Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. november 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 130 22 SÓLVÁ LINDENSKOV RÓADÓTTIR S einastu fimm árini hevur Árni Nicolajsen framleitt ein heimildarfilm um føroysku listakvinnuna Ruth Smith. Árni Nicolajsen hevur altíð havt áhuga fyri list og vil vera við, at Ruth Smith er ein serligur dýrgripur fyri før­ oyska list. - Hon er so óluksáliga følsom, men sterk samstundis. Um man hygg­ur at litunum í hennara list, sær man, at hon hevur ótrúligt stýr á litunum, hon nýtir – teir for­telja eina søgu. Ruth Smith ber prísin innan føroyska list, tað meini eg, sigur Árni Nicolaj­ sen. Ruth Smith var úr Vági, men giftist til Danmarkar, eftir hon fór niður at leita sær útbúgving. Ruth Smith vaks upp í trongum um­støðum, pápi hennara doyði av tuberklum, tá Ruth bert var nýggju ára gomul, og eitt sindur seinni misti Ruth eisini systir sína til tuberklar. Tað var ein hvít dúgva - Eg veit ikki heilt hvussu eg kom í tankar um at framleiða ein heimildar­film um Ruth Smith akkurát, tað er eitt sindur ringt at greiða frá. Eg plagi at siga, at tað var ein hvít dúgva, sum hana, sig­ur Árni Nicolajsen flennandi. – Tað er møguligt, at tað stavar frá tíðini, tá eg var ungur. Eg hevði ein vinmann, tá eg var um­leið 11 ár, vit gingu til violin tímar saman úti í Grønlandi, og Ruth Smith var fastur hansara. Ruth Smith var deyð stutt áðrenn hetta, so vit tosaðu nógv um hana, tað gjørdu øll - eingin visti heilt, hvussu hon var deyð. So møguliga tað er komið fram aftur brádliga, eg havi altíð havt áhuga fyri hennara list, hon er ein dýrgripur í føroyskari list, sigur Árni Nicolajsen. Ein sonn tulking – Við einum dokumentari gevur søgan seg sjálv. Søgan er til, tað manglar bara onkur at fortelja hana fyri øllum, og tað er so tað, vit hava gjørt við hesum filmi­ num. Vit hava tosað við fólk og sett saman filmin burtur úr sam­røðunum við fólkini, sjálv­ andi hava vit pynta uppá ymiskt fyri at fáa boðskapin fram, sigur Árni Nicolajsen. - Maður Ruth Smith var dani og kallaðist Poul Morell Nielsen. Beiggi Poul fortelur í dag, at Ruth Smith hjálpti beiggjunum at tosa saman aftur. Hetta var ein boðskapur, vit fegin vildu vísa fram, og vit gjørdu so ein part, har Ruth og Arni telva, Ruth flytur Drotningina, soleiðis at hon kemur í vanda, men broyt­ir meining og flytur hana aftur. Hetta peikar Arni út, at tað ikki er í lagi, Poul traðkar so til fyri at forsvara Ruth, og soleiðis byrja teir at tosað aftur, greiðir Árni Nicolajsen frá. - Ein heimildarfilmur er ein listar­lig frágreiðing av veru­ leika­num, tað er ein tulking av sann­leikanum, soleiðis at søgan gerst meira samanhangandi og lættari at skilja. Hjálpin var góð – Nú er hetta mín fyrsti filmur, og eg trúði bláoygt, at hann kundi gerast uppá eitt hálvt ár. Upp­runa­liga var ætlanin við heimildar­filminum at skifta millum at vísa samrøðu við heimildar­fólki, og brot úr leiki­ num, sum spælir tað, ið greitt frá verður. Men av tí at sam­ røður­nar vóru upptiknar við einum kamera, sum hevði verri mynda­góðsku enn góðskan í kameranum, sum varð nýtt til leikirnar, varð avgjørt ikki at blanda ymiskar tøknuligar dygdir saman. Í staðin fyri bóðu vit Eivind Weyhe verða frá­søgufólk og siga tað sum heimildarfólkini høvdu at siga, sigur Árni Nicolajsen. – Eg fekk hjálp frá fleiri fólk­ um at framleiða filmin, eg havi tikið størsta partin upp sjálvur, men Eiríkur Bjørnsson hevur eisini hjálpt mær at tikið okkurt upp. Eisini hevur Dagfinn S. Høj­gaard hjálpt mær at skrivað heimildar­filmin niður til leik­ fólki. Leikfólk hjálpti Beinta Zachariassen mær við at finna, og tað eydnaðist ótrúliga væl. Tað hevur tikið langa tíð at gjørt film­in, av tí at man má fáa alt at hanga saman millum leikarar og okkum, men nú er filmurin klárur. Eg eri heilt nøgdur við úrs­litið, og eg gleði meg at vísa filmin fram nú komandi dagar­ nar, sigur Árni Nicolajsen. - Eitt skifti hugsaði eg, at eg sjálvur kundi klipt filmin og eftir­viðgjørt ljóðsíðuna. Men til alla lukku fekk eg filmklipparan Jóhannus Elias Johansen og ljóð­eftirviðgerðarmannin Sámal Jákup Jakobsen at gera hetta arbeið­ið. Annars hevði filmurin verið nógv seinni liðugur, ella kanska ongantíð, og hann hevði í hvussu so er ikki nær námind so góður, sum hann nú er blivin, sig­ur Árni Nicolajsen. Eftir ætlan verður heimildar­ film­urin vístur runt alt Før­oyar. Fyrsta sýning verður sunnu­ dagin í Vági, sum er heimbygdin hjá Ruth Smith. Klokkan trý verður sýningin víst fyri inn­ bod­num gestum, og klokkan sjey verður filmurin fyri fyrstu ferð vístur fyri almenninginum. RUTH VAR FØLSOM MEN STERK – Ruth Smith er ein dýrgripur í føroyskari list, sigur Árni Nicolajsen, sum hevur framleitt heimildarfilm um listakvinnuna úr Vági. Filmurin verður frumsýndur sunnudagin Filmurin um Ruth Smith verður frumsýndur í Vági sunnudagin – Nú er hetta mín fyrsti filmur, og eg trúði bláoygt, at hann kundi gerast uppá eitt hálvt ár, sigur Árni Niolajsen, sum nú gleðir seg at vísa heimildarfilmin um Ruth Smith fyri føroyingum