Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. november 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 130 20 Bústaðarbankin kann halda fólk búgvandi á smáplássum Uppskotið fráq Miðflokkinum um bústaðarbanka elvdi til kjak um sjálvt bústaðar­ mynstrið í Føroyum ÁRNI GREGERSEN T að eru teir báðir, Jenis av Rana og Bill Just­in­ us­sen úr Miðflokk­in­ um, sum hava lagt eitt uppskot fram um at ein bústað­ arbanka. Uppskotið hevur til enda­ máls at økja og víðka um fígg­ ing­arútboðið á føroyska bú­ stað­a­marknaðinum. Somu­leiðis hevur uppskotið til enda­máls at gera sítt til at tálma prís­ vøkst­urin á bústaðamarkn­að­ in­um. Tað er millum annað íbúð­ar­ neyðin, sum ger at uppskotið verður lagt fram, men tað hev­ ur eisini til endamáls at tryggja, at vit ikki øll bara savnast á teimum størru plássunum. Føroyski bústaðamarknað­ ur­in hevur eisini stórar bygn­ að­arligar trupulleikar. Størsta og greiðasta avleið­ ing­in er, at bústaðatørvurin kring landið er ovurstórur. - Men higartil hava lands­ myndug­leikarnar aftrað seg við at skipa ein aktivan bú­ staða­politikk, ið hevur til enda­ máls at loysa bygnaðarligu trupul­leikarnar, siga teir baáðir upp­skots­stillararnir. Heldur hevur verið trúð uppá marknaðarloysnir, saman við smærri lappa-loysnum, sum Bústaðir hava fingið litið upp í hendi at taka sær av. Kommunurnar hava ikki fingið størri heimildir til at skipa fyri bústaðapolitiskum átøk­um. Hetta er heimildir, sum nógvar kommunur fegnar vilja hava, men høvuðs­stað­ar­ komm­unan vil ikki hava hesa heimild­ina. Tað hevur Annika Olsen, borg­arstjóri í Havn, verið úti og sagt. Fígging Ein onnur avgerandi orsøk til at uppskotið er lagt fram er, at privatu lánistovnarnir aftra seg við at lata lán til bústað­ar­ bygg­ing uttanfyri miðstað­ar­ økið. Miðflokkurin sigur, at tað almenna hevur lítlan leiklut í fígg­ing av sethúsum og bústøð­ um. Í stóran mun hevur al­ menni myndugleikin latið í hend­urnar á privatum pen­ inga­stovnum at veita bústaða­ lán. Hetta hevur bæði hepnar og óhepnar avleiðingar. Ein óheppin avleiðing er, at privatu bankarnir hava skyldu mótvegis sínum partaeigarum at vinna pening úr sínum virk­ semi við minst møguligum váða. Við hesum er tað vorðið trupl­ari at fáa fígging til set­ hús, jú longri burtur frá høv­ uðs­staðnum húsini eru. -Tað ljóðar, at bankarnir í stór­an mun veita fígging eftir, hvat endursøluvirðið er og í minni mun eftir, um eigarin megn­ar at gjalda lánið aftur. Tá er lætt at rokna út, at bankarnir tilvitað ella ótilvitað eggja fólki til at búseta seg í miðstað­ar­øk­ inum, sigur Miðflokkurin. Hetta er, sæð frá einum sam­ felagsmennandi sjónarmiði, ikki skilagott. Men bankarnir hava ikki skyldu at hugsa sam­ felagsmennandi. Ta uppgávuna hava landsstýri og løgting, legg­ur flokkurin afturat. Góð undirtøka Løgtingið hevur havt 1. viðgerð av uppskotinum. Tað vísti seg, at nógv taka undir við uppskotinum. Summi taka undir við sjálvum upp­ skot­inum, meðani onnur søgdu, at hetta í stóran mun er eitt upp­skot, sum setir bæði møgu­leikar og trupulleikar á bredd­an. Jógvan Skorheim, Sjálvstýri, helt, at hetta er eitt uppskot, sum veruliga setir fokus á, hvat tað er sum hendir í Føroyum og hvør tað er, sum sstýrir hesi broyt­ing. At peningastovnarnir ikki veita somu lán til bygging utt­ an­fyri miðstaðarøkið ger at bú­ staðarmynstrið broytist. - Tað er ikki serliga gott, tí tað er onki at ivast í, at ein av or­søk­unum til at vit klára okk­ um so væl, er okkara bústað­ar­ mynst­ur. Í Føroyum telir hvør ein­stakur borgari so ómetaliga nógv, segði Jógvan Skorheim. Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, helt, at hetta er eitt uppskot, sum setir hol á eitt kjak. Hon er sannførd um at okkurt má ger­ ast við bústaðarpolitikkin og hetta er eit gott íkast til tað kjakið. Stovnsfæ Landið eigur pening í grunnum, har teir gera lítla og onga nyttu. Landskassin eigur umvegis Fíggingargrunnin 34 prosent av BankNordik, sum leysliga mett kunnu vera verd 600 mió. krónur. Landsstýrið hevur onga ávirk­an á raksturin í bankanum og kann ikki áleggja bankanum ávísan útlánspolitikk. Miðflokkurin heldur, at lands­stýrið eigur at selja sín ogn­arlut í BankNordik og lata fæið sum stovnsfæ í nýggja Bú­staðabankan. ‘Flokkurin heldur eisinni, at tann peningur, sum verður sett­ur í búskapargrunnin, eins væl kann brúkast til sama enda­mál. Júst ognarlutirin hjá land­ inum í Bank Nordik fekk eisini stóra umrøðu undir kjakinum. Onkur helt, at landið brúkar ogn­arlutin nóg mikið, meðan onn­ur hildu, at rætt er at selja ognarlutin og brúka pengarnar til stovnsfæ í einum bústað­ar­ banka heldur. Málið var eftir 1. viðgerð beint í fíggjarnevndina. Bill Justinussen, MIðflokkurin hevur lagt uppskotið fram ...saman við Jenis av Rana. Jógvan Skorheim, Sjálvstýri, helt at uppskotið sum heild er gott og í hvussu so er sedtir hol á. Ognarluturin hjá landinum í Bank Nordik fekk nógva umrøðu POLITIKKUR