mánadagur 12. november 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. november 2018 · Nr. 131
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Jóan Símun Edmundsson hevur
boðað
landsliðsvenjaranum,
Lars Olsen, frá, at hann ikki er
tøkur til dystirnar í Aserbadjan
og á Malta. Fyribils kanningar
nar siga, at talan verður um
ein skaðasteðg upp á tríggjar
vikur.
-Teir siga, at tað sá ógvusligt
út á video og eg fryktaði tað
ringasta. Eg spældi dystin lidn
an og verið klókari í morgin, tá
eg havi verið til skanning, sigur
Jóan Símun Edmundsson við
Sosialin í dag.
Arminia Bielefeld og Jóan
Símun Edmundsson spældu
í gjár 1-1 á útivølli móti FC
Ingolstadt 04 í 2. Bundesliguni,
sum er næstbesta deildin í
Týsklandi. Føroyski landsliðs
spælarin spældi allan dystin,
men fekk ein skaða, sum ger
at hann ikki verður við lands
liðnum.
Jóan Símun Edmundsson
átti stóran lut í javnleikinum í
gjár, tí hann átti eitt flott upp
legg til málið, sum Arminia
Bielefeld fekk. Tað er ógreitt
hvør verður úttikin fyri tofta
mannin, men helst verður boð
eftir onkrum. Landsliðið fer til
Aserbadjan í morgin.
Lars úttikið hópin
Lars Olsen hevur úttikið hópin
til dystirnar móti Aserbadjan
og Malta, sum verða seinni í
hesum mánaðinum. Nýggjur
maður á landsliðnum er Jákup
Ludvig Thomsen, sum spælir
við FH í Íslandi.
Fýra broytingar eru í hópi
num hesaferð, í mun til seinast,
tá Føroyar spældu á heimavølli
móti Aserbadjan og Kosovo. Og
av teimum er ein, ið ikki hevur
verið á A-landsliðnum áður.
Talan er um Jákup Ludvig
Thomsen, sum avloysir Finnur
Justinussen.
Framherjin
úr
Næstved
hevur ein lítlan skaða at
dragast við, og harafturat skal
Finnur Justinussen til próv
tøku, tá landsliðið spælir á
Malta. Tískil hevur Finnur givið
avboð til komandi landsliðs
uppgávur, skrivar heimasíðan
hjá Fótbóltssambandinum.
Nú er Jákup L. Thom
sen brádliga í spæl til lands
dystirnir, tí hann er saman
við Klæminti A. Olsen einastu
áleypararnir í hópinum, men
helst
verður
ein
áleypari
úttikin í hansara stað.
Tveir dystir eftir
Tveir dystir eru eftir at spæla
í UEFA Nations League bólka
spælinum, og fyri føroyska
liðið er setningurin greiður:
Um Føroyar skulu hava nakr
an kjans at spæla seg víðari í
kappingini, er tað eitt krav, at
føroyska liðið vinnur á bæði
Aserbadjan og Malta, sam
stundis sum Kosovo bara fær
eitt stig í sínum dystum móti
Aserbadjan og Malta.
Síðani
landskappingin
í Betri Deildini endaði fyri
tveimum vikum síðani, hevur
A-landsliðið
vant
regluliga.
Talan hevur verið um heimligu
spælararnar,
umframt
teir,
sum spæla í íslendskum fót
bólti, og harafturat hevur Lars
Olsen eisini havt nakrar av U21-
spælarunum til venjing.
Sagt verður, at venjingar
støðan hjá føroysku spælar
unum er góð, og tað er einki at
ivast í, at kapping hevur verið
um plássini á landsliðnum, nú
endaligi hópurin til komandi
UEFA Nations League dystir
skuldi úttakast.
Seinasta venjingin, áðrenn
endaligu úttøkuna, var fríggja
kvøldið. Ferðalagið fer avstað
týsmorgunin. Flogið verður úr
Vágum til Keypmannahavn,
har útisetarnir koma við. Síða
ni verður flogið beinleiðis til
Baku í Aserbadjan.
Leygardagin 17. november
klokkan 17.00 spæla Aserbadjan
og Føroyar á Baki Olimpiya
Stadion
í
aserbadjanska
høvuðsstaðnum,
Baku.
Og
trígjar dagar seinni, týsdagin
20. november er seinasti dyst
urin í UEFA Nations League
bólkaspælinum á skránni, tá
Malta tekur ímóti á National
Stadion í Ta’Qali á Malta.
Føroyska landsliðið má klára seg uttan stóru stjørnuna í Nations League móti Aserbadjan
og Malta, eftir at toftamaðurin bleiv skaddur í dysti fyri Arminia Bielefeld í gjár
Hópurin:
Gunnar Nielsen, FH (ICE)
Teitur M. Gestsson, HB
Kristian Joensen, KÍ
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, B36
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Jógvan Rói Davidsen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, AC
Horsens (DEN)
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DEN)
Magnus Egilsson, HB
Gilli R. Sørensen, SK Brann (NOR)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (ICE)
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE)
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Brandur H. Olsen, FH (ICE)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Árni Frederiksberg, NSÍ
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Jákup L. Thomsen, FH (ICE)
HONDBÓLTUR
JÓAN SÍMUN
GIVIÐ AVBOÐ
TIL LANDSLIÐIÐ