hósdagur 8. november 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 130
21
Minni tíð at
arbeiða við
fíggjarlóg fyri
næsta ár
Eykajáttanin til Glasir hevur tikið tíð
frá fíggjarnevndini til at fara undir
fíggjarlógararbeiðið fyri næsta ár
ÁRNI GREGERSEN
F
íggjarnevndin hjá Løg
tinginum er altíð týdn
ingarmikil, men frá nú
til nýggjárs er tað tann
nevndin, sum hevur allarmest
at gera.
Nevndin stendur fyri allari
politiskari viðgerð av fíggjar
lógini, sum skal avgera, hvørjar
útreiðslur og inntøkur landið
hevur, komandi ár.
Ruth Vang, Framsókn, er for
kvinna í fíggjarnevndini. Hon
sigu, at nevndin ikki av álvara
er farin undir hetta arbeiðið
enn, tí eykajáttanin til Glasir
tekur nakað av tíð at fáa av
greidda.
Forkvinnan
sigur
tó,
at
nevndin hevur havt fundir, har
tey hava gjørt spurningar til
landsstýrisfólkini og sent teir
víðari.
Tað er vanligt, at tá ið fíggj
arlógaruppskotið er komið í
tingið og hevur fingið 1.viðgerð
har, so verður tað beint í fíggj
arnevndina. Har verður upp
skotið so gjøgnumgingið og
nevndin setir spurningar til
landsstýrisfólkini.
Nýggjar metingar
Fíggjarnevndin umboðar tingið
í viðgerðini. Landsstýriskvinn
an við fíggjarmálum leggur
uppskotið fram, men vanligt er,
at tá ið fíggjarmálaráðið hevur
nýggjastu inntøkutølini fyrst í
desember, verða nakrar rætt
ingar gjørdar, sum nevndin tá
eisini skal fyrihalda seg til og
innarbeiða í uppskotið.
Uppskotið
um
fíggjarlóg
skal samtykkjast í hesum árin
um og stýrir so inntøkunum og
útreiðslunum hjá tí almenna í
komandi ári.
Fíggjarlógin fyri 2019 er tann
seiansta í hesum valskeiðnum.
Royndir vísa, at tað ofta er tor
førast at gera fíggjarlóg, tá ið
val stendur fyri durðum.
Val skal vera í seinasta lagi 1.
septmber 2019, so hetta er sein
asta fíggjarlógin í hesum val
skeiðnum.
- Vit vita at tað er torført, tí
júst nú siga mong, at tað sum
eg ikki havi fingið ígjøgnum
hini árini, tað skal eg hava nú,
sigur Ruth Vang.
Hetta er galdandi bæði fyri
andstøðu- og samgonguting
fólk.
Tað, sum royndir politikarar
eisini vita er, at tá ið avlop er á
fíggjarlógaruppskotinum,
so
verður meira trýst lagt á fíggj
arnevndina.
Minnilutaastýri
Sitandi samgonga hevur form
liga verið ein minnilutasam
gonga alla tíðina.
Tað vil siga, at tá ið meirluti
skal fáast fyri fíggjarlógini, so
er samgongan noydd at gera
avtalu við onnur fyri at fáa
uppskotið samtykt.
Hjá hesi samgonguni eru
møguleikarnir
uttanflokka
tingkvinnan Sonja Jógvans
dóttir, Kristin Michelsen og
Magni Laksáfoss.
Enn er óvist hvør av teimum
fer at atkvøða fyri fíggjarlógini
og tí kann samgongan kanska
eisini gera avtalu við annað
hvørt Miðflokkin ella Sjálv
stýri.
Men ofta er tað soleiðis, at
tað kostar at gera slíkar avtalur.
Avgera andstøðuflokkar ella
andstøðutingfólk at atkvøða
fyri fíggjarlógini, so er tað sum
oftast eftir, at tey hava sam
ráðst seg til okkurt afturfyri.
Tað vil siga, at tey kunnu fáa
pening til ávís hjartamál aftur
fyri at tey so atkvøða fyri fíggj
arlógini og harvið tryggja at
hon verður borin ígjøgnum
tingið.
Hesar samráðingar verða
ofta gjørdar í seinastu løtu áðr
enn uppskotið fer til atkvøðu
greiðslu fyri seinastu ferð.
Hetta kann vera stutt undan
jólum ella millum jólanna.
- Eg veit ikki heilt hvussu tað
verður í ár, men at trýstið verð
ur nógv ivist eg ikki í, sigur for
kvinnan í nevndini, Ruth Vang.
Hóast hon er forkvinna í
nevndini, so er ofta talan um
avtalur av slíkum slag, at tær
verða gjørdar við leiðsluna í
samgonguni.
Tað eru avtalur, sum ávirka
langt inn í koamndi ár.
Men altso vit koma helst
tætt uppá desember, áðrenn
fíggjarnevndin av álvara fer at
viðgera fíggjarlógaruppskotið.
Ruth Vang, Framsókn, er forkvinna í fíggjarnevndini.
Spurningurin er um Sonja Jógvansdóttir fer at
atkvøða fyri fíggjarlógini fyri 2019.
Spennandi verður eisini at vita, hvat Kristin
Michelsen, tingmaður fer at atkvøða.
Verður Magni Laksáfoss partur av teimum,
sum atkvøða fyri fíggjarlógini?
Tingfólk fáa nóg mikið at ger restina av árinum