Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 12. november 2018 · Nr. 131 TÍÐINDI Víðgongt islam forðar fyri friði So leingi sum víðgongdir islamskir felagsskapir seta dagsskránna í Gaza og á Vestara Áarbakka, verður torført at fáa frið í lag í miðeystri, sigur Benjamin Dagan, ísraelski sendimaðurin til Danmarkar og Føroya. Danjal av Rana Benjamin Dagan sigur, at hó­ast partar av vinstra­veing­in­um í Evropa tosa um at boy­kotta Ísra­ el, so heldur hann, at talan fyri tað mesta er um tey ytst á vinstra veinginum. - Eg haldi, at seinastu árini hava mið-vinstra og vinstra­flokk­ arnir fingið eitt meiri balanserað sýn upp á Ísrael. Tey skilja betur støðuna hjá Ísrael í miðeystri, sigur hann. Spola vit tíðina eini 40 ár aftur, so var vinstrasíðan ein av sterku stuðlunum hjá Ísrael. Nógv frá vinstraveinginum ferð­að­ust til Ísra­els at búgva í kibb­utzum. Sum valdsbýtið í mið­eystri er broytt, er hug­burð­urin hjá vinstra­veinginum eisini broyttur, og nú ganga tey á vinstra veingi ofta á odda við at mæla til boy­ kott av Ísrael og at fordøma Ísrael gjøgn­um ST-samtyktir. - Tað tykist, sum at tey skilja betur, at hóast Ísrael hevði givið eftir krøvunum hjá pal­est­inarum og atfinningunum hjá ST, so er ivasamt, um støð­an hevði blivið frægari. Eg haldi, at fólk í dag skilja betur, hvar veruligi trupul­ lei­kin ligg­ur, sigur Benjamin Dag­ an. Hann sigur, at eftir hansara tykki spæla tey ytst á vinstra­ veing­inum eitt vandamikið spæl, tá tey nokta at vilja viður­kenna leiklutin hjá fel­ags­skapum sum Hamas og Hiz­bollah í ófriðinum í miðeystri. - Tey stara seg blinda upp á teirra stóra fígginda, Ísrael. Tí­bet­ ur eru hóvligar røddir, sum tala fyri Ísrael sum ein ágóði í mið­ eystri. Tey síggja Ísrael sum lykilin til nakað, sum líkist einum støðufesti, við síni sterku støðu innan bú­skap, íverksetan og tøkni av ym­iskum slag. Á nógvum økj­um eru vit heimsførandi í at menna loysnir upp á globalar trupul­leikar, og eg haldi, at fólk, bæði vinstru- og høgru­meg­in á politiska skálanum, síggja hetta, sigur hann. Órógv í miðeystri í nógv ár fram Hann heldur kortini, at hend­ing­ arnar í miðeystri seinastu 20 árini hava latið eyguni á fólk­um upp fyri, at stríðið mill­um ísraelar og palestinar bara er eitt av mongum stríðum í mið­eystri. - Tað er eyðsæð fyri fólkum, at politisku og fíggjarligu skip­an­ irnar í grannalondunum hjá okk­ um, ikki kunnu halda á. Í øllum grannalondunum er ung­dóms­ar­ beiðsloysi risa­stórt, og eingin bati er at hóma, sigur hann. Hann óttast, at tað verður órógv í øllum økinum í nógv ár fram­yvir. - Tað kann vera, at vit hava megnað at bast ISIS, men hvat hendir nú? Eg óttist, at tað eru fleiri áratíggju av politiskari óvissu fyri framman, sigur Benja­ min Dagan. Tað er tó ikki einans á vinstra­ vonginum, at fólk eru ímóti Ísra­ el. Jødahaturin er aft­ur vaks­andi og álop á jødar gerast alt vanligari ymsastaðni í heiminum. - Trupulleikin er, at vit síggja hendan jødahaturin í fleiri ym­ iskum bólkum. Eitt eru høgra­ vendu nazistarnir, sum ganga skrúð­gongu gjøgn­um gøturnar í Svø­ríki og Týsk­landi. So eru tað tey vinstra­vendu, sum ikki unna okkum okk­ara egna land. Eg hald ikki, at tey skilja hvat fyri atmosf­ eru, tey skapa. Tey eru mest sum heltikin av Ísrael. At vera at­finn­ ing­arsom er í lagi, men tá tey leggja eftir okkara rætti at vera til og liva í okkara egna landi, tá fara tey ov langt, sigur Benjamin Dag­an. - Triðji bólkurin eru nógvu musl­imsku tilflytararnir. Tey hava lært gjøgnum barndómin, at jød­arnir eru nøkur ónd monst­ur. Tey læra tað sama, nú tey sita í Evropa, gjøgnum sjón­varps­kan­ al­ir úr heim­land­in­um og frá sín­ um átrún­að­ar­ligu leiðarum, sigur hann. Tit mugu reisa tykkum móti jødahatrinum Hann eftirlýsir, at evropisku leið­ ar­arnir taka eitt sterkari sjón­ar­ mið móti jødahatrinum. - Tað er eingin ivi um, at álopini á jødar veksa í tali. Tí vildu vit ynskt, at Evropa sum