Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. november 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 130 15 Eyðkenda røddin umborð á Smyrli Niels Petersen bjóðar ferðafólkum vælkomnum “Góðu ferðafólk, skipari og mann­ing ynskja Tygum væl­kom­in umborð á Smyril…” S oleiðis byrja boðini, sum koma í háttal­ar­un­um á hvørj­um einasta túri um­borð á Smyrli. At ferða­seðlar fáast í kiosk­ini, og at bilførarar skulu fara oman á dekkið í góðari tíð, vita øll, og hesi boðini duga nógv fólk utt­ an­at eftir hondini. Røddina til hesi boðini eigur Niels Petersen. Hann hevur seinastu árini varpað mangan fó­tbóltsdyst út, so hendan rødd­in er alt annað enn ókend. Í 2007 fekk Miðlahúsið áheit­ an frá Strandferðsluni um at taka eina nýggja rødd upp, og tað mátti gjarna vera ein suðr­ ingur. Áðrenn hetta var tað ein kvinna, ið legði rødd til, og mann vildi nú royna seg við ein­ari róligari mannligari rødd. - Eg arbeiddi í Miðlahúsinum tá, og var tann nýggjasti, sum var har. So slapp eg at royna at lesa tað inn, sigur Niels Pet­er­ sen. Tað eydnaðist væl, og hetta ljóðið bleiv so brúkt. Nøkur ár seinni skuldi røddin endur­ nýggj­ast. - Tá setti eg meg í samband við teknikaran Eyðun Ásason, og vit brúktu nógvar tímar í studionum fyri at fáa tað rætta ljóðið, og so fingu vit eitt lítið oyra aftur fyri tað, sigur Niels Petersen. Kenna røddina aftur Tað hendir seg, at onkur kennir eyðkendu røddina aftur, tá Niels Petersen møtir onkrum, hann ikki hevur tosað við fyrr. - Onkur hevur onkuntíð sagt: “Handan røddin ljóðar mær kend, ert tú tikin upp nakra­ staðni?” Tað kemur fyri, og tað er bara stuttligt, at onkur spyr viðhvørt, sigur Niels Pet­er­sen. Niels Petersen er sjálvur suðringur, og ferðast tí ofta við Smyrli. Tá hoyrir hann á hvørj­ um túri seg sjálvan bjóða sær sjálvum vælkomnum umborð. - Í byrjanini var tað eitt sind­ ur flóvisligt at hoyra seg sjálv­ an. Tað er tað altíð, haldi eg onk­urs­vegna. Mann ljóðar heilt øðr­vísi, enn mann heldur, mann ljóðar, sigur Niels Pet­er­ sen, sum ikki leggur merki til tað í dag. - Nú leggi eg ikki merki til tað. Onkur spyr fyri stuttleikar: “nú, ert tú aftur við í dag? Ert tú við hvørja ferð?”, flennir Niels Petersen. Jákup skrivaði Heimkoman og Rósan Heimkoman snúði seg um ein gamlan bil Jákup Mortensen úr Vági hev­ur gjørt løgini Rósan og Heimkoman R ed Boys var ein tón­ leika­bólkur, sum varð stovnaður í 1959 av fýra unglingum í Vági. Teir løgdu seg fyrst og fremst eftir at spæla coverløg, og teir vóru væl dámdir. Jákup Mort­ensen var við í Red Boys, og einaferð fór hann at royna at skriva síni egnu løg. Hann skrivaði kenda lagið Heimkoman, sum verður spælt Faroe Boys. Tá Jákup skriv­aði Heimkomuna handl­ aði sangurin at byrja við um ein bil. - Eitt tað fyrsta, eg skrivaði, var tað, sum bleiv til Heim­ kom­una. Men upprunaliga snúði sangurin seg um ein gaml­an lastbil. Gamli bilurin var eitt súmbol uppá lívið. Sum unglingi er mann jú væl fyri og arbeiðir, men tá mann verð­ur eldri, er ikki brúk fyri tær uppá sama máta. Gamli lastbilurin stóð í einari gar­ asju í Vági og koyrdi annars uppá tað síðsta. So komu nýgg­ir bilar til, sum kláraðu at yvirhála hann, og hetta var súmbolikkurin í sanginum, fortelur Jákup Mortensen. Robert McBirnie umskriv­ aði tekstin, men brúkti sama lagið, sum Jákup Mortensen hevði gjørt. Jákup Mortensen skrivaði eisini flotta sangin, Rósan, sum saman við Heim­ kom­uni er fólkaogn í dag. - So seint sum í dag spældi útvarpið Rósuna. Hon er frá 1959, og tað eru heili 60 ár síðan. At sangurin kann fanga fólk enn í dag, haldi eg, er fantastiskt. So má eg hava gjørt okkurt rætt, sigur Jákup Mortensen. Hann skrivar enn sangir í dag, og tað síðsta, hann hevur gjørt, var ein sangur til NSÍ veitsl­una í síðstu viku. Hann sigur, at hann ætlar sær ikki at geva nakað út sjálvur. - Eg tími ikki at standa í fremstu rekkju. So framligur eri eg heldur ikki, flennir hann og sigur, at hann heldur vil hjálpa til, um tað er okkurt sum skal framførast. Mynd: Runavíkar kommuna