mánadagur 12. november 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. november 2018 · Nr. 131
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Løgtingskvinnan Sonja Jógvansdóttir brúkar hørð orð um
mótstøðufólk ímóti løgfrøðiligum kynsskifti í donskum blaði
Eyðun Klakstein
Farna vikuskiftið hevði danska
Weekendavisen longri grein um
transkynd í Føroyum. Blaðið
umrøddi uppskotið hjá uttan
flokkatingkvinnuni
Sonju
Jógvansdóttir um at loyva løg
frøðiligum kynsskifti í Føroy
um. Í greinini tosaði journa
listurin við føroyskar politik-
arar, transkynd og onnur.
Ein av teimum, sum verður
endurgivin í Weekendavisen,
er løgtingskvinnan Sonja Jógv
ansdóttir, sum greiðir frá, hví
hon hevur lagt uppskotið fyri
løgtingið. Tingkvinnan hevur
eisini rættiliga bersøgnað út
søgn um politikarar á høgra
vonginum, sum ikki taka undir
við uppskotinum.
– Tey royna at goyma seg
aftanfyri eina bíbilska agenda,
men í veruleikanum eru tey
ein xenofob, homofob, rasist,
og hvat veit eg. Tey halda
Bíbliuna frammanfyri seg og
geva henni skyldina fyri teirra
ótolsemi. Og tað er sjálvandi
sera hent at kunna brúka
Bíbliuna soleiðis, sigur Sonja
Jógvansdóttir sambært Week
endavisen.
Løgtingskvinnan
Elsebeth
Mercedis
Gunnleygsdóttur,
sum umboðar Fólkaflokkin,
úttalaði seg eisini til Weekend
avisen, og hon var sum vera
man ímóti uppskotinum um
løgfrøðiligt kynsskifti. Í kjaki í
løgtinginum fríggjadagin segði
Elsebeth Mercedis Gunnleygs
dóttur, at hon var ovfarin av
útsøgnini hjá Sonju Jógvans
dóttir, og hon fanst at, at utt
anflokkatingkvinnan
kallaði
hana og aðrar politikarar »xeno
Eg kenni
meg sera
stoytta
– Eg vil sleppa at hava mína meining
uttan at vera kalla slík orð, sigur
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir
Eyðun Klakstein
Løgtingskvinnan
Elsebeth
Mercedis Gunnleygsdóttir var
ovfarin, tá ið hon læs grein í
Weekendavisen um løgfrøði
ligt kynsskifti. Hon hevði út
talað seg til blaðið, men hon
kvakk við av orðunum frá aðr
ari løgtingskvinnu, sum brúkti
heiti sum »xenofob«, »homo
fob« og »rasist« um fólk á før
oyska høgraveinginum, sum
vóru ímóti uppskotinum. Ein
av greimum var júst Elsebeth
Mercedis Gunnleygsdóttir.
– Eg kenni meg sera stoytta
av at verða kallað hesi orð. Eg
havi verið stak hampulig í
kjakinum
um
løgfrøðiligt
kynsskifti, men eg havi víst á
ivamál og fylgjur av uppskot
inum, og eg eri ímóti tí, sigur
Elsebeth Mercedis Gunnleygs
dóttir.
–
Málið
um
løgfrøðiligt
kynsskifti skapar sera nógv
ivamál um fylgjur og avleið
ingar. Til dømis um foreldra
myndugleika, um heilsukann
ingar
og
um
ítrótt,
og
spurningurin er eisini, hvussu
hetta fer at ávirka børnini og
tey ungu, tá ið tey koma í
pubertetin og eru lætt ávirkilig
og hava nógvar frusteratiónir.
– Tað er heldur eingin verja í
uppskotinum, tí tú skalt ikki
til lækna ella sexolog, tað er
nóg mikið at kenna seg sum
hitt kynið fyri at fremja løg
frøðiligt kynsskifti. Einasta
krav er, at tú hevur kensluna í
eitt hálvt ár, frá tí at tú søkir
um løgfrøðiligt kynsskifti, sig
ur hon.
Løgtingskvinna vísir eisini
á, at hennara átrúnaðarliga
sannføring forðar henni í at
taka undir við uppskotinum.
– Eg haldi ikki, at tað er rætt
at loyva øllum fólkum at gera
løgfrøðiligt
kynsskifti.
Eg
grundi eisini mína sannføring
á tað, sum stendur í Bíbliuni,
og hesa meining vil eg fegin
sleppa at hava, uttan at vera
kalla slík orð. Eg fordømi ikki
hesi fólkini, og eg fari ikki eftir
teimum. Eg kjakist um evnið
og um fylgjurnar, sigur Else
beth Mercedis Gunnleygsdóttir.
– Eg kenni meg als ikki aftur
í útsøgnini hjá Sonu Jógvans
dóttir, og tað samsvarar heldur
ikki við tað, sum eg upplivi í
løgtinginum, sigur hon.
TEY ERU XENOFOBA
HOMOFOBAR OG RA
Elsebeth:
– Eg kenni meg als ikki aftur í útsøgnini hjá Sonu Jógvandsóttir, og tað samsvarar heldur
ikki við tað, sum eg upplivi í løgtinginum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir