Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. november 2018 · Nr. 131 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo BENJAMIN DAGAN SÍÐA 10-11 Tey stara seg blind upp á fígg­indan Ísrael JENS HERI MORTENSEN SÍÐA 18-19 Ringt at ímynda mær ikki at spæla Hesa vikuna frættist kanska, hvør verður nýtt lands­stýris­ fólk hjá Javn­að­arflokkinum fyri Henrik Old, sum fór úr lands­stýrinum 1. oktober sum mót­mæli ímóti, at hann tapti slag­ið um Fámjinstunnilin. Tað er sum vera man stór­ ur spenningur um, hvør tað skal vera. Fer Aksel V. Johan­ ne­sen at finna ein heilt nýggj­ an persón uttan fyri ting­ manningina, ella fer hann eftir í trygga og tekur ein roynd­ an politikarara at stjórna Sam­ferðslu­málaráðnum teir mánairnar, sum eftir eru av val­skeiðinum. Vit hava fyrr gitt, at hann fer eftir tí trygga og tekur ein per­són úr tingmanningini. Tað kundi tá verið Heðin Morten­ sen. Tí við at velja Heðin Mort­en­sen, so hevur hann ikki bundið seg til, at Heðin Morten­sen eisini verð­ur lands­ stýris­maður í eini møgu­ligari komandi samgongu eftir valið. Tað er greitt, at tann flokk­ urin, sum vinnur Havnina á løgtingsvalinum, hann vinn­ ur eisini løgtingsvalið. Tí hev­ ur Javnaðarflokkurin ein gyltan møguleika við Heðin Mortensen, sum á sein­asta býráðsvalið í Havn fekk 2.506 atkvøður. Eingin hevur nakrantíð fingið fleiri at­ kvøð­ur á einum kommunu- ella løg­tingsvali, enn Heðin Morten­sen. Um hann kom í sam­ferðslu­mála­ráðið – og um tað eydnaðist honum á onkran hátt at fáa greiðu á inn­komu­veg­unum í sam­ bandi við Eystur­oyar­tunnilin, so hevði hann avrikað nakað, sum kundi givið honum stóra undir­tøku á løgtingsvalinum kom­andi. Fær hann bara ein trið­ing av atkvøðunum, sum hann fekk á býráðsvalinum, til eitt løgtingsval, so fløvar tað væl í atkvøðukassanum hjá Javn­aðar­flokkinum. Óvissan um samgonguna hevur verið orsøk til, at nýtt lands­stýrisfólk ikki longu er sett. Tá ketan leyp av hjá Poul Michelsen, og Framsókn legði fram uppskot um at leingja skipan­ina við fiskidøgunum, og so­leiðis tók fiskimálaráðharran av ræði, stóð nógv á sam­gongu­ ni. Men hetta tykist vera komið upp á pláss aftur, nú upp­skot­ ið er tikið aftur – hóast Jørgen Niclasen hevur lagt tað fram­ aft­ur, og tingið skal at­kvøða um málið, so atkvøður Fram­sókn ikki fyri, og harvið fellur málið. Stríðið um kvotur mótvegis fiski­døgum tykist mest snúgva seg um, hvat tað merk­i­r fyri vinnuna her og nú, enn um, hvat er betri fyri fiska­stovn­ ar­nar. Hvør stovns­røkt er tann frægara: At stovnarnir kunnu trároynast í eitt ásett dagatal, ella um ásettar verða ávísar nøgd­ir, sum kunnu fiskast? ÓVISSA TARNAÐ LØGMANNI Eftirlitskanning, sum Lands­byggifelagið hevur gjørt fyri Lands­verk, vís­ir, at fleiri brúg­v­ar í Før­oy­um eru í so ring­ um standi, at tað kun­nu verða stongdar inn­an fá ár. Tað veit Kringvarpið at siga.  Landsverk varðar av 340 brúgvum kring land­ ið. Brúgvar­nar verða mettar eftir ein­um stiga frá 1 til 5, har 5 merk­ir, at brúgvin er í so ring­ um stan­di, at hon má stongjast. 