hósdagur 8. november 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 130
19
Tað snýr seg um ein universellan
veruleika, ið øll í heiminum
kunnu kenna seg aftur í, sigur
Michael Raimondo.
Fyri Green Renaissance er
allur heimurin fyltur við íblástri
til lívið.
- Allastaðni, vit hyggja, síggja
vit ein heim fyltan við íblástri.
Onkuntíð snýr tað seg um at
fanga eina samrøðu við onkran,
sum virðismetir veruliga vakur
leikan í tilveruni. Aðrar tíðir
snýr tað seg um at møta áhuga
verdum fólki, sum fáa íblástur
frá náttúruni. Í heila tikið leggja
vit okkum eftir at finna vanlig
fólk, sum gera okkurt heilt ser
stakt, fortelur Michael Raimon
do.
Hugtikin av tí fjarskotna
- Vit hava altíð verið hugtikin
av fólki, ið búgva í fjarskotnum
støðum. Serliga av fólki, sum
enn hava eitt sterkt samband við
jørðina, náttúruna og siðvenjur,
sigur Michael Raimondo.
- Eg haldi, at fólkið í Føroyum
er besti eginleikin hjá føroying
um. Føroyingar eru ótrúliga
vinarligir og fyrikomandi.
Teir høvdu eitt gott upplivilsi
í Føroyum.
- Tað var ógvuliga serligt at
blíva bjóðaður heim til fólk at
eta og síðani brúka dagin saman
við teimum fyri at tosa um lívið,
sigur hann.
Fann einki á netinum um
lokalu føroyingarnar
Áðrenn Green Renaissance
valdu at koma til Føroya, leit
aði Michael á internetinum fyri
at fáa størri innlit í oyggjarnar.
Hann fann nógvar náttúru
filmar, men fann verri enn so
líka nógvar filmar um lokalu
føroyingarnar. Filmarnir hjá
Green Renaissance snúgva seg í
høvuðsheitum um fólk, og tí var
tað upplagt at koma til Føroya at
gera okkurt við hetta.
- Áðrenn eg kom til Føroya,
leitaði eg á internetinum eftir
Føroyum, og eg fann næstan
eingi videobrot ella nakra lýsing
av teimum lokalu fólkunum,
sigur Michael Raimondo, sum
vónar at hesir filmarnir fara at
broyta uppá tað.
- Eg vóni veruliga, at hesir
12 stuttfilmarnir, sum vit hava
gjørt, fer at geva heiminum eitt
lítið innlit um tey undurfullu
føroysku fólkini, sigur hann.
Michael Raimondo sigur,
at har er ein møguleiki fyri, at
Green Renaissance koma aftur
til Føroya at gera nýggjar filmar
í næsta ár.
PATURE@SOSIALURIN.FO
Michael
Raimondo
er ein av
fýra í Green
Renaissance
toyminum
Ole Jakob Nielsen, sum býr í Leynum, hugleiddi í
fyrsta filminum um kreativitet og lívið
Her kanst tú síggja filmarnar:
Stuttfilmarnir hjá Green Renaissance eru allir tøkir at síggja
ókeypis á internetinum. Heimasíða teirra er Greenrenaissance.
co.za, og har síggjast allir filmarnir. Filmarnir liggja
annars á YouTube, Vimeo og á Facebook-vanga teirra.
Hesir eru teir 12 filmarnir
1 - Ole Jakob Nielsen - Wood Worker
2 - Eva - Farmer on Stora Dimun
3 - Trondur Patursson - Glass Artist
4 - Ingi Sorensen - Underwater Diver / Photographer
5 - Rakel Helmsdal - Author
6 - Livar Nysted - Open Ocean Rower
7 - Borgny Dam Patursson
8 - Astrid Wanderease
9 - Anna Louisa Joensen - Horse Lady
10 - Brandur Patursson
11 - Morning Swimmers
12 - Hobbit Hole with Rakel and Ole
Her taka tey filmin
um listamannin
Trónd Patursson upp