hósdagur 8. november 2018síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 130
26
MERKISDAGAR
Dygdargóðar
vørur til øll, ið mat-
gera, servera og
borðreiða
Ring 311400 ella skriva til
ordri@thomasdam.fo
og bið um tilboð
Fá íblástur og fleiri
tilboð á facebook
TÍN
VEITSLU-
& KØKSBÚÐ
Brúdleyp
Leygardagin 1. des 2018
giftast Rannvá
Lamhauge Beder & Jan
Ovi Winther Olsen
Vígslan verður á Føroya
Tele kl 11.
Eftur vígsluna er
móttøka har høvið er at
heilsa uppá brúðarparið.
Veitslan verður hildin í
Dugna á Hjalla fyri
innbodnum.
80 ár
14. november verður
Masa Augustinussen 80
ár. Dagurin verður hildin
leygardagin 17. november
frá kl. 13 - 18 á
Hamragarði. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Silvurbrúdleyp
Sunnudagin 30 des. hava
Durita og Niels Pauli
Toftegaard, Fuglafjørður
verið gift í 25 ár. Dagurin
verður hildin í
bygdarhúsinum í Leirvík
kl. 18. Tey ið ynskja at
gleða okkum við at koma,
kunnu tekna seg á tel.
215030 Durita ella tel.
225562 Niels Pauli áðrenn
7. des.
Brúdleyp
Leygardagin 17. novemb
er 2018 verða Eva Sarita
Berg og Laila Annika
Nielsen vígdar í býráðs
salinum á Tvøroyri.
Veitslan verður hildin í
høllini í Miðnámsskúlan
um í Hovi tann 17. nov-
ember kl. 19:00.
Tey, ið ynskja at hátíðar
halda dagin saman við
okkum, verða biðin um at
siga frá, við at ringja ella
senda eini boð á tlf.
261375 Laila ella tlf.
250979 Eva, í seinasta lagi
sunnudagin 11. november.
Vinarliga
Eva S. Berg og Laila A.
Nielsen
Leygardagin 10 nov
ember hátíðarhaldi eg
mín 60 ára føðingardag -
tad hevði glett meg at
sæð familju, vinir og
kenningar til ein góðan
bita heima á Tunguvegi
15 í Skopun frá kl 18.00
Heilsan
Katrin M. Hansen
(Katrin hjá Basa)
Gullbrúdleyp
Tann 19. novembur hava
Kristbjørg og Poul
Joensen, Leirvík verið
gift í 50 ár. Dagurin
verður hildin saman við
teimum nærmastu.
Brúdleyp
Fríggjadagin 28.
desembur giftast
Adelheid Olsen, Klaksvík
og Niklas Poulsen, Toftir.
Vígslan verður í
Fríðrikskirkjuni kl. 12.00.
Veitslan verður í
býgdarhúsinum í Leirvík
kl. 18.00. Tey, ið vilja
gleðast saman við okkum
hendan dagin, vera
vinarliga biðin um at siga
frá áðrenn 10. desembur
á tlf. +298 264180 (Niklas),
ella +45 52167243
(Adelheid) ella á
facebook.
70 ára
føðingardagur
21. november fyllir
Virgar Jacobsen 70 ár.
Føðingardagurin
verður hildin í Mizpa á
Eiði frá kl. 18.00. Øll
eru hjartaliga
vælkomin. Tey, ið vilja
gleðast saman við
honum henda dagin,
verða vinarliga biðin
um at siga frá áðrenn
fríggjadagin 16.
november á tel. 589146.
Gullbrúdleyp
Tann 16. november hava
Marie og Jacob Fuglø
verið gift í 50 ár. Dagurin
verður hildin saman við
teimum nærmastu.
Gullbrúdleyp
22. desember hava vit
verið gift í 50 ár.
Um Gud vil og vit liva,
verður dagurin
hátíðarhildin sama dag í
leguhúsinum í Nesvík kl
18.00
Tað hevði glett okkum at
sæð familju, vinir og
kenningar.
Tey í ynskja at
hátíðarhalda dagin
saman við okkum, verða
vinarliga biðin um at siga
okkum frá á tlf 721010
(Torgerð) / tlf 727272
(Immi) ella skriva til
okkum á Facebook
áðrenn 7. des.
Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Vinarliga
Torgerð og Immi Dam
TILTØK
Gudstænastur
Fríggjadagin 9. november
2018
Mikladals kirkja
Kalsingar
Møti og takkarløta fyri
heystið. Nú fjøllini eru
gingin, og nógv er komið
til høldar, fara vit aftur at
samlast og syngja saman,
hoyra Guds orð og takka
fyri skurðin í heyst.
Møti verður í Mikladals
kirkju, fríggjadagin
9.nov kl.20.30 við Pól
Johannessen. Aftaná eru
øll boðin í Avhaldshúsið
til hugna við drekka,
spurnarkapping o.ø. Øll
eru hjartaliga vælkomin
Sunnudagin 11.
november 2018
Argja kirkja kl. 11.00:
Bergur D. Joensen.
Argjakórið syngur,
sunnudagsskúli verður
undir gudstænastuni
og nøvnini á teimum,
sum deyð eru í Argja
kirkjusókn í undanfarna
ári, verða lisin upp.
Christianskirkjan kl11
Marjun Lómaklett. kl. 11
Eiði: kl. 12 messa Emil
Olsen.
Fámjins kirkja kl. 11
Jónsvein Bech.
Fríðrikskirkjan. Vegna
ábøtur á gólv verður víst
til gudstænastuna í Nes
kirkju.
Gøtu kirkja. Kl. 12.00.
Lestur
Havnar kirkja kl. 11.00
Ann D. Hansen Eftir
guðstænastuna bjóða
konfirmantar og foreldur
til kaffi í Kirkjustovu.
Haldórsvíkar kirkja,
Bergtórur H. Bjarkhamar,
kl. 12. Altargongd.
Hests kirkja kl. 11.00:
Derhard Jógvansson.
Altargongd.
Hoyvík kl. 11, Marjun
Bæk
Húsar kl11 Hanus á
Gørðum altarg. kl. 11
Hvalbiar kirkja kl. 12.30
Jónsvein Bech
Hvannasunds kirkja kl.
12. Lestur
Kaldbak kl. 12, Theodor
Eli Dam Olsen
Kollafjarðar kirkja.
11.11.18 kl. 12.00.
Marjun í Kálvalíð
Leirvík kl 11:
Guðstænasta v/Jógvani
Fríðrikssyni, biskupi,
og Anne Mette Greve
Klemensen
Mikladalur kl12.10
Hanus á Gørðum altarg.
kl. 11
Nes kirkja. Kl. 11.00.
Gudstænasta við
altargongd. Ovi Brim.
Rituvíkar kirkja kl. 11,
Meinhard Bjartalíð,
altargangur.
Sandvík 18.00: Jens
Mortan Mortensen
Sjóvar kirkja kl. 11:
Símun Persson Jacobsen
– altargongd
Sandavágur, altargongd,
Inga Poulsen Dam
Skálafirði kl. 17: Símun
Persson Jacobsen -
altargongd
Vestmanna kirkja kl
11:00. Maria Jørðdal
Niclasen
Vesturkirkjan kl.
11.00: Heri J. Joensen.
Sunnudagsskúli er undir
gudstænastuni.
Viđareiđis kirkja kl. 17,
Sangguđstænasta. Jákup
E Petersen
----
Adventistakirkjan
Leygardagin 10.
november 2018
Kl. 10 Bíbliugransking:
Allan Falk
Kl. 11
Sabbatsgudstænasta:
Allan Falk
Bønarvikan byrjar
Dagtilhaldið Blákollan
á Oyri
Opið er týsdag og hósdag
frá 14-18. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Ebenezer
Samfelagsstevnan 7. –
11. nov.
Fríggjadagin 9. november
kl. 10: Uppbyggingarmøti
í Ebenezer.
Fríggjadagin 9. november
kl. 16: Uppbyggingarmøti
í Ebenezer.
Fríggjadagin 9. november
kl. 20: Evangeliskt møti í
høllini á Hálsi.
Fríggjadagin 9. november
kl. 22.30: Opið hús í
høllini á Hálsi.
Leygardagin 10.
november kl. 16:
Uppbyggingarmøti í
høllini á Hálsi.
Leygardagin 10.
november kl. 20:
Evangeliskt møti í høllini
á Hálsi.
Leygardagin 10.