Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 12. november 2018 · Nr. 131 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Tróndur Arge Hallur Hansson og Sonni Ragnar Nattestad byrjaðu báðir inni fyri AC Horsens í heima­dystinum ímóti Sønder­ jyskE leygardagin. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Meðan Hallur Hansson spældi allan dystin á tamb var støðan ikki tann sama hjá Sonna Ragnari Nattestad, ið var vístur av vøllinum tá eitt lítið korter var eftir av dystinum. Sonni Ragnar gjørdi eina "neyð­bremsu", og hálaði Mart Lieder hjá SønderjyskE niður uttan­fyri brotsteigin hjá AC Horsens, og dómarin hevði ikki annað val enn at vísa føroyska verjurisanum tað reyða kortið. Viljormur Davidsen spældi allan dystin tá Vejle sunnu­ kvøldið tapti heili 0-5 ímóti FC Midtjylland í Herning. FC Midt­jylland var á odda 2-0 í steðginum. Heimasíðan hjá Vejle er so ber­søgin, at hon skrivar, at Vejle var flensað av "úlvunum" sum er kelinavnið hjá FC Midt­ jylland. Gilli spældi allan dystin Sunnukvøldið bleiv eitt ógvuliga blandað kvøld fyri Gilla Rólantsson og lið­felagar­ nar í Brann Bergen. Gilli spældi allan dystin tá Brann á útivølli tapti 1-3 ímóti Kristian­sund. Samstundis tryggjaði Rosen­ borg sær norska meistaraheitið við at vinna 1-0 á Start Kristian­ sand á útivølli. Molde vann 2-0 á Hauge­ sund, sum var triði biðilin til Europa League plássini. Heima­ sigurin hjá Molde merkir, at Brann Bergen endar á minsta lagi triðja plássinum, og Brann Bergen sleppur tí at royna seg í Europa League undan­ kappingini komandi summar. Brann Bergen endar kapp­ ingar­árið leygardagin 24. novem­ber við heimadysti ímóti Odd Grenland. Rosenborg hevur 63 stig, Molde hevur 56 stig, Brann Bergen hevur 55 stig og Haugesund hevur 50 stig áðrenn seinasta leikumfar. Heini og Fremad Amager vunnu á útivølli Heini Vatnsdal spældi allan dyst­in tá hann og liðfelagarnir í Fremad Amager vunnu 1-0 á Thisted í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Mark Bay tryggjaði Fremad Amager sigurin við einum vøkrum lang­ skoti tá 11 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Finnur Justinussen byrjaði á beinkinum tá Næstved spældu javn­leik 1-1 ímóti Hvidovre á heima­vølli. Finnur Justinussen kom á vøllin seinastu løtuna, og tað manglaði lítið í, at hann skoraði eitt sigursmál fyri Næst­ved. Næstved og Fremad Amager eru ikki so langt frá Play off plássunum. Nummar tvey og trý í næstbestu deild­ini spæla play off dystir ímóti lið­um í superliguni við kapp­ingar­enda um rættin at spæla í super­ liguni komandi kapp­ingarár. Kaj Leo skift felag Kaj Leo í Bartalsstovu hevur gjørt trý ára sáttmála við ís­ lendska meistaraliðið, Valur. Tað váttar felagið á Facebook- síðuni. Kaj Leo hevur seinastu trý árini spælt í íslendskum fót­bólti – fyrst við FH og síðani tvey kappingarár við ÍBV. Kaj Leo í Bartalsstovu hevði eitt sera gott kappingarár í ár og hevði flest upplegg í ís­ lendsku meistaradeildini. Tí hevur stórur áhugi seinastu tíð­ina verið fyri Kaj Leo. Valur er sigursvant felag úr Reykjavík, sum í ár vann sítt 22. meistara­heiti. Fleiri flytingar í føroyskum fótbólti Nakrar