mánadagur 12. november 2018síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 12. november 2018 · Nr. 131
TÍÐINDI
Bretskur
tónleikamiðil
varpar ljós á Tutl
Tutl handilin verður
nevndur sum ein
av mest fjarskotnu
plátuhandlum í heiminum
Pætur Hjalmar Evensson
The Vinyl Factory er eitt bretskt
tónleikavirksemi, sum m.a. fevnir um
eitt plátufelag og eitt tónleikablað.
Á heimasíðu teirra hava tey ein
tátt, har tey hvørja viku velja ein
plátuhandil út, sum tey meta vera
ein handil, mann má vitja, áðrenn
mann doyr - eitt must-see. Tey jagstra
heimsins besta plátuhandil.
Tátturin eitur “The World’s Best
Record Shops” ella á føroyskum
“Heimsins bestu plátuhandlar”.
Og í gjár vald The Vinyl Factory at
velja Tutl út, sum ein av hesum
plátuhandlunum. Tutl verður her
umtalað sum ein av teimum mest
fjarskotnu
plátuhandlunum
í
heiminum.
Í greinini greiða tey stutt frá
søguni um Tutl, sum Kristian Blak
setti á stovn í 1977. Hartil verður víst
á, hvussu fjølbroyttan tónleik, Tutl
hevur, og greinaskrivarin er eisini
hugtikin
av
konsertunum,
Tutl
javnan skipar fyri.
Tað stendur í yvirskriftini, at Tutl
er
nummar
131.
Hetta
er
ikki
kronologisk rekkjufylgja og merkir
ikki, at 130 plátuhandlar eru “betri”
enn Tutl - hetta merkir bara, at hetta
er grein nummar 131 í táttinum.
Fáa nýggja
viðarlund
á Tvøroyri
Í dag vórðu fyrstu trøini
plantað í skógfriðaðum
lendi á Sevmýri
Eyðun Klakstein
Í dag vórðu fyrstu trøini plantað í
einum skógfriðaðum lendi á Sevmýri
á Tvøroyri.
Stutt eftir aldarskiftið keypti Inn
lendismálaráðið eina trøð, sum er um
11.300 fermetrar. Fyri nøkrum árum
síðani varð trøðin hegnað, og í ár
røkkur játtanin hjá Skógrøktini til at
gróðurseta trø.
Í fyrstu atløgu verða áleið 2500 trø
gróðursett. Talan er millum annað
um lerk, roynitrø og illinivið. Plantað
verður í fyrsta lagi ovarliga í vestara
endanum á trøðni.
Skógrøktin hevur gjørt ætlan um,
hvussu nýggja viðarlundin skal taka
seg út og hvørji trø- og runnasløg
skulu plantast. Ætlanin er eisini at
leggja gøtur og hava opin pláss til
borð og beinkir. Har skal vera møgu
ligt hjá familjum at hugna sær. Oman
gjøgnum trøðna rennur Sílá.
Viðarlundir hava týdning fyri fólk
og fugl, tær binda CO2-útlát og tær
skapa lívd. Nógv fólk vitja viðarlund
irnar kring landið - njóta friðin og
fuglalívið. Nógvur smáfuglur heldur
til í viðalundunum, og ferðafuglur
leitar sær hvíld í lundunum.
Viðalundin á Sevmýri verður tann
triða í Tvøroyrar kommunu. ”Planta
sjan” í Trongisvági varð plantað í
1920-unum. Seinri í 1970-unum varð
plantað á eini trøð sunnan fyri Stórá
og eftir aldarskiftið keypti kommun
an eina trøð vestan fyri gomlu
”Plantasjuna” sunnan fyri Stórá. Har
eru trøini komin rættiliga væl fyri
seg tey seinastu árini.
Viðarlundirnar í Trongisvági eru
bundnar saman við gøtum og brúgv.
