Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. november 2018 · Nr. 131 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Símun Christian Olsen Støðan líkist einum dysti, sum verður avgjørdur í yvirtíðini. Meðan flestu feløgini í Betri Deildini eru komin langt við at neyvstilla hóparnar til komandi kappingarár, vita feløgini í Suðuroy ikki enn, um samstarvið um felagsliðið TB/ FCS/Royn skal halda fram ella ikki. Nógv bendir á, at avgerðin fellur – so ella so – á fundi millum feløgini mikukvøldið. Vit eru í yvirtíðini. Spurningurin er bara, hvønn veg dysturin koppar. Stríð um heimavøllin Tað var á ársaðalfundinum 30. august, at elsta felagið í landinum, Tvøroyrar Bóltfelag, valdi og skipaði nýggja nevnd. Á fundinum var semja um, at felagið ynskti at halda fram við samstarvi um felagslið í Suðuroynni, og hetta fekk FC Suðuroy eisini at vita í einum skrivi, sum Sosialurin/ Miðlahúsið hevur sæð. Framhaldandi samstarvið er tó treytað av, at allir heimadystirnir hjá TB/FCS/ Royn skulu spælast við Stórá í Trongisvági, og tað er júst hetta, sum ger, at ketan loypur av. FC Suðuroy noktar nevniliga at ganga hesum treytunum á møti. Felagið úr sunnaru helvtini av Suðuroynni heldur, at rættast hevði verið at býtt heimavøllin ímillum Trongisvág og Vág, og sambært teimum var hetta eisini partur av munnligari avtalu, tá samstarvið varð skipað fyri tveimum árum síðani. TB-formaðurin ósamdur við egna nevnd – næstformaðurin onga viðmerking Tá TB setti fram kravið um, at felagið ynskti einkarætt til heimavøllin, um samstarvið við FC Suðuroy og Royn skuldi halda fram, var tað at síggja til í fullari semju. Seinni hevur formaðurin í TB, Henrik Thomsen, kortini sagt við bolt. fo, at hann skilir, at FC Suðuroy ikki kann ganga undir kravið. - Eg skilji væl, at tey í Vági ynskja, at liðið eisini skal spæla har. Persónliga haldi eg eisini, at tað rætta hevði verið at spælt í báðum støðum, segði hann. - Nýggja starvsnevndin hevur eisini greiða støðu til, at tað bara skal spælast við Stórá. Sum formaður má eg tillaga meg eftir tí, legði hann afturat. Hetta kann illa skiljast á annan hátt enn, at Henrik Thomsen er ósamdur við við hinar fýra limirnar í starvsnevndini hjá TB. Teir eru Sigvaldur Steinkross, næstformaður, Bjarni Nygaard, skrivari, Martin Bogi Einarsson og Jan Ole Farstad. Sosialurin hevur tosað við bæði formannin og næstformannin um vikuskiftið, men hvørgin vil siga meir enn tað, sum longu er komið fram um málið. Teir vísa í staðin á fundin, sum verður millum feløgini mikukvøldið. FC Suðuroy ynskir samstarv, men ikki fyri einhvønn prís Støðan í FC Suðuroy – bæði millum limirnar og vágbingar sum heild - tykist vera greið. Felagið ynskir, at fótbóltssamstarvið í oynni heldur fram. Tó ikki um TB heldur fast við kravið um Desember 2016: Bert átta av 52 limum í teimum trimum feløgunum atkvøða ímóti samanlegging. TB/ FSC/Royn er veruleiki. Januar 2017: Nýggi venjarin, fyrrverandi Glasgow Rangers spælarin Maurice Ross, hevur fyrstu venjingina við felagshópinum. September 2017: Eykaaðalfundur hjá TB samtykkir, at samstarvið við FC Suðuroy og Royn skal halda fram í 2018. November 2017: Maurice Ross skrivar undir tvey ára sáttmála við Víking. Felagsliðið, sum endaði kappingina við 29 stigum á 8. plássi, skal sostatt finna nýggjan venjara. November 2017: Nýggi venjarin hjá suðuroyingum eitur Glenn Ståhl. Sviin hevur áður verið spælari og venjari í Svøríki og Noregi. Februar 2018: Aðalfundurin í FC Suðuroy samtykkir, at eftir kappingarárið skal samstarvið víðkast og formaliserast. Sambært sudurras. fo verður TB kunnað um niðurstøðuna. Mai 2018: TB/FCS/Royn skakar Víking og fyrrverandi venjaran, Maurice Ross, tá teir senda meistararnar úr steypakappingini við 2-0 sigri í fjórðingsfinaluni í Sarpugerði. Felagsliðið TB/FCS/Royn: TB/FCS/Royn: VERÐUR TAÐ EGG ELLA UNGI Í SUÐUROY? Felagsliðið TB/FCS/Royn hevur seinastu tvey árini væl og virðiliga yvirlivað í bestu deildini, og farna kappingarár rukku suðuroyingarnir hálvfinaluni í steypakappingini. Nú er samstarvið hótt. TB vil hava einkarætt upp á heimavøllin, og tað góðtekur FC Suðuroy ikki. Nógv bendir á, at avgerðin fellur á fundi millum feløgini mikukvøldið FÓTBÓLTUR Tvey hendingarík ár