31 brúgv­ar kring landið eru flokk­ aðar á fjórða stigi. Mill­um hesar brúgvar eru brúgv Úti í Grøv í Klaks­vík og brúgv í Skála­firði. – Tað merkir, at hesar brúgvar eru nær við at verða stongdar. Verður einki gjørt við hesar brúgv­ar innan 2-3 ár, mugu tær stongjast, sigur Fríð­rik Heinesen, verk­frøð­ingur hjá Lands­verki, við Kring­ varpið.  Hann metir, at tað fer at kosta umleið 25 milliónir krónur at fáa brúgvarnar, sum eru flokkaðar á fjórða, í góðan stand aft­ur. Landsverk metir, at brúk er fyri 375 millión­ um krónum til mangl­ andi viðlíkahald av undir­støðukervinum. Løgmaður umsitur í løtuni samferðslumál og Landsverk, men hann hevði sambært Kring­ varpi­num ikki havt stund­ir at seta seg inn í málið og kundi tí ikki við­merkja tað.  Spurningurin er, um løgmaður eftir tryggu loysnini Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Seinnapartin fríggjdagin í gjár ringdu fleiri fólk til løgregluna at boða frá, at neyt gingu leys og mólu á landsvegnum út ímóti Gomlurætt ímillum Kirkju­bø og Velbastað. Fólk gjørdu vart við, at tað var myrkt og ringt sýni, og tey mettu, at neyt­ini vóru til stóran vanda fyri ferðsluna.   Og tað er løgreglan samd í, at ferðsluvandi stendst av at hava so stór dýr gangandi á vegnum. Men tey leggja afturat, at støðan er tann, at har er ikki stikað fram við vegn­um og tað mælir løg­ reglan avgjørt til at fáa upp í lag at gera. Trupulleikin í slíkum før­um er bara tann, at tað er ósemja um, hvør tað er, sum hevur skyldu til at stika fram við veg­ num. Fleiri hava lyndi til at geva bóndanum ábyrgd­ina fyri tað, men aftur ímóti siga bøndur mang­an, at tað má verða Lands­verk, ella í hvussu so er landsmyndugleikar av onkrum slagi, sum hava ábyrgdina, tí tað eru teir, sum hava lagt vegin ígjøg­num hagan.   Hetta er ein træta, sum hevur staðið upp á í fleiri ár, men naggatódn er kom­in í –  og avleiðingin er, at tað hendir seg javn­an, at ferðsluóhapp henda, har seyður og neyt eru ein partur av óhappi­ num.   Eisini Landsverk, Ráðið fyri Ferðslutrygd, og onnur hava javnan víst á ferðsluvandan, sum kann standast av, at seyður og neyt eru á veg­um, serliga har tað er loyvt at koyra 80.    Men tað er ein dýr søga at halda dýr burt­ ur frá vegnum, tí tað skal stikast báðu meg­ in, samstundis sum at rulluportur skulu ger­ast umframt at tað eisi­ni er neyðugt at gera smog­ur undir vegnum. Í hesum sambandi upp­lýsti Landsverk fyri tveim­ um árum síðani, at tað fór at kosta einar níggju milliónir bara at stika fram við vegnum frá rundkoyringini í Kolla­ firði fram við rund­koyr­ ingini við Vága­tunnil­in og so víðari til Vestmanna.  Men tað er so aftur treytað av, at Kolla­ fjørður og Leynar eisini verða vetrarfriðað og onku­staðni er tað har­ afturat neyðugt at gera rullu­portur og annað, upp­lýsti Landsverk tá. Harafturat skulu slík stik haldast rættiliga væl, og tað hevur eisini út­reiðslur við sær. Verða tey ikki væl hildin, eru tey ein følsk trygd við tað, at bilførarar vænta ikki at sígga seyð og neyt á vegnum, men so er hol kom­ið á onkustaðni, og so er tey har kortini og tá kunnu vandastøður skjótt standast av. Fólk ringdu til løgregluna um neyt Brúgvar eru í vanda fyri at verða stongdar