Úr ítróttarøkinum í Trongisvági hev
ur kommunan gjørt eina gøtu fram
við Stórá niðan til ”Plantasjuna” og
vestur til uppdyrkingarvegin innan
fyri Sterling. Soleiðis er hetta eitt
samanhangandi náttúruøki, sum nógv
fólk vitja.
Oman fyri Sjúkrahúsið er eisini
ein viðarlund, men hon er ikki skóg
friðað.
Tvøroyrar kommuna hevur næst
størstu skógfriðaðu víddina í Føroy
um. Bara í Tórshavn er meiri plantað.
Skógrøktin og skógfriðingarnevndin
fegnast um stóra áhugan, Tvøroyrar
kommuna hevur á hesum øki.
Sum heild er stórur áhugi fyri at
planta í Suðuroynni, har fleiri viðar
lundir eru og áhugi er fyri at gróður
seta uppaftur fleiri.
Tað er ikki á hvørjum ári, at øki
verða løgd til lundir, og at trø verða
plantað í nýggjum viðalundum. Tí
fegnast Skógrøktin, Tvøroyrar komm
una og Skógfriðingarnevndin um, at
tað nú verður plantað á Sevmýri.
Tilsaman eru um 25 skógfriðað
lendi eru í Føroyum.
Gunvør Balle
borgarstjóri í Havn
Næstu vikurnar røkir Gunvør Balle starvið
sum borgastjóri í Tórshavnar kommunu
Hallur av Rana
Gunvør Balle røkir næstu vikuna
starvið sum borgarstjóri í Tórshavn
ar kommunu. Tað skrivar kommunan
á heimasíðu síni.
Orsøkin er, at Annika Olsen, ið
telvaði seg til borgarstjórasessin fyri
tveimum árum síðan, er burturstødd
komandi viku, og tekur varaborgar
stjórin sostatt sæti sum borgarstjóri.
Býráðsvalið fyri tveimum árum
síðan var fyrstu ferð, at Gunvør Balle
var at finna á vallistanum, og gekk
tað so mikið væl, at hon bleiv tann
býráðslimurin í býráðsmeirilutanum,
ið fekk flest atkvøður til valið. Vara
borgarstjórin fekk 514 persónligar
atkvøður fyri Tjóðveldi. Til saman
beringar kann nevnast, at Annika
Olsen, borgarstjóri, fekk 332 persón
ligar atkvøður á Lista A.
Merkisvert er tó, at tað í andstøð
uni eru tveir menn, ið fingu fleiri per
sónligar atkvøður enn nakar av teim
um, ið stjóra kommununi í dag. Tað
eru Heðin Mortensen, fyrrverandi
borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson,
báðir úr Javnaðarflokkinum, ið fingu
ávikavist 2506 og 676 persónligar at
kvøður.
Yvir 27000 fólk
fingu løn
Løntakaratalið er
framvegis høgt
Eyðun Klakstein
Seinastu fýra árini hevur talið á
løntakarum verið vaksandi, og í
oktober mánaði í ár vóru 27.344
løntakarar í Føroyum.
14.215 menn fingu løn, og 13.129
kvinnur fingu løn í oktober.
Almenni geirin er tann størsti –
har vóru 9.619 løntakarar í oktober. Í
privatu tænastuvinnuni vóru 9.264
løntakarar. Í byggivinnuni 4.323 og í
fiskivinnuni 4.228.
Ein løntakari er millum 16 og 74 ár,
sum fær A-inntøku og hevur bústað í
Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin
verður útgoldin. Sum løntakarar
verða tald tey, sum í einum mánaða
fáa eina lønarupphædd útgoldna,
sum í minsta lagi er ájavnt eina
dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki.
Hetta,
uttan
mun
til
um
lønargjaldarin er ein føroysk ella ein
útlendsk fyritøka.
14.215 menn og 13.129 kvinnur
fingu løn í oktober
Í fyrstu atløgu verða áleið 2500 trø
gróðursett í nýggju viðarlundini á Tvøroyri
Gunvør Balle er nú borgarstjóri í Tórshavnar kommunu