hósdagur 8. november 2018síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 130
25
Komandi partur
Komandi partur verður hugleiðingar um
Jonu Henriksen, sum var fyrsta kvinnan við
føstum sessi í løgtinginum.
ar í koyggjuni, samstundis
sum skipið rak fyri vág og
vind, áðrenn tað eydnaðist at
umvæla seglini og at rigga eitt
neyðratt til.
Tá ið veðrið batnaði, varð
gjørligt at staðfesta, hvar teir
vóru. Tá kundi ferðin halda
áfram.
Kokkurin var ikki nógv
virdur
Stýrimaðurin varð roknaður
fyri at vera ein týdningarmikil
partur av manningini. Hann
fekk tíggju ferðir so nógva løn
som ein kokkur. Við skonnart
ini N.J. Nielsen forvann Poul
Carl kr. 560, meðan kokkurin
fekk kr. 55 um mánaðin.
Tað vóru ikki øll skip, sum
honum dámdi so væl við. Á
einum kundi skiparin ikki
halda seg frá ungum dreingj
um. Tá fór kynslig misnýtsla
eisini fram, og hetta var undir
umstøðum, tá einki kundi ger
ast við hetta og enn minni at
melda tað.
Pápin var ókunnugfólk
Tá ið Poul Carl kom heim aft
ur, hevði hann nú nóg mikið av
peningi til, at hann og Olga
kundu giftast. Tað gjørdu tey
11. apríl 1920. Tá í tíðini vóru
eingin arbeiðsloysiskassar, so
einaferð mátti hann fara til
skips aftur at vinna teimum
fyri føðina.
Poul Carl slapp sum stýri
maður við einum skip úr Mars
tal. Hetta var heldur ikki nakað
stórt skip, manningin var bara
sjey mans. Men tað forðaði
ikki fyri at teir sigldu víða um.
Teir fóru til Vestindia, og hann
var burtur í hálvt annað ár. Tí
var Poul Carl ikki heima, tá ið
fyrsta dóttirin, Ellen, varð fødd
á sumri 1921. Tey fingu tilsam
ans fýra gentur.
Ellen er 97 ára gomul. Hon
er enn so klokkuklár. Sonurin
Poul sigur, at hennara “hard
iskur” í erva er eins virkin og
tann, sum hann sjálvur hevur
á borðinum.
Tá ið Poul Carl kom heim
aftur var Ellen so mikið stór, at
hon stóð uppi í tremmusongini.
Hon bríggjaði seg ikki um, at
hesin “fremmandi maðurin”
tók hana upp og klemmði
hana.
Tá avgjørdi Poul Carl, at
eina
slíka
móttøku
ynskti
hann ikki at fáa aftur, so hann
fór ikki burtur aftur. Nú fylgdi
hann sínum gamla dreymi um
at læra eitt handverk. Tá kom
hann at arbeiða hjá mammu
beiggja Olgu sum rørsmiður.
Tá ið hesin legði frá sær fyri
aldur tók Poul Carl yvir og ar
beiddi sum blikksmiðjumeist
ari, inntil hann sjálvur bleiv 65
ár og legði frá sær.
Alt lívið var Poul Carl limur
í Bróðurringinum á Havinum
og varðveitti sambandið við
sjómansskúlan í Svendborg,
sum nógvir føroyingar kenna.
Á hesum skúla kom hann javn
an sum gestur og helt eisini
ofta fyrilestrar. Eitt skifti var
hann eisini nevndarlimur fyri
skúlan. Tá ið skúlin eina ferð
var hóttur av fíggjarligum
trupulleikum var hann við í
stríðnum fyri at varðveita
skúlan. Tað eydnaðist eisini.
Í 1976 fluttu Poul Carl og
Olga til Føroya, har tey bú
settust á Eiði. Men hann doyði
longu í 1977 og er grivin á Eiði.
Olga flutti aftur til Danmarkar,
men tá ið hon doyði varð urn
an við hennara øsku sett í
grøvina hjá Poul Carl á Eiði.
Ellen giftist við Marius
Kamban
Ellen, elsta dóttir Poul Carl,
hevur skrivað sína ættarsøgu
niður, og skal okkurt brot
takast úr henni. Omman, Jo
hanna, kom eina ferð niður at
ferðast. Men hon støðgaði í
heili tvey ár. Hetta var kanska
nakað strævið hjá mammuni
og teimum øllum í eini lítlari
íbúð. Men tá ið omman nærk
aðist teimum 70 árunum, vildi
hon sleppa heim aftur. Hesin
aldur var jú “støvets år”, og
hon vildi doyggja í Føroyum.
Men tað vísti seg, at hon hevði
ikki havt fyri neyðini at hava
ein slíkan skund. Hon bleiv
næstan 100 ár.
Ellen hitti Marius Kamban í
1940. Hann var komin til
Svendborg at ganga á sjómans
háskúlan. Pápi hennara, Poul
Carl, var í nevndini fyri skúlan,
og hann plagdi at bjóða før
oyskum næmingum heim at
vitja. Soleiðis hittust tey. Ellen
plagdi eisini at vera við til til
tøk skúlanum, so tey bæði
komu at kennast betri og betri.
