mánadagur 12. november 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 12. november 2018 · Nr. 131
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Mánadagin byrjar altjóða
talvkapping í Løkshøll í
Runavík. Hetta er tann
triðja Runavík Open, sum
Talvsamband Føroya og
Runavíkar Kommuna í
felag skipa fyri.
Átta útlendskir stór
meistarar
eru
millum
teir 27 telvararnar í kapp
ingini. Teir eru helvt um
helvt føroyingar og út
lendingar.
Synd er at siga, at
okkara
bestu
telvarar
eru væl umboðaðir í
kappingini. Bara tveir av
fremstu fjøruti telvarum
í Føroyum eru við. Talan
er um brøðurnar Rógva
og Høgna Egilstoft Niel
sen úr Sandavági. Teir
eru nummar 2 og 3 á før
oyska styrkilistanum.
Høgni kann tryggja
sær heitið sum altjóða
meistari við góðum úrs
liti í kappingini. Eldri
bróðirin, Rógvi, hevur ein
IM-norm frammanund
an, og fer í hesari kapp
ingini ivaleyst at dyrgja
eftir øðrum norminum.
Tað er heldur enn
ikki hugstoytt hjá fyri
skiparum, at so fáir av
okkara fremstu telvarum
ikki leggja meira fyri,
nú eitt kærkomi høvi er
at sleppa at royna seg
móti sterkum mótstøðu
monnum í kapping í Før
oyum.
Fimm telvarar í Runa
vík Open í ár hava hægri
styrkital enn 2500. Teir
sterkastu hava 2550 -
júst sama styrkital, sum
føroyski
stórmeistarin
Helgi Dam Ziska hevur.
Helgi var við í teirri
fyrstu
Runavík
Open
í 2016, tá hann júst var
vorðin stórmeistari, men
hann var ikki við í fjør, og
ei heldur í ár.
Kappingin
byrjar
mánadagin 12. november,
og endar sunnudagin 18.
november.
HM-finala í London
Finaludysturin
um
heimsmeistaraheitið
í
talvi fyri einstaklingar
millum norska heims
meistaran Magnus Carl
sen
og
amerikanska
avbjóðaran
Fabiano
Caruana er byrjaður við
einum braki í London.
Fyrsta talvið í gjár
gjørdist eitt hitt longsta
í nakrari HM-finalu. Tað
vardi einar sjey tímar,
og fluttir vóru 115 leikir,
áðrenn tað endaði javnt.
Magnus Carlsen var við
yvirlutan við svarta fólki
num og átti av røttum at
vunnið, men snávaði, so
at Caruana fekk bjargað
sær javnleikinum.
Telvast skulu tólv talv
í HM-finaluni. Eitt talv
verður telvað um dagin,
men triði hvør dagur er
frídagur.
Seinnapartin
fóru teir undir annað
talvið í dystinum.
Frá mánadegnum fer
NRK 1 sjónvarpsrásin,
sum sæst nógvastaðni í
Føroyum, at senda bein
leiðis frá dystinum í Lon
don.
28 ára gamli Magnus
Carlsen
hevur
verið
heimsmeistari seinastu
fimm árini. Hesi árini
hevur hann sititð trygg
ur á ovastu rók á FIDE-
styrkilistanum, men eing
in hevur verið honum so
nær sum júst nú, tí bara
nøkur fá ratingstig eru
á muni millum Magnus
Carlsen og tvey ár yngri
amerikanska avbjóðaran,
Fabiano Caruana.
USA hevur ikki átt
heimsmeistaran í talvi
síðani
Bobby
Fischer
vann
HM-finaludystin
í 1972 í Reykjavík móti
russiska heimsmeistara
num Boris Spasski.
Telvað verður í London
til 26. november, tá tólvta
talvið
er
á
skránni.
Stendur tá framvegis á
jøvnum, skal HM-finalan
avgerast við kviktalvum
28. november.
trondur@sosialurin.fo
Átta stórmeistarar
í Runavík
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
t
Altjóða
fótbólts
avbjóðingin
Vit kenna kjakið her úr Føroyum. Í 90 unum
vóru HB og B36 tey stóru, meðan kappingin
nú er deild upp í tvey. Í hondbóltinum hevur
kvinnuliðið hjá Neistanum í nøkur ár sitið
tungt á øllum, meðan H71 í løtuni er við at
yvirtaka føroyskan hondbólti.
Í altjóða fótbólti er ein nýggja avbjóðing
komin, síðani Roman Abramovich í 2003
keypti enska felagið Chelsea. Hann er ikki
fyrsti ríkmaðurin, sum hevur keypt eitt
fótbóltsfelag, men hann er blivin ímyndin
av ríkum íleggjarum, sum keypa sær eitt
fótbóltsfelag at spæla við.
Seinastu
vikuna
hevur
týska
blaðið,
Der Spiegel, havt eina greinarøð við
upplýsningum, sum Football Leaks hevur
latið teimum. Her eru upplýsningar, sum
benda á, at feløg sum Manchester City og
Paris Saint-Germain snýta í samband við
fíggjarligu reglugerðini hjá FIFA, sum eitur
FFP (Finacial Fair Play).
Tað kemur fram í greinunum, at feløgini
brúka nógvar snildir, fyri at pumpa virðið
upp á felagnum. Bæði feløgini hava eigarar,
sum hava tætt tilknýti til londini Abu Dhabi
og Katar. Her verður víst á, at stuðulsavtalur
ikki eru í samsvar við virðini, og enntá, at
fyritøkur sum stuðla, fáa góðar avtalur í
londunum.
Ein serlig søga er, at ein venjari hevur havt
tvær lønir. Der Spiegel skrivar, at Roberto
Mancini í desember 2009 skrivaði tveir
sáttmálar við Manchester City. Ein við
sjálvt felagið í Onglandi, sum gav honum
eina løn á beint undir 15 milliónir krónur
um árið. Síðani gjørdi hann ein sáttmála
við Al-Jazeira SCC, sum hevur samband til
eigararnar hjá Manchester City. Her er talan
um ein sáttmála, sum ger Roberto Mancini til
ráðgeva hjá felagnum. Lønin fyri tað er einki
minni enn 18 milliónir krónur um árið.
So samanlagt er árslønin yvir 30 milliónir
krónur, men bara í mesta lagi 15 milliónir
krónur eru útreiðslur hjá Manchester City.
Roberto Mancini var venjari í Manchester
City í tíðini, tá Gunnar Nielsen spældi í
felagnum. Hann vann eisini felagnum fyrsta
meistaraheitið í nýggjari tíð, tá felagið á
ótrúligan hátt vann 3-2 á QPR í evstu løtu í 2012.
Spurningurin er so nær, tey stóru blíva ov
stór? Stóru feløgini hava eisini hótt við
at fara í sína egnu “Superligu”, har bara
tey múgvandi sleppa upp í part. Í fleiri av
smærru londunum sæst eisini, at ongin
spenningur er um meistaraheitið, tí vinnandi
liðini blíva við at fáa inntøkur frá Champions
League, sum vit eisini kenna aftur í Føroyum.
trondur@sosialurin.fo