hósdagur 8. november 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 130
16
HALLUR AV RANA
F
yri nøkrum árum síðan
skolaði eitt nýtt rák yvir
Føroya land, tá menn í
øllum aldri brádliga lótu
rakigreiðurnar liggja og í staðin
lótu skeggið yvir yvirvørrina
vaksa allan november mánað.
Movember var navnið á
nýggja rákinum, ein samanrenn
ing av ensku orðunum mustage
og november, ið eggjaði menn
at lata yvirskeggið vaksa fyri at
varpa ljós á mannfólkaheilsu og
prostatakrabba.
- Movember er mánaðurin, har
vit seta fokus á mannfólkaheilsu.
At minna mannfólk um at ansa
upp á seg sjálvar og fylgja við,
um tað er nakað galið. Um man
er illa fyri ella følir eitt prik, so
skal man lata tað kanna, sigur
Eirikur Simonsen, formaður í
Prostatabólkinum hjá Krabba
meinsfelagnum.
33 tilburðir í 2017
Síðan 1995 hevur Krabbameins
felagið staðfest 442 tilburðir av
prostatakrabba í Føroyum. Fyrstu
árini vóru ikki so nógvir tilburðir
skrásettir í Føroyum, men síðan
2006 hava yvir 20 tilburðir verið
skrásettir á hvørjum ári.
Flest tilburðir blivu skrásettir
í 2009, tá 44 menn fingu staðfest
krabbamein í prostata, meðan
talið í fjør var 33. Orsøkin til
vøksturin í talinum av skrásett
um tilburðum verður mettur at
vera eitt úrslit av, at fleiri menn
nú lata seg kanna fyri sjúkuna.
Tískil er tað ikki ein ábending
um, at prostatakrabbi er farið at
gera meira um seg, men at tað nú
verður skrásett oftari.
Prostatakrabbi verður mett
av vera tað slagið av krabbamein,
ið rakar flest mannfólk. Talan
er um krabbamein í bløðruháls
kertlinum, ið liggur beint undir
landbløðruni. Mett verður, at
árliga doyggja umleið tíggju før
oyskir menn av prostatakrabba.
Av tilvild
Sjálvur fekk Eirikur Simonsen
staðfest prostatakrabba av
tilvild, tá hann var hjá sínum
kommunulækna í heilt øðrum
ørindum.
- Eg var 52 ára gamal, tá eg
fekk staðfest sjúkuna, og var
tað rættiliga aggressivt hjá mær.
Læknin á Ríkissjúkrahúsinum
segði mær eisini, at um tað ikki
var funnið av tilvild tá, so hevði
verið ov seint hjá mær, tí hol var
komi í uttasta lagið av prostata.
Tað var bara ikki farið víðari enn.
So eg varð loftaður í síðstu løtu.
Tí kemur tað ígjøgnum, so fer
krabbameinið víðari í likamið,
sigur Eirikur Simonsen.
Fyri tveimum árum síðan
SAMRØÐA: Eirikur Simonsen
LEKTUR
MEN ALDRIN
FRÍSKUR
- Eg var 52 ára gamal, tá eg fekk staðfest sjúkuna og var tað rættiliga aggressivt
hjá mær. Læknin á Ríkissjúkrahúsinum segði mær eisini, at um tað ikki var
funnið av tilvild tá, so hevði verið ov seint hjá mær, tí hol var komi á uttasta lagið
av prostata. Tað var bara ikki farið víðari enn. So eg varð loftaður í síðstu løtu. Tí
kemur tað ígjøgnum, so fer krabbameinið víðari í likamið, sigur Eirikur Simonsen
Yvirlit yvir tilburðir av prostatakrabba frá 1995 til 2017
MYND: KRABBAMEINSFELAGIÐ