hava verið í føroyskum fót­bólti um vikuskiftið. Mill­ um annað, so hevur B36 gjørt sáttmála við miðverjan, Er­ling Jacobsen, sum annars hevur spælt nógv við Víkingi. Sein­ asta árið hevur hann tó ikki spælt, tí hann siglir úti. Tað hevur leingi ljóðað, at Víkingur gjarna vil hava miðverjan aftur. Nú hevur hann tó skrivað und­ ir við B36, sum hevur heimstað í Gundadali. Hetta hevur helst av­gerandi týdning, tí Erling Jacob­sen og familjan búgva í Havn. - Fyrst og fremst, so tykist tað, sum er B36 eitt sunt og væl rikið felag, og tað er av­gjørt høvuðsorsøkin til valið, sigur Erling Jacobsen við heima­ síðuna hjá B36, og leggur aftur­ at: - Men tað var ikki bara ein løtt avgerð. Eg havi altíð spælt við Víkingi, so sjálvandi varð nógv vigað aftur og fram, áðrenn eg tók avgerðina. Men eg búgvi í Havn, og við tveim­ um smábørnum er ikki altíð líka lætt at brúka nógvar tímar til ferðing hvørja viku. At sigur eisini, at hann hevur roynt at hildið seg í form, hóast hann ikki hevur spælt seinasta árið. Fyri viku síðani setti NSÍ navn á nýggja venjaran til kom­andi kappingarár, og nú eina viku seinni, hevur NSÍ sett navn á fyrsta nýggja leikaran til komandi kappingarár. Talan er um toftamannin, Odd Højgaard, sum seinasta kapp­ingarár spældi við EB/ Streymi. Oddur Højgaard er 29 ára gamal verjuleikari, ið umframt EB/Streym, eisini hevur spælt við barn­dóms­ felag­num, B68, og danska felag­ num, B1908. NSÍ skrivar á heimasíðu sínari, at Oddur Højgaard er æt­lað­ur sum avloysari hjá Jens Joen­sen, ið nú gevst at spæla fót­bólt. trondur@sosialurin.fo Hondbóltur: Kvinnulandsliðið úttikið A-landsliðið hjá kvinnum skal spæla tríggjar HM- undankappingardystir í døgunum 30. november til 2. desember. Føroyar eru í bólki við Sveis, Finnlandi og Litava. Allir dystirnir verða spældir í Siggenthal í Sveis. Nýggi landsliðsvenjarin, Ágúst Jóhansson, hevur úttikið 16 spælarar til landsdystirnar. Aldursspennið er vítt, frá 17 ár til 33 ár. Yngsti leikarin er Marita Mortensen, sum skal royna seg á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð. – Marita er ógvuliga væl fyri kropsliga og hevur klárað seg ómetaliga væl í ár sum vinstribakkur hjá H71. Hon hevur eisini víst til landsliðssavningar, hvør dugur er í henni, so eg síggi hana sum ein spennandi leikara, ið kann fáa ein týðandi leiklut fyri A-landsliðið í framtíðini, sigur landsliðsvenjarin við HSF.fo. Áðrenn leiðin gongur til Sveis, fer kvinnulandsliðið til Íslands, har tær skulu spæla tveir venjingardystir móti íslendska A-landsliðnum. Landsliðshópurin: Viviann Petersen, VÍF Ragnhild á Heygum, VÍF Pernille Brandenborg, Vendsyssel Ninna Johansen, Aalborg HK Kristianna H. Joensen, Skanderborg Håndbold Guðrið Geirsdóttir, Kyndil Bjarta O. Johansen, Kyndil Bára K. Hansen, Kyndil Súna K. Hansen, Kyndil Turið Arge Samuelsen, Haukur Durita Christophersen Jojic, VÍF Halla Midjord, VÍF Daniella Joensen, VÍF Tóra Eliasen, Stjørnan Maria Halsdóttir Weyhe, H71 Marita Mortensen, H71 Fleiri av føroysku útisetunum hava verið í dysti um vikuskiftið. Millum teirra var Sonni Ragnar Nattestad, sum fekk beinleiðis reytt kort Sonni Ragnar útvístur