mánadagur 12. november 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 12. november 2018 · Nr. 131
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
h e v ð i
eg, um eg
skal siga tað sjálv
ur, nokk eitt tað harðasta slag
ið í bestu deildini. Mær dámdi
væl bara at knalla til bóltarnar,
og tað var veldugt at vinna upp
á tann mátan. Tey seinnu árini
hevur slagið ikki havt somu
megina, og havi eg nøkur ár
skift ímillum libero og kant.
Tað tendrar meg ikki upp á
saman mátan, um eg ikki sleppi
fram til netið at sláa bóltin,
sigur Jens Heri.
Byrjunarplássið á liðnum er
eisini rokið seinnu árini, men
hann gevur ikki skarvin yvir.
Hann heldur seg í góðari venj
ing og er klárur, tá ið venjarin
heitir á hann.
- Eg sigli úti, so umborð venji
eg bara kropsliga venjing. Tað
er einar 3-5 ferðir um vikuna,
sigur Jens Heri.
- Í Fleyr venja vit fýra ferð
ir
um
v i k u n a ,
og so er tað
upp til tann
einstaka at venja
í venjingarmiðstøð.
Mín leiklutur á liðnum er
ikki tann sami, sum hann hevur
verið. Eg byrji ikki inni, og eri
nokk triðja val á kantinum.
Har eru nakrir raskir ungir
menn frammanfyri meg, men
eg venji og eri klárur um eg fái
møguleikan, sigur Jens Heri.
- Annars royni eg at skapa
ein góðan stemning á liðnum
og hjálpa teimum ungu monn
unum. Mær dámar eisini væl at
vit hava intensar venjingar, so
eg rópi nógv og hoyrist, har eg
eri, leggur hann afturat.
Eitt serligt minni
Tað er ilt hjá Jens Hera at taka
eitt serligt minni úr rúgvuni,
men tá ið hann verður biðin
um at velja eitt, so rennur ein
serligur dagur fram fyri hon
um.
- Eg kundi tosað í tímavís
um minnir, men skal eg siga frá
einum, sum er rættiliga persón
ligt og stuttligt, sigur Jens Heri.
- Hetta var tann 9. mars 2002,
byrjar hann.
- Eg stóð uttanfyri Havnar
Kirkju og bíðaði eftir komandi
konuni hjá mær. Samstundis
sum eg geri hetta, so spæla mín
ir liðfelagar avgerandi dystin
um FM-heitið hetta árið. Eg
hevði spurt venjaran, Romica
Øster, um vit ikki kundu spæla
fyrr á degnum, men hann vildi
ikki flyta dystin. Kanska var
hann bangin fyri, at eg skuldi
bróta beinið, flennur Jens Heri.
- Eg standi so uttanfyri
kirkjuna og royki og royni at
fáa onkran á liðnum at svara
telefonini og siga mær, um vit
vóru meistarar, men eingin
svarar. Eg verði so giftur og
komi úr kirkjuni, men eg veit
framvegis einki. Eg og konan
skulu niðan til Per á Hædd at
taka brúðarmyndir, og tá hetta
er gjørt, sníki eg meg út at
roykja og ringja til onkran. Nú
fái eg fatur á einum av teimum
á liðnum, og eg hoyri beinan
vegin, at kenningin er har og
lagið er gott. Nú visti eg, at vit
høvdu vunnið, sigur Jens Heri
og heldur fram:
- Tað stuttliga við øllum
er, at tey hjá Fleyr hava gjørt
klárt í Gundadalshøllini, tí
tey eru vís í at gerast føroya
meistarar. Mjølnir tekur tó øll
á bóli við at vinna fyrstu ferð
í fýra mánaðir. Vit gerast tískil
føroyameistarar og fáa handað
heiðursmerki og steyp á palli
num hjá Fleyr í Gundadalshøll
ini. Tað hevur ikki verið stutt
ligt hjá teimum at síggja allar
Fram-leikararnar á teirra palli,
heldur Jens Heri fyri.
Framtíðin
Hóast Jens Heri hevur spælt
flogbólt í so nógv ár, so er hug
urin ikki fánaður, og tað er or
søkin til, at hann aftur og aftur
møtir til venjing og dyst.
- Tað stutta svarið er, at eg
elski flogbólt, og tað havi eg
gjørt síðani tann dagin Mann
bjørn gav mær ein bólt í hond
ina. Eg havi so ómetaliga ringt
við at ímynda mær ikki at slep
pa á vøllin aftur, sigur Jens
Heri.
-
Ein
onnur
orsøk
er
sjálvandi tann, at eg eri sera
kappingarsinnaður, og at eg
framvegis líka gjarna vil vinna,
sum eg altíð havi viljað, sigur
hann.
Hann viðgongur tó, at tað
ikki altíð hevur verið ein dans
ur á rósum, og at tað hava verið
løtur, har hann hevur umhugs
að at gevast.
- Tað hava mangan verið
tílíkar løtur, serliga aftaná
onkran taptan dyst, sum skuldi
verið vunnin. Tá havi eg kolað
alt niður og ikki tímað meira,
men tað hevur næstan altíð
bara verið ein løta, og so havi
eg glett meg til at spæla aftur,
sigur Jens Heri.
- Tað hava eisini verið onk
ur fríggjakvøld, har eg havi
hugsað, at hetta tími eg ikki
longur og havi roynt at funnið
onkra umbering uppi í høvdi
num, men tá so eingin er komin,
so havi eg pakkað taskuna og
eri farin avstað, sigur Jens Heri,
sum við sínum royndum hevur
nógv at læra frá sær.
- Tey seinni árini havi eg
hugsað, at tað er gott hjá teim
um ungu monnunum at hava
onkran við, sum kann stuðla
teimum tá ið tað ikki altíð
gongur so væl, sigur hann.
- Fyri meg er tað eisini um
ráðandi at hava sosialar rela
tiónir. Eg havi siglt alt mítt lív,
so tað er deiligt at hava eitt
frítíðarítriv at koma heim til,
leggur hann afturat.
Eitt, sum hevur verið avger
andi fyri at Jens Heri hevur
verið førur fyri at spælt so
leingi, er, at hann er sloppin lut
falsliga snikkaleysur frá skað
um. Hann varð skurðviðgjørd
ur fyri meniskin í 2007, men
annars hevur hann verið væl
fyri, og tað hevur eisini hjálpt
upp á kroppin, at hann í fjør
legði av at roykja eftir at hava
roykt í 29 ár.
- Eg veit ikki hvussu leingi
eg haldi áfram at spæla, men
eg rokni við at hetta verður tað
seinasta árið, sigur Jens Heri,
sum tó ikki er heilt vísur í tí.
- Marjun Kalsø spældi til hon
var 50 ella eldri, so eingin veit,
sigur hann.
albinus@sosialurin.fo
FLOGBÓLTUR