mánadagur 12. november 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. november 2018 · Nr. 131
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Tá ið Fleyr-spælarin, Jens Heri
Bolstad Mortensen, týskvøldið
í síðstu viku varð innskiftur í
dysti í Meistaradeildini ímóti
Mjølnir, var tað 25. árið á rað,
at hann spældi ein dyst í bestu
føroysku deildini.
- Onkur vil sikkurt halda, at
eg skuldi verið givin fyri lang
ari tíð síðani, og at míni bestu
ár liggja langt aftanfyri meg,
men eg hugsi hinvegin, at um
man dámar nakað, hví skal
man so gevast? Og tað er upp
gávan hjá venjaranum at av
gera hvør spælir. Eg hugsi, at
um venjarin setir meg á vøllin
fyri ein annan, so er tað væl
tí at hann heldur, at eg kann
gera tað betri, og ikki sum ein
olmussa, tí hann tekur synd í
mær, sigur Jens Heri, sum er
greiður aldursforseti á Fleyr-
liðnum.
- Tað er bara Suni Juul
Pedersen á liðnum, sum eg
ikki kundi verið pápi at, og tað
kann vera eitt sindur torført at
fylgja við øllum hesum nýggju
úttrykkunum
hjá
teimum
ungu. Onkuntíð haldi eg, at teir
tosa russiskt, sigur Jens Heri
skemtandi.
Í fólkaskúlanum
Drúgva
flogbóltsleiðin
hjá
Jens Hera Bolstad Mortensen
byrjaði í 1985, tá ið hann sum
10 ára gamal gekk í Sankta
Frans Skúla í Tórshavn. Har
var ein lærari, ið lærdi frá sær
í flogbólti. Tað var Mannbjørn
Mortensen. Hann hevði stóran
áhuga í flogbólti, og hann vandi
næmingar bæði í ítróttar
tímunum og aftaná skúlatíð.
- Mannbjørn var einsamallur
um øll liðini, so hann hevði
nógv um at vera, lítir Jens Heri
aftur á.
- Hann var væl dámdur sum
lærari, og hann var ein venjari
av Guds náði.
- Eg minnist, at tað var hart
at byrja við. Flogbóltur er
tekniskt sera krevjandi, og ikki
gekk tað serliga væl hjá mær at
spæla, greiðir Jens Heri frá.
Tað vóru fimm dreingir í
flokkinum hjá Jens Hera, sum
gingu til flogbólt og spældu á
sama liði. Teir vóru, umframt
Jens Hera sjálvan, Rúni Vang
Poulsen, Sigmund av Teigum,
Bogi Dam Jacobsen og Bern
hard Petersen.
- Vit kendust sera væl, og tað
var ein stórur fyrimunur tá ið
vit spældu dystir og vóru til
kappingar, sigur Jens Heri.
Eitt nýtt flogbóltsfelag tók
seg upp í Havnini. Tað æt Fram.
Felagið varð sett á stovn í 1985,
og fyrstu árini vóru einans lið í
ungdómsdeildunum, men í 1991
settu Jens Heri og teir sær fyri
at vera við ímillum teir vaksnu.
- Vit byrjaðu í 3. deild í 1991,
og vit komu upp í Meistara
deildina í 1994, greiðir Jens Heri
frá.
- Eg minnist, at tað var ein
sera góð kensla at vera komin
allan vegin upp í bestu deildina,
og nú var greiða málið hjá okk
um at vinna bestu deildina,
sigur Jens Heri, sum saman við
liðfeløgunum rakk hesum máli
num.
Fram vann nevniliga FM í
1997. Á hesum liðnum vóru eitt
nú floksfelagarnir Sigmund av
Teigum og Bernhard Petersen.
Jens Heri var púra burtur í
flogbólti hesa tíðina.
- Eg minnist, at eg hugsaði
um fyrsta dystin í Meistara
deildini
fleiri dagar
frammanundan.
Eg plagdi at fara til mín góða
vin, Sigmund av Teigum, fleiri
tímar áðrenn dystir fyri at tosa
um flogbólt og dystin, sum vit
skuldu spæla, sigur Jens Heri.
Síðsta árið
Á vøllinum hevur Jens Heri
spælt kantur og diagonalur.
- Tað, sum hevur dámt mær
allarbest, hevur verið at spælt
kantur. Tað er mest krevjandi
plássið á vøllinum, av tí at
tú hevur so stóra ábyrgd. Tú
skalt taka ímóti serv, og ein
góð móttøka er grundarlagið
undir øllum flogbóltinum. Tá ið
móttøkan er komin upp, er tað
álopsspælið, ið er so stuttligt.
Mín hugsan er, at man ikki
vinnur ein flogbóltsdyst, um
man ikki loypir á, sigur Jens
Heri, sum tó ikki beint fram er
tann sami spælarin í dag, sum
hann einaferð var.
- Tey fyrstu árini hjá mær
Jens Heri spælir enn:
HEVUR SPÆLT
25 ÁR Í BESTU
DEILDINI
Jens Heri Bolstad Mortensen er 43 ár og spælir í ár 25. árið í bestu flogbóltsdeildini, har hann
er aldurforseti hjá Fleyr. - Tað er bara Suni Juul Pedersen á liðnum, sum eg ikki kundi verið pápi
at, sigur Jens Heri, sum lítir aftur á gamlar dagar og væntar, at hetta verður seinasta árið hann
spælir. - Eg havi so ómetaliga ringt við at ímynda mær ikki at sleppa á vøllin aftur, sigur hann
FLOGBÓLTUR
Vinmenninir Sigmund av Teigum (t.v.) og Jens Heri Bolstad Mortensen (t.h.)
Mynd: Óli G. Samuelsen