Petersen flutti niður
stutt aftan á og hevur búð niðri
síðan. Hann hevur ikki fylgt
við menningini av sangunum,
m.a. tí hann ikki hevur hoyrt
føroyska útvarpið.
- Nøkur ár aftaná fyrstu
fløguna uppdagaði eg, at fleiri
av sangunum hava fingið sítt
egna lív. Fólk í dag seta sangir
nar í samband við nakað heilt
annað, enn eg hugsaði, tá eg
skrivaði teir. Tað er nokkso
stuttligt, og tað eri eg nokkso
stoltur av, sigur Anker Eli Pet
ersen.
Hann hevur onkuntíð hitt
fólk, sum hava fortalt honum
søgur um onkran sang, sum tey
hava eitt serligt samband til.
- Har var ein, sum fortaldi, at
fyrstu ferð, hann var sloppin
nær at framtíðar konu síni, var
tá hann hevði dansað kjálka
dans við henni, meðan Morg
unflog varð spældur til dans,
minnist Anker Eli og flennir.
Hann hevur skrivað so nógv
ar sangir, at hann í dag hevur
ringt við at minnast allar sang
irnar.
- Eg hoyrdi einaferð ein jóla
sang í útvarpinum. Eg hugsaði,
at hatta ljóðaði nokkso kent. So
var tað ein góð løta, áðrenn eg
hugsaði “halt kjaft, eg havi
skrivað hatta einaferð langt
síðani”. Eg hevði fullkomiliga
gloymt tað. Tað var ein jóla
sangur, sum Terji hevði gjørt
lag til og spælt inn.
Býr á einum gomlum
bóndagarði
Anker Eli Petersen býr á einum
gomlum bóndagarði úti á land
inum í Norðursælandi. Hann
arbeiðir heima, har hann hevur
góðar umstøður til at fordjúpa
seg í kreativa heiminum. Tá
hann ikki fæst við grafisku list
ina, skrivar hann tekstir.
- Eg skrivi viðhvørt poetiskar
tekstir,
sum
viðhvørt
bara
liggja í telduni hjá mær og
sodna. So hyggi eg eftir tí eini
tvey ár seinni og meti um, um
tað er gott nokk ella ikki.
Seinastu sangirnir hjá hon
um, sum eru innspældir, eru tveir
Bjørn Afzelius sangir, hann
hevur umsett, sum Signar í
Homrum spældi inn. Í seinast
uni hevur Anker Eli annars ar
beitt við at umsett yrkingar hjá
svenska stórskaldinum, Dan
Andersson. Hann doyði í 1920
og er ein av teimum størstu
yrkjarunum í Svøríki yvirhøv
ur.
- Vónandi verður tað útgivið
einaferð, men tað er ikki nakað,
sum eg havi nakrar ætlanir um
beint nú, sigur Anker Eli Peter
sen.