mánadagur 12. november 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 12. november 2018 · Nr. 131
TÍÐINDI
Hatta var ikki
so ógvusligt
– Eg haldi ikki úttalilsi er so ógvusligt,
og hetta er nakað, ið eg mangan havi
sagt í ymiskum høpi – eisini av tingsins
røðarapalli, sigur Sonja Jógvansdóttir
Eyðun Klakstein
Løgtingskvinnan Sonja Jógv
ansdóttir heldur ikki, at henn
ara útsagnir í Weekendavisen
eru so ógvusliga, sum tær verða
gjørdar til
– Eg haldi ikki úttalilsi er so
ógvusligt, og hetta er nakað, ið
eg mangan havi sagt í ymisk
um høpi – eisini av tingsins
røðarapalli. Lesur tú sitatið, og
tað, ið sagt verður, er talan um
eina generella eygleiðing, í hes
um føri um fólk, ið fjala sjónar
mið síni handan Bíbliuna í
staðin fyri at standa við tað,
tey meina og eru. Talað var
generelt um lgbt mál, men eis
ini onnur dømi úr Føroyum og
útheiminum, sigur Sonja Jógv
ansdóttir.
– Her er talan um nýtslu av
Bíbliuni og átrúnaði sum eitt
slag av skálkaskjóli fyri egin
sjónarmið, sum kunnu vera
homofobisk, rasistisk ella xeno
fobisk (fremmandahatsk), sigur
hon.
Sonja Jógvansdóttir heldur,
at Bíblian verður nýtt til for
døming, villleiðing og sum um
bering fyri ávís sjónarmið.
– Nøkur kend dømi úr
nýggjari føroyskari søgu um
nýtslu av Bíbliuni sum skála
skjól fyri eini djúpari homofobi
eru kjakini, ið vóru um grein
266b: Hetta sæst í sjónarmið
unum hjá onkrum av neisigar
unum – vert er at hava í geyma,
at talan er um sjónarmiðini hjá
onkrum av neisigarunum, ikki
øllum. Hetta sama ger seg
galdandi í kjakinum um hjúna
bandslógina. Tí tað eru verri
enn so allir nei sigarar, ið eru
homofobar, men summir eru,
men vilja illa standa við tað, og
tí er tað hent at brúka Gud og
bíbliuna sum skálkaskjól, held
ur hon.
Um vit hyggja at kjaki uttan
fyri Føroyar ber til at hyggja
handan hav: Bíblian hevur
mangan verið nýtt sum grund
geving fyri trælahaldi og fyri
at rættvísgera, at svørt ikki
skulu hava somu atgongd til
bussar, almenn støð, skúlar,
hægri læristovnar og annað.
Hetta var galdandi heilt fram
til nýggjari tíð í 20 øld. Hetta
sama var støðan í mun til
apartheid í Suðurafrika – part
ar av grundgevingini hjá teim
um, ið vóru fyri apartheid,
vóru tí hetta var álagt sambært
bíbliuni og Guds orði, sigur
Sonja Jógvansdóttir.
– Hvussu farið var við upp
runafólkinum í USA var eisini
grundað í Bíbliuni, og úrslitið
var ein menniskjaligur sorgar
leikur. Ein feril av hesum “vit”
“tit” vandamálunum síggjast
aftur í, hvussu flóttar, etniskir
minnilutar og til dømis fólk
við øðrvísi átrúnaði enn tann,
sum meirilutin hevur, vera
viðfarin í pørtum av heiminum
í dag.
Sonja Jógvansdóttir heldur,
at kjakið og samskiftið steðga,
tá ið Gud og Bíblian vera nýtt
sum grundgevingaramboð.
– Tí hvør kann í veruleikan
um tala ímóti Gudi? Hetta er
eisini eitt vandamál, tí gjáirnar,
ið roynt verður at skapa, eru
so djúpar, og tey fólkini, ið
vera rakt av at vera skapningar
ímóti Guds vilja, vera ómenn
iskjaliggjørd, og tað rakar hart,
sigur Sonja Jógvansdóttir.
AR,
ASISTAR
fobar«, »homofobar« og »rasist
ar«.
Skuldi nakar ivast, hvat hesi
heiti merkja, kunnu heitini lýs
ast soleiðis (við hjálp frá Sprot
anum):
Xenofob: Fremmandahatur,
sjúkligt hatur fyri øllum fremm
andum
Homofob: Andstygd ella ótti
fyri samkyndum og teirra
seksualiteti
Rasist: Tekur undir við ras
ismu, sum er fremmandahat
ur (mótvegis fólki av fremm
andum uppruna, við øðrum
húðarliti, aðrari mentan o.s.fr.)
Greinin í Weekendavisen umrøddi málið um løgfrøðiligt kynsskifti
Sonja:
– Her er talan um nýtslu av Bíbliuni og átrúnaði sum eitt slag av skálkaskjóli fyri egin sjónarmið,
sum kunnu vera homofobisk, rasistisk ella xenofobisk, heldur Sonja Jógvansdóttir