mánadagur 12. november 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 12. november 2018 · Nr. 131
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bert fýra av teimum 21
spælarunum,
sum
fingu
spælitíð í landskappingini
fyri TB/FCS/Royn í fjør, eru
uppaldir í Tvøroyrar Bólt
felag.
Mikukvøldið
verður
fundur millum TB og FC
Suðuroy um fótbóltssam
starvið í Suðuroynni. Tvey
tey seinastu árini hava TB,
FC Suðuroy og Royn sam
starvað um vaksnamanna
fótbóltin
í
oynni,
men
úrslitið av fundinum í vikuni
kann verða, at hetta sam
starvið slitnar.
Avleiðingin
av
hesum
verður, at TB spælir í Betri
Deildini í 2019, meðan besta
liðið hjá FC Suðuroy spælir
í 2. deild.
Hyggja vit at hagtølunum
fyri farna kappingarár, er
vert at leggja til merkis,
at bert fýra av teimum 21
spælarunum,
sum
fingu
spælitíð í landskappingini,
eru uppaldir í TB. Hesir eru
Teitur Olsen (2250 minuttir
í fjør), Eirikur Ellendersen
(2116), Stefan Radosavljevic
(1949) og Poul Ingason (928).
Fimm útlendskir spælar
ar vóru í hópinum, meðan
restin eigur sín fótbóltsupp
vøkstur í FC Suðuroy.
Stór óvissa valdar eisini
um hópin ella hóparnar
komandi kappingarár, og
greitt er eisini, at Glenn
Ståhl, venjarin frá farna ári,
ikki verður á síðulinjuni í
2019. Hetta merkir, at nýggj
ur venjari skal finnast, og
óansæð hvør hann verður,
verður avbjóðingin stór. Fara
feløgini hvør til sítt, verður
hon enn størri.
Føroyskir spælarar í
TB/FCS/Royn í 2018
Teitur Olsen: TB
Eirikur Ellendersen: TB
Stefan Radosavljevic: TB
Poul Ingason: TB
Salmundur Bech: FC Suðuroy
Dánjal Godtfred: FC Suðuroy
Búi Egilsson: FC Suðuroy
John Villi Leo: FC Suðuroy
Heri Kjærbo: FC Suðuroy
Ari Poulsen: FC Suðuroy
Jón Krosslá Poulsen: FC Suðuroy (VB)
Teitur Mortensen: FC Suðuroy
Rani Johansen: FC Suðuroy
Rani Johannessen: FC Suðuroy (VB/
Sumba)
Reidar Joensen: FC Suðuroy
Nikolei Johannesen: FC Suðuroy
Juni 2018:
Dreymurin um finalu
á Tórsvølli brestur, tá
B36 verður ov sterkt
í hálvfinalunum
í kappingini um
Løgmanssteypið.
Árstalsfelagið vinnur
4-0 við Stórá og
8-2 samanlagt.
August 2018:
Nýggj nevnd verður vald
í TB á ársaðalfundinum.
Tað verður einmælt
tikið undir við at halda
fram við samstarvinum,
skrivar tb.fo.
September 2018:
Glenn Ståhl boðar frá,
at hann gevst sum
venjari í TB/FCS/Royn
eftir kappingarárið.
Oktober 2018:
TB/FCS/Royn og
fráfarandi venjarin
enda kappingarárið á
7. plássi við 28 stigum.
Felagið spældi einstakar
góðar dystir, og rakk
hálvfinalunum í
steypakappingini.
2. November 2018:
Tað kemur fram, at
TB hevur sent skriv til
FC Suðuroy, har ein at
síggja til samd nevnd
ger greitt, at treytin
fyri at samstarvið skal
halda fram er, at allir
heimadystirnir skulu
spælast við Stórá. FC
Suðuroy noktar, og
samstarvið er í vanda.
5. November 2018:
Formaðurin í TB, Henrik
Thomsen, sigur við bolt.
fo, at hann heldur, at
tað rætta hevði verið, at
spælt bæði í Trongisvági
og í Vági. Hann tykist
also ikki vera samdur
við restini av nevndini.
Mikudagin 14.
November 2018:
Mikukvøldið verður
fundur millum feløgini
um fótbóltssamstarvið í
oynni. Tað tykist greitt,
at um TB heldur fast við
kravið um einkarætt
upp á heimavøllin, endar
samstarvið millum
TB og FC Suðuroy.
FÓTBÓLTUR
heimavøll við Stórá.
- Hasin fundurin verður
antin egg ella ungi, sigur Julius
Vest Joensen.
Merkir tað, at samstarvið
slitnar, um TB ikki vil sleppa
kravinum?
- Ja, um vit ikki verða samd
um eina felags støðu,
so... eg meini so við,
tí nú hava vit roynt í
tvey ár. Antin riggar
tað, ella riggar tað
ikki. Vit mugu koma
víðari, tí tú fært ikki
arbeitt við hesi støðuni.
Tú fært til dømis ikki
sett ein venjara í tvey
ár, tí tú veitst ikki, hvussu
støðan verður framyvir, sigur
formaðurin í FC Suðuroy.
- Vit høvdu eina munnliga
avtalu við hini um, at tá
vøllurin í Vági var klárur aftur,
skuldi spælast í Vági eisini, men
tað hevur nýggja nevndin í TB
kolldømt, leggur hann afturat.
FC
Suðuroy
vil
eisini
fegi víðka um og formfesta
samstarvið. Eftir tvey ára
royndartíð
heldur
felagið,
at tíðin er komin at skipa
felagið av nýggjum við felags
nevnd, felags navni og felags
fíggjarætlan.
FC
Suðuroy
hevur lagt upp til eitt samstarv
frá U15-liðunum og uppeftir.
Julius Vest Joensen heldur, at
fótbólturin í oynni fer at líða,
um tað ikki ber til at semjast
um ein felags leist.
Tíðin er um at ganga undan,
og samstarvið tykist hanga
í einum klønum trá. Julius
Vest Joensen veit ikki, hvat
fundurin í vikuni endar við.
- Vit vita heldur ikki
akkurát, hvat nevndin hjá TB
vil, men tað fara vit at práta við
teir um mikukvøldið. Teir hava
vælsaktans eina ætlan og eina
støðu.
TB uppalt
fýra spælarar
í felagslið
num í fjør