Men orsakað av krígnum
giftust tey ikki fyrr enn í 1946.
Marius fór til Føroya í fyrsta
farti eftir, at kríggið var liðugt
við Mjóvanesi, meðan Ellen fór
í august við Tjaldrinum, so
hann kundi taka ímóti henni.
Hon var væl móttikin av
ættini í Føroyum. Verpápin,
Hans Kamban, hevði undir
krígnum fingið heilabløðing
og var merktur av tí. Verfor
eldrini
høvdu
eisini
verið
merkt av, at tey høvdu fleiri
børn í Danmarkar, sum einki
frættist frá øll fimm árini
kríggið vardi.
Ellen og Marius blivu gift í
Føroyum.
Brúdleypið
varð
hildið á Hotel Føroyum á
Kongabrúnni.
Marius fór at arbeiða á
Skipasmiðjuni, áðrenn hann
fór á stórhvalaveiðu í Suður
Atlantshavinum
saman
við
nógvum øðrum føroyingum.
Ellen
fekk
arbeiði
sum
skrivstovufólk
hjá
Vilhelm
Nielsen, sum seldi bilar og
hevði verkstað. Her arbeiddi
eisini tann nú 96 ára gamli
Sverri Mortensen á Argjum. Tá
kom kennskapur millum fam
iljurnar. Seinni kom Ellen at
arbeiða hjá Arthur Brend.
Hann hevði handil, men er
annars millum annað kendur
fyri sítt samstarv við við Doll
an, Daniel J. Danielsen, fyrst í
farnu øld.
Marius og Ellen fluttu aftur
til Danmarkar til jóla í 1946.
Tey fingu fýra børn. Eitt teirra
er Poul, sum er heimildarmaður
til hesa søgu. Hann skal hava
tøkk fyri beinasemi. Poul er
maskinmeistari. Hann er ógvu
liga søguáhugaður ikki minst
fyri síni føroysku ætt. Kanska
fara vit at frætta meira frá
honum seinni.
Johanna visti í fimm ár
ikki um drongurin var
livandi ella deyður
Ein partur av søguni um Poul
Carl er eisini søgan um bróður
dótrina Johannu, sum var
fødd í 1913.
Sum vanligt hjá ungum
gentum fór hon til Danmarkar
at fáa pláss. Fyrst fór hon til
Nakskov, men so fekk hon
starv á sjómansháskúlanum í
Svendborg, sum pápabeiggin,
Poul Carl, jú hevði nógv sam
band við. Tá kom ein ungur
drongur úr Hvalvík, Petur, at
ganga á skúlanum. Tað rann
skjótt saman teirra millum.
Men tá tað ikki var tolt, at eitt
starvsfólk hevði slíkt samband
við ein næming, mátti hon eins
og Olga fáa sær eitt annað
starv í býnum.
Petur fór at sigla fyrst undir
krígnum. Tað var so óheppið,
at teir lógu inni í Leningrad í
Russlandi, júst tann dagin, 22.
juni í 1941, tá ið Týskland legði
á Sovjet. Tá ið Danmark
frammanundan var hersett av
Týsklandi vórðu donsk skip
roknað sum fíggindaskip. Tí
var manningin tikin til fanga.
Hetta er ein longri søga, sum
m.a. stendur í bókini Tær
bygdu land.
Johanna visti sum rímiligt
er av ongum og frætti einki.
Hon visti ikki, um drongurin
var livandi ella deyður. Tá
kríggið var av, flutti Johanna
aftur til Eiðis, og hon visti
framvegis einki um Petur. Hon
var tá í ferðalagi við Ellen,
systkinabarninum.
Men Petur kom so aftur til
Danmarkar í januar 1946. Hann
var skjótur at ringja til Poul
Carl í Svendborg at fregnast
eftir, um Johanna var trúlovað
ella gift. “Nei, hvørki annað
ella annað” var hugaliga svarið
hann fekk. Petur tók fyrsta
fart til Føroya. Ein kann ætlað,
at tað hevur verið ein kenslu
borin sameining millum tey
aftaná so langa tíð.
Tey giftust skjótt og fingu
trý børn, men Petur var ikki
sami maður eftir alt tað, sum
hann hevði gjøgnumgingið.
Hann vildi slett ikki tosa um
tað, og tað, sum vit vita, er frá
øðrum, sum vóru við sama
skipi. Sjálvur kom eg at kenna
ein teirra, danan Edmund Pet
ersen, sum var yngsti maður
um borð. Hann læt væl at Pet
uri at vera saman við.
Hesa myndina sendi omman, mamma Poul Carl, til teirra í
Danmark. Barnið á myndini er helst er systirsonur Poul Carl,
Tórálvur Samuelsen, sum er ein kendur havnarmaður.
Poul Carl, 82 ára gamal. Myndin á vegginum
er av skúlaskipinum Danmark
Manningin á Noah. Poul Carl er nr. 2 vinstrumegin frá.
Tað kann vera lagt til merkis, at skipari og stýrimaðurin
eru í kasjetti og hvítum buksum. Sjálvt við so lítlari
manning er sjónligur munur á høgum og lágum