Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. november 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 130 14 Ókend kend TEMA Emil er Trølla Omman Fólk kenna røddina aftur - “Altso hvør ert tú? Eg kenni hasa røddina aftur, hvar er tað, eg havi hoyrt hana fyrr?” Hend­an spurningin fær Emil Gunn­ar­stein ofta, tí tað er nevniliga hann, sum er maðurin undir mask­uni hjá Trølla Ommuni T rølla Omman er omm­ an hjá øllum børnum í Føroyum. En­erg­iska og festliga Trølla Omm­an hevur fingið nógv børn og vaksin at skella í látri sein­astu nógvu árini. Hon er omm­an hjá Trølla Pæturi, sum hon fer ígjøgnum tjúkt og tunt fyri – eisini um tað krevur at renna undan løgregluni. Tað er klaksvíkingurin Emil Gunnarstein, ið spælir Trølla Ommuna. Tá Trølla Pætur byrjaði, var eingin Trølla Omma. Niclas Heri Jákupsson spælir Trølla Pæt­ur, og hann vildi so fegin hava Emil Gunnarstein við, sum kundi spæla ein annan Trølla Pætur. - Tað tímdi eg ikki. Eg segði, at um eg slapp at vera ein omma, so tímdi eg. Tað var í ord­an, og so fingu vit onkran at gera klæðini fyri at vita, hvussu tað riggaði. Tað riggaði gott, og tað bleiv til eina success bein­ an­vegin, fortelur Emil Gunn­ar­ stein. Trølla Pætur og Trølla Omm­ an ferðaðust runt alt landið, har tey undirhildu børn í øllum Føroyum. - Í byrjanini sang eg ikki ein sang, eg bara dansaði. So bleiv tað størri og størri, og so byrjaði eg at syngja eisini. Tað bleiv øgiliga populert beinanvegin, so tað var nokkso ógvusligt og stutt­ligt í senn, sigur hann. - Ert tú omman? - Handan spurningin fái eg rættiliga ofta. Ofta, tá eg møti fólki, so siga fólk “altso tú ert omman, ha? Tá eg so sigi ja, siga foreldur ofta, meðan børnini ikki hoyra: “kanst tú ikki prøva at tosa sum Trølla Omman við børn­ini?”, og tá sigi eg “eg fái ikki, eg havi so ilt í hálsinum”, flenn­ir Emil Gunnarstein. Emil Gunnarstein hevur eina eyðkenda hása rødd, og hann hevur lagt merki til, at tá hann er í flogfarinum, fær hann næst­an altíð sama spurn­ing. - Eg ferðist nógv til Dan­ mark­ar, og tá plagi eg sum oft­ ast at fella í prát við tann, sum sit­ur við síðuna av mær. So aft­ aná vit hava prátað eina løtu, fái eg øgiliga ofta spurningin “Altso hvør ert tú? Eg kenni hasa røddina aftur… hvar er tað, eg havi hoyrt hana fyrr?” og tá eg fortelji teimum, at tað má vera frá Trølla Ommuni, skilja tey tað beinanvegin, for­ tel­ur hann.