Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. november 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 130 17 fekk hann eitt afturfall, men søgdu læknarnir tá, at tað vóru leivd­ir frá skurðviðgerðini í 2005, ið teir høvdu funnið. Tann skurðviðgerðin eydnaðist eisi­ ni væl og eru í dag eingin tek­ in til sjúkuna. Men hóast hann sostatt telist millum eina av sólskinssøgunum, ið slapp rættiliga væl frá tí, so dylur hann ikki fyri, at prostatakrabba er ein sjúka, ið altíð fer at fylgja ein­um. - Tá man hevur verið gjøgnum eina viðgerð, so verður tú ikki frískur, men einans lektur fyri krabba­mein. Tí hetta er ein sjúka við seinfylgjum, ið fylgja ein­um alt lívið. Men hetta er so ein sjúka, ið er til at liva við, sigur Eirikur Simonsen. Øll fáa trupulleikar av tí Tað er kanska ikki so óvæntað, at prostatakrabbi er tað mest van­liga slagið av krabbameini millum mannfólk, tí sambært Eirikur Simonsen, so fáa øll mann­fólk trupulleikar við sín­ um prostata, um teir eru so hepn­ir, at liva eitt langt lív. - Um man livur nóg leingi, so fáa øll trupulleika av tí. 70 pro­ sent av øllum mannfólkum yvir 70 ár hava eitt ov høgt PSA-tal, og millum mannfólk yvir 80 ár, er tað yvir 80 prosent, vísir Eirikur Simonsen á. PSA er ein natúrligt protein, ið einans verður framleitt í pro­ stata. Tann natúrliga mongd­in av PSA í blóðinum veksur við aldrinum á monnum. Tí er eitt høgt PSA tal í sjálvum sær ikki ein ábending um sjúku, men skal talið vera hægri enn tað, ið er vanligt fyri aldurin. Og tað eru ser­liga menn í 50'unum, ið muga geva sær far um hetta. Rakar eldri menn Tað er nevniliga í stóran mun menn millum 50 ár og 60 ár, ið mugu geva sær far um sjúkuna, vísir Eirikur Simonsen á. - Um man er ungur, tá man fær prostatakrabba, so er man í 50'unum. Um tú ert yngri enn tað, so ert tú øgiliga ungur. Tað kemur fyri, at menn síðsti í 40'unum fáa staðfest prostatakrabba. Tað er ikki gott, tí ert tú so ungur, hevur tú lítlan kjans at yvirliva. Yngri man er, meira aggressiv er sjúkan, sigur Eirikur Simonsen. Hinvegin er man allarhelst slopp­in undan sjúkuni, um virðið á PSA ikki er ov høgt, tá man kann hátíðarhalda 60 ára føðingardagin. - Mátar tú PSA-virðið sum 58 ella 60 ára gamal og tað er í botn, so kanst tú sláa kalt vatn í blóðið. Tað merkir, at tú nokk aldrin fær sjúkuna. 10 ár seinni kanst tú máta tað aftur og tá eru tølini øðrvísi, men tað er vanligt. Tað merkir ikki tú ert sjúkur. Tað er bara áðrenn man er 60 ár, at man helst ikki skal hava eitt ov høgt tal, sigur Eirikur Simonsen. Ikki leypa framav Formaðurin í Prostatabólkinum hjá Krabbameinsfelagnum vísir eisini á, at tað er týdningarmikið, at man ikki leypur framav, hóast man hevur eitt høgt tal av PSA. - Um tú ert í 50'unum og fær máta eitt PSA-virði, ið er und­ ir 4, so er tað vanligt. Um tað liggur harum ella sindur hægri, so verður tú settur undir eyg­ leið­ing. Tað verður man, tí at skurð­viðgerð er ikki altíð besta loysnin. Tí heldur man eyga við, um talið er støðugt. Um tað veksur, so er tað tekin um, at sjúkan spreiðir seg til restina av lika­minum og neyðugt er við skurð­viðgerð, sigur Eirikur Simon­sen. Orsøkin til, at man gjarna bíðar við at leggja menn undir skurð, er tí seinfylgjurnar av sjúku­ni kunna vera rættiliga keði­ligar fyri sjúklingin. - Tað kostar nógv fyri lívsvirði. Menn kunnu fáa trupulleika við kynsliga førleikanum og at halda vatninum. Tí skal man ikki viðgerða menn óneyðugt fyri prostatakrabba, men einans leggja menn undir skurð, um tað er neyðugt, sigur Eirikur Simon­ sen. Ikki bíða Hóast talan er um eina sjúku, ið rakar eina rúgvu av føroyskum monn­um á hvørjum ári, so er trupult at fyribyrgja hana, tí sjúku­eyð­kennini eru heldur ógreið. - Tað mest vanliga teknið er, at man skal oftari á vesi. Serliga um næturnar, tí man klárar ikki goyma líka nógva vætu í bløðru­ ni. Harumframt kunnu kynsligu førleikarnir vikna. Men man skal vera serliga árvakin, um man brádliga fær pínu í mjadnarnar og liðirnar. Tá er tað vanliga tí sjúkan hevur spreitt seg og tá er mangan longu ov seint at gera nakað við tað, sigur Eirikur Simon­sen. Hann heitir tó á allar menn, at lata seg kanna, um tað er tann minsti ivi um, at okkurt er, sum tað ikki eigur at vera. Tí tíðin er avgerandi í viðgerðini. - Tað er ymiskt hvussu menn finna út av, um teir hava krabba­ mein í prostata. Men fert tú at merkja okkurt, so er at siga frá beinan­vegin, tí tíðin hevur nógv at siga. Og um tað verður funnið áðrenn tú følir tað sjálvur, so er stór­ur møguleiki fyri, at tað verður grøtt, sigur Eirikur Simon­sen. HALLUR@SOSIALURIN.FO Movember byrjaði á eini barr M ovember sá dag­sins ljós í eini barr í avstralska býnum Mel­bourne, tá tveir vinmenn, Tra­vis Garone og Luke Slattery, hittust yvir eina øl. Prátið teirra millum fall inn á aftur­vend­andi rák og hvussu spell tað var, at yvirskeggið aldrin var eitt av teimum rákum, ið kom aftur í móta. Avgjørt bleiv tí, at sannføra vin­menninar at vaksa eitt yvir­skegg og gera eitt átak burturúr tí, ið skuldi varpa ljós á mannfólkaheilsu og prostatakrabba. Fyrsta árið bleiv ongin peningur savnaður inn, men fimtan ár seinni er Movember vorðið eitt heilsufremjandi, sosialt og altjóðað átak, ið varpar ljós á prostatakrabba, testikkulkrabba, sálarliga vælveru, sjálvmorðsfyribyrging og heilsutrupulleikar hjá monnum. Átakið hevur eisini spreitt seg frá eini barr til Melbourne til Eysturríki, Belgia, Kanada, Kekkia, Danmark, Frakland, Hong Kong, Týskland, Írland, Holland, Nýsæland, Norra, Singapor, Suðurafrika, Spania, Svøríki, Sveis, Bretland og USA. Hesi árini hava yvir 5,5 milliónir menn latið sítt yvirskegg vaksa í november mánaði og hevur vælgerandi felagsskapurin handan Movember fíggjarliga stuðla 1.200 verkætlanum kring allan heim, ið virka fyri at betra um heilsuna hjá monnum. Tá man hevur verið gjøgnum eina viðgerð, so verður tú ikki frískur, men einans lektur fyri krabbamein