Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. november 2018 · Nr. 131 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Ein byggifeilur ger, at Landsverk komandi tvey árini má skifta plátur undir øllum klædninginum í sambýlinum Eystan Heyg Danjal av Rana Tað var í novembur 2014, at nýggja sambýlið Eystan Heyg í Havn stóð liðugt. Hetta var fyrsta sambýlið av sínum slag í Før­oyum, sum var bygt bein­ leið­is til sálarsjúk fólk at búgva í og eftir tørvinum hjá teim­ um. Í sambýlinum eru 16 smáar bú­eindir, sum eru 35 fermetrar hvør. Samlaði kostnaðurin var 16,2 milliónir krónur. Men nú má Landsverk brúka tríggjar milliónir krónur aft­ urat upp á bygningin. Ein bygn­ ­ingfeilur ger, at allar plát­ur­nar undir klædninginum mugu skift­ast. Pláturnar eru óegnaðar Jón Sólsker, leiðari á byggi­ deild­ini hjá Landsverk sigur, at stutt eftir at bygningurin stóð liðugur, bleiv Landsverk kunnað um, at pláturnar, sum vóru nýttar, vóru sonevndar MGO-plátur úr Kina. - Trupulleikin er, at hesar plát­urnar ikki eru egnaðar til at vera har, sum tær eru í hes­ ari konstruktiónini. MGO-plát­ urnar taka fukt til sín og hend­ an vætan kann síðani treingja út í konstruktiónina hjá bygn­ ing­inum, sigur hann. - Klædningurin má takast niður, MGO-pláturnar skiftast út og síðani má klædningurin festast aftur, sigur hann og greið­ir frá, at ein partur av ar­ beið­inum verður gjørdur í ár og ein partur næsta ár. - Veðrið setur sjálvandi nakr­ar avmarkingar, tá tað ræð­ur um at skifta klædningin, men hetta verður eisini gjørt fyri í minstan mun møguligt at órógva búfólkini í sam­býl­in­ um, sigur Jón Sólsker. Hann greiðir frá, at kann­ ing­ar av plátunum benda á, at tað tekur rúma tíð, áðrenn skaði kann koma á bygn­ing­ar­ nar av plátunum, so mett var, at man hevði fimm ár á sær at um­væla bygningin. - Í grannalondunum hava tey eisini havt trupulleikar av hes­um plátunum, og onkur rætt­armál eru eisini á veg. Vit valdu kortini, heldur enn at Hetta er trupul­leikin við MGO-plát­unum Trupulleikin er, tá MGO-pláturnar eru nýttar sum vindsperra. MGO- pláturnar innihalda, sum navnið vísir á, magnesium-oksid. Trupul­ leik­in er, at pláturnar taka fukt til sín og “sveitta” salt úr sær, sum førir til bæði fukt-, rot- og rust­ skaða í bygningum. Danskir miðlar skriva, at tað fer at kosta yvir 500 milliónir krónur at skifta allar MGO-pláturnar brúktar sum vindsperru út í Danmark. Tal­ an er um 11.500 búeindir, sum eru raktar. Lági prísurin og lætta handfaringin gjørdi, at MGO-pláturnar gjørdust væl umtóktar og nógv nýttar árini frá 2007 til 2015. Í 2015 ávaraði danski Bygningsskaðagrunnurin ímóti at nýta pláturnar. Í Danmark hevur MT Højgaard sett til síðis eini 450 milliónir krónur í fall fyritøkan má rinda endurgjald fyri at hava nýtt MGO-plátur. Teir hava tapt eitt rættarmál um plát­ urnar. BYGGIFEILU KOSTAR NÍG MILLIÓNIR