hósdagur 8. november 2018síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 130
24
Óli Jacobsen
Siðsøga
Óli Jacobsen
3. partur
S
einasti partur endaði
við, at Songelv, sum
Poul Carl, sigldi við,
varð
niðurskotin
av
týskum kavbáti. Poul Carl fór
tá sum ólærdur stýrimaður við
1131 tons stóru norsku barkini
Aquila.
Teir skuldu til Piladelphia í
USA. Tað gekk illa at fáa hend
ur á góðkendum sjókortum, tí
fóru teir avstað og sigldu við
sløktum lanternum. Eftir tvey
samdøgur blivu teir preiðaðir
av einum enskum herskipi,
sum kannaði pappírini og
góvu loyvi til at sigla víðari.
Aftaná at hava siglt í fýra sam
døgur vóru teir komnir so
langt, at teir hildu seg vera
komnar úr vandasjógvi og
kundu taka sær meira av løtt
um.
Men ein dagin sær 1. stýri
maður eitt far, sum sær nokk
so
illgrunasamt
út.
Hann
gjørdist skjótt greiður yvir, at
hetta var ein týskur kavbátur.
Tað vardi heldur ikki leingi, til
tær fyrstu granatirnar vóru
sendar móti teimum. Mann
ingin á Aquila setti báðar bát
arnar út, og manningin fór í
teir.
Aquila varð so søkt av týska
kavbátinum, har skiparin var
Hans Rose. Hann var ikki hvør
sum helst. Hann var ein tann
mest kendi og heiðraði týski
kavbátaskiparin, sum eisini
var kendur fyri sítt dirvi. Hann
vitjaði herbátastøðina í New
port í USA við sínum kavbáti.
Her komu flotayvirmenn á
vitjan saman við teirra konum.
Tá ið hann fór út aftur, søkti
hann fleiri amerikonsk skip!
Ikki var vinalagið størri enn
tað.
Hans Rose varð eisini kend
ur fyri hansara atlit til mann
ingarnar á teimum skipum
hann søkti. Um tað var møgu
ligt, gav hann sjófólkunum
møguleika at fara í bátarnar
við vatni og provianti. Hetta
vóru eisini tær royndir, sum
føroyingar høvdu.
Manningin á Aquila mátti
nú bjarga sær sum frægast á
opnum havi. Hetta var 14. mars
1917, so tað var framvegis rætti
liga kalt. Hetta merktu menn
inir eisini. Aquila varð bygt í
1876,
og
bjargingarbátarnir
vóru eins gamlir. Viðlíkahaldið
hevði eisini verið so sum so.
Tað var skjótt, at bátarnir fóru
at leka. Tveir mans máttu tí
setast at oysa. Verri var, at
stavnarnir eisini brotnaðu, og
tí komu menninir at sita í
ískøldum sjógvi til knøini.
Tímarnir gingu, og tað gjørdist
myrkt. Tá ið tað var blivið ljóst
dagin eftir, fingu teir eyga á
roykskýggj langt burtur. Tá ið
tey nærkaðust vísti hetta seg
at vera tvey bretsk herskip.
Tey tóku so menninar upp,
og teir vóru førdir til Orkn
oyggjarnar. Har sluppu teir tó
ikki á land.
Men teir vóru kortini væl
slopnir. Allir komu frá hend
ingini á lívi. Bara ein maður
varð eitt sindur meiddur.
Tað eydnaðist Poul Carl at
sleppa burtur úr Kirkwall til
Liverpool.
Nú
hevði
hann
fingið nóg mikið av krígssigl
ing. Tað eydnaðist honum at
sleppa við einum skipi til
Tróndheim í Noregi.
Á skúla
Hann fór víðari til Svendborg
at lesa til stýrimann á naviga
tiónsskúlanum har. Hóast
Poul Carl var bæði næmur og
skilagóður, so hevði hetta sína
avbjóðing, tí skrivligu uppgáv
urnar skuldu skrivast á donsk
um, sum ikki var hansara móð
urmál. Men prógvið fekk hann,
og so var hann í 1918 aftur klár
ur at fara út at sigla sum stýri
maður, nú við pappírum. Ætl
anin
var
eisini
at
taka
skipsføraprógv,
men
ráðini
vóru ikki til tess. Nú blivu
hann og Olga trúlovað. Tey
høvdu kanska fjasast, meðan
hann gekk á sjómansskúlanum,
og hon arbeiddi har. Men tað
bar ikki til at arbeiða á skúlan
um og koma saman við einum
næmingi. So hon fór at arbeiða
á KFUM. Tað skuldi jú vera skil
í!
Fyrsta jólatræ á Eiði
Meðan Olga og Poul Carl vóru
trúlovaði,fóru tey í 1919 til Før
oya at halda jól. Í Keypmanna
havn keyptu tey sær eitt jóla
træ. Á ferðini til Føroya sótu
tey og kliptu jólapynt til træið.
Tey skuldu búgva í hansara
barndómsheimi, Pállshús, og
har hevði ikki fyrr verið eitt
jólatræ. Jólatrø vóru kanska
vanlig í Havn men ikki á bygd.
Tá ið tey komu heim bleiv
træið pyntað og ljós vórðu sett
á tað. Knappliga sóu tey, at
flestu bygdafólkini stóðu utt
anfyri vindeygað og eygleiddu
hetta sjáldsama fyribrigdið.
Drama umborð á
seglskonnart
Tá ið Poul Carl hevði tikið
prógv sum stýrimaður fekk
hann hýru á eini “topsegls
skonnart”, Noah, heimahoyr
andi í Marstal.
Noah var ikki serliga stór,
og manningin var bara fimm
mans. Hóast tað sigldu teir
víða um, sum til New Found
land, Ísland, Føroyar og Miðal
havslondini
við
klippfiski.
Fiskurin var uppskipaður í
Spania, og salt úr Ibiza var
lastin heim aftur. Á eini ferð á
Atlantshavinum í 1918 var tætt
við, at skonnartin gekk burtur
í einum illveðri, har seglini
skrædnaðu, og har Poul Carl
varð kroystur millum rattið og
stýrhúsið. Hann fekk slíkt
mein, at hann spýtti blóð.
Hann mátti liggja fleiri dag
Poul Carl helt áfram at sigla, men tá ið hann kom heim, og
dóttirin ræddist fremmanda mannin, legðist hann upp á land
SØKTIR ENN EINA
FERÐ AV KAVBÁTI
Poul Carl á Eiði:
Rattið brotnaði, og teir máttu fáa neyðrætt
So fór Poul Carl við Noah
Poul Carl fór við Aquila. Aftur var skip hansara
niðurskotið av týskum kavbáti.