heild hevði eina sterkari støðu ímóti hatr­in­ um. Kanska eru leiðararnir bangn­ir fyri at taka hetta ódjórið við hornunum, men vit hava jú sæð, hvat er hent í Evropa fyrr. Tí høvdu vit væntað at sæð eitt sterkt aft­ursvar, sigur Benjamin Dag­an. Men eru nøkur útlit fyri friði í miðeystri í bræði, spyrji eg Benja­ min Dagan. - Tað hendir ikki av sær sjálv­ um og tað hendir ikki eftir eini nátt, men vit hava ikki mist vón­ ina, sigur hann. Hann vísir á, at Ísrael í dag hev­ur friðaravtalu í lag bæði við Egyptaland og Jordan og ný­liga hev­ur forsætisráðharrin í Ísrael vitjað í Oman. - Hesar friðaravtalurnar hava eisini staðið sína roynd í tor­ førum tíðum, sum tá musl­imski bróðurskapurin hevði valdið í Egyptalandi. Sann­leik­in er, at sam­band okkara við granna­lond­ ini gerst betri og betri, tí at eisini tey leita eftir einum støðugum sam­starvs­fel­aga í økinum, sigur hann. Støðan í palestinsku økj­un­um er tó verri, greiðir hann frá. - Leiðslan í palestinsku økj­un­ um er sera uppdeild. Tað eru mótstríðandi partar, sum stríð­ast um at varðveita valdið í øk­inum og hjá teimum er ofta tal­an um eitt nullsum spæl, greið­ir hann frá. Eitt nullsum spæl merkir, at um annar part­urin ikki kann vinna, uttan at hin parturin fer at tapa í sama mun, altso at summ­ ur­in av broytingunum verður null. - Okkara mál er nú at gera støðuna støðugari, og vóna, at pol­it­iskir møguleikar fara at vísa seg seinni, sigur hann. Benjamin Dagan peikar á stór­ politikk, tá hann skal greiða frá, hvat størsta forð­ing­in fyri friði er. - So leingi sum Iran stuðlar Hamas, Islamskum Jihad og Hiz­ boll­ah, verður torført at fáa frið í lag. Orsøkin er, at hesir felags­ skap­irnir ongantíð fara at góð­ taka tankan um ein jødiskan stat. Teirra mótstøða er ideologisk og átrúnaðarlig. Tað er antin teirra vegur ella einki, siga teir. Tað er ógjørligt at møta teimum hálv­an­ veg­in, tá teir einans kunnu góð_ taka, at jødiski staturin verður strik­aður av kortinum, greiðir Benj­a­min Dagan frá. Loysnin liggur í at hóvligu krefti­rnar vinna frama meðan víðgongdu kreftirnar missa vald. - Eg trúgvi, at flestu ísraelar eru sinnaðir at geva eitt sindur, men einans um tað er ein vón um, at tað verður betri dagin eftir. Fyri at hetta skal henda, so mugu hóvligu kreftirnar sleppa fram at valdinum í Gaza og á vestara áarbakka, sig­ur Benjamin Dagan. - Filmarnir endur­ spegla lívið í Ísrael. Eitt livandi og virkið sam­ felag, men við stór­um spenningum millum ym­isk­ar bólkar. Tit hava nokk sama stríðið mill­um tey kon­serva­ tivu og tey frílyntu, so sum tey samkyndu. Í okkara føri eru tað kon­servativir jød­ar á aðr­ari síðuni móti teim­ um frí­lyntu á hinari síðuni, greiðir Benja­m­ in Dagan frá. Hann sigur, at hetta er ein avleiðing av, at á­trúnaðurin í sein­ast­ uni er farin at spæla ein størri leiklut í Ísra­ el. - Átrúnaðarligir bólk­ar eru vaksnir nógv og mugu nú finna sítt pláss í almenna rúm­in­um. Eitt er, hvat tú sleppur at gera heima hjá tær sjálvum, men hvat er loyvi at gera í al­menna rúm­in­ um? Tað er kjakið, sum fyllir mest í Ísrael í løt­ uni. Vit hava øll frælsi at gera sum vit vilja, men sam­stundis mugu vit virða hvønn annan. Alt í alt so haldi eg, at tað er betri, at hetta kjakið fer fram í ment­ an­ini og listini enn at tað førir til harðligar sam­an­stoytir millum ym­isku bólk­arnar, sig­ ur hann. Her í Føroyum hava onkur av teimum trúgv­andi, sum van­liga stuðla Ísrael, havt eitt sind­ur ilt av, at innihaldið í filmunum ikki altíð er so hósk­ andi. Onkrir eru sera harð­ligir, meðan aðrir kanska hava nakað nógv­ar erotiskar senur eftir teirra tykki og vísa sam­kyndleika á skerminum. - Okkara endamál er ikki at særa nakran við filmunum. Onkr­ir av film­unum eru eisini um­stríddir í Ísrael av somu or­søkum. Men vit vilja við hesum vísa, hvat gongur fyri seg í Ísrael, og samstundis halda vit, at tað er betri at kjakast í list enn við vápn­um, sigur hann.