Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. november 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 130 18 PÆTUR HJALMAR EVENSSON Í s e p t e m b e r m á n a ð vóru um­boð frá suður­ afrikanska films­lið­num, Green Renaissance, í Før­ oy­um. Filmsliðið hevði eitt enda­ mál, og tað var at finna áhuga­ verdar føroyingar, sum høvdu eina serliga kveikjandi søgu at for­telja um antin seg sjálvar, lív­ið ella náttúruna. Ein nýggjur filmur verður kunn­gjørdur hvønn mikudag á miðlunum hjá Green Renais­ sance. Tað veri seg á heima­ síðuni, Youtube, Facebook og Vimeo. Inntil víðari eru tríggir film­ar úr Føroyum komnir á hesar pallarnar. Hin fyrsti var við Ole Jakob Nielsen úr Leyn­ um, sum hugleiðir um kærleika og kreativitet. Hin seinni er við Evu úr Dímun, sum greiðir frá lívinum á avskorna Stóra Dímun. Nýggjasti filmurin varð tøkur á netinum mikudagin, og hesin er um nakrar kvinnur, sum hittast á Sandagerði um morgnarnar til morgunsvimjing. Í Green Renaissance eru fýra krea­tiv­ar sálir, ið brenna fyri at ferðast og deila postivar og kveikj­andi søgur hjá fólki kring allan heimin. Tí vóru Føroyar eitt upplagt stað hjá teimum at koma. Koyrdi runt alt landið Michael Raimondo er ein av teimum fýra í filmstoyminum, og hann var í Føroyum í tveim­ um umførum fyri at gera filmar­ nar. - Eg kom fyrst einsamallur í nakrar vikur fyri at gera kann­ ingar­arbeiði í august. Eg koyrdi runt oyggjarnar og møtti so nógv­um fólkum, sum eg kundi. Hesi fortaldu mær so um onkrar per­sónar, sum kundu verið áhuga­verdir at práta við. Eg kom so aftur í september, og tá var mynda­maður okkara, Warren Smart, við mær, greiðir Michael Rai­mondo frá. Visit Faroe Islands syrgdi fyri at gjalda flogbillettirnar og innivist, meðan Green Renais­ sance fíggjaðu rest. Í teirra virk­ semi fíggjar filmsliðið fyri tað mesta allar filmarnar, men hava nøkur fólk kring allan heim­in, sum stuðla teimum við pen­inga­ gávum. Av tí at filmarnir eru ókeypis, eru filmarnir treytaðir av stuðli frá hyggjarunum á inter­netinum, um teir skulu halda fram við at vera ókeypis. Um­leið 2,6 milliónir fólk dáma og fylgja Green Renaissance á Face­book. Michael Raimondo og Warren Smart vóru í Føroyum í 12 dagar. Gjøgn­um hesar 12 dagarnar náddu teir at gera ein film hvønn dag. - Eg legði meg m.a. eftir at hava líka nógvar kvinnur og menn í teimum 12 filmunum, sig­ur Michael Raimondo. Vanlig fólk, sum gera okkurt serstakt Tað hevur týdning fyri Green Renaissance, at filmarnir ikki eru knýttir at nakrari fyritøku ella eru lýsingakendir. Tað skulu vera fólkini, sum eru í mið­deplinum, og tað er einasta enda­málið hjá teimum. - Okkara høvuðsendamál er at deila inspirerandi søgur við heimin, sum kunnu verða sædd­ ar og hoyrdar ókeypis. Í Før­oy­ um valdi eg fólk, sum eg helt hava eina vakra søgu at fortelja. 12 stuttfilmar um føroyingar: MENTAN: Stuttfilmar TIL FØROYA AT FINNA FÓLK VIÐ ÍBLÁSTRI TIL LÍVIÐ Eitt filmslið úr Suðurafrika hevur verið í Føroyum fyri at gera samrøður við føroyingar við einari inspirerandi søgu. Nú eru fyrstu stuttfilmarnir tøkir á internetinum, og hvønn mikudag kemur ein nýggjur út Eva úr Dímun fortaldi í seinna filminum um lívið í Stóra Dímun. Hon kundi ikki ímyndað sær nakað annað Morgunsvimjararnir. Her verða kvinnurnar, sum svimja um morgnarar filmaðar á Sandagerði