mánadagur 12. november 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. november 2018 · Nr. 131
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Ísraelski sendiharrin heldur, at spenningarnir millum tað
konservativa og tað frílynta eru teir somu í Ísrael sum í Føroyum.
Danjal av Rana
Benjamin Dagan, ísraelski sendi
harrin til Danmark, Føroyar og
Grønland, kom í gjár til landið
at seta ísraelsku filmsdagar
nar, sum eru í dag, í morgin og í
ovurmorgin. Havnar Bio sýnir
tríggjar ísraelskar filmar hesar
dagarnar.
- Eg haldi, at hesir filmarnir,
og list í síni heild, gevur tær
møguleikan at hyggja inn í sál
ina á eini aðrari tjóð. Og tað er
júst hetta sum ger, at nøkur
hava so fortreð av listini, sigur
hann.
Benjamin Dagan greiðir frá,
at listin hevur verið ein týdn
ingarmikil partur av ísraelska
samleikanum líka síðani jød
arnir komu aftir til miðeystur í
19. øld.
- Vit nýttu listina sum eitt
tól at endurreisa okkara ment
an og mál. Vit komu úr øllum
heiminum og tað einasta, sum
bant okkum saman, var okkara
felags upphav. Mentanin bygdi
brýr millum okkum, sigur
hann.
Hann heldur, at ísraelska
filmsmentanin er ein góður
gluggi inn í ísraelska samfel
agið,
tí
filmarnir
umrøða
evnið, sum fylla nógv í sam
felagskjakinum.
- Filmirnir umrøða evni,
sum eru torfør at tosa um ann
ars. Ísrael er eitt frælst sam
felag. Myndugleikarnir kunnu
ikki stýra listini, og gjøgnum
hana kann fólkið tosa frítt um
tað, tey vilja. Hetta haldi eg er
ein av styrkinum í okkara sam
felagið, sigur hann og minnir á,
at Ísrael er einasta demokrat
iska tjóðin millum mangar
ikki-demokratiskar
tjóðir
í
miðeystri.
Listin er ein gluggi
inn í sálina
Mangir av ísraelsku filmunum
nerta tí við evni sum víð
gongdan politikk og átrúnað,
arabiskar lagnur í Ísrael, sam
kyndleika og tvørkyndleika og
stríðið millum tað gamla og
tað nýggja, og Benjamin Dagan
metir, at hetta vísir, at Ísrael er
í eini líknandi støðu sum Før
oyar.
VIT HAVA
SOMU
AVBJÓÐINGAR
SUM TIT