Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. november 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. november 2018 · Nr. 132 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Moody’s hevur ikki kravt kvotur fyri kreditvirðið Stríðið um kvotur ella fiskidagar er endað í frágreiðingini hjá Moody’s um kreditvirðið hjá Føroyum Árni Gregersen Útmeldingin frá Landsbanka Føroya um at ratingfyritøkan, Moody’s sigur, at kvotaskipan í føroyska botnfiskiskapinum betr­ar um føroyska kredit­ virðið hevur vakt ans. Fyrrapartin í gjár var nógv kjak í Løgtinginum um frá­ greiðingina frá rating­felags­ skap­inum, Andstøðan og sam­ gongan kjakaðust um, hvussu stóran týdning tað hevur sum felagsskapurin hevur, og hvussu avgerandi tað er at felags­ skapurin fær rættar upp­lýs­ ing­ar frá føroysku myndug­ leik­unum . Moody’s hevur havt fund við landsstýrið, men tey hava eisini hitt floksformennirnar í báðum stóru andstøðu­flokk­ un­um. Tað, sum vekir ans í frá­ greið­ingini hesaferð er, at Lands­bankin tulkar frá­greið­ ing­ina frá Moody’s sum, at rat­ ing­stovn­urin vil hava, at før­ oy­ingar fara yvir til eina kvotu­skipan heldur enn at brúka fiskidagaskipanina. Í kjakinum legði andstøðan sam­gonguna undir at hava brúkt Moody’s til at peika á, at besta regurleringsskipanin er­ kvota­skipanin. Yvirtulking Johnny í Grótinum var for­ mað­ur í fiskivinnuný­skip­anar­ nevnd­ini og hann er búskap­ar­ frøð­ingur. Hann undrast á, at Lands­ bank­in følir tørv á at yvirdríva boð­skapin hjá Moody’s av hesi einu greiningini í frágreið­ing­ ini. “Høvuðsboðskapurin hjá Moody’s er, at fiskivinnu­ný­ skip­anin tryggjar burð­ar­dygg­ ar fiskastovnar og økir mun­ andi um inntøkur lands­kass- ­ans.” Johnny í Grótinum sigur eisini, at tað sum Moody’s bygg­ir sínar meting á er tað, sum stovnurin hevur fingið at vita frá landsstýrinum. Landsstýrið hevur í sam­ bandi við fiskivinnu­nýskip­an­ ina sagt, at fiskidagaskipanin hevur roynst eitt sindur trupul at brúka til at tálma fiski­skap­ inum og tí heldur landsstýrið, at tað er frægari at fara yvir til eina kvotaskipan. -Moody’s sigur, at um so er, at ein kvotaskipan er betri at stýraa fiskiskapinum við, so er tað gott fyri kreddivirðið at fara yvir til eina kvotaskipan, sig­ur Hohnny í Grótinum. Hann leggur afturat, at tað sum hann kennir til Moody’s frá bankaverðini, so fara tey als ikki inn í so nágreiniligar part­ar, men fyrihalda seg í stór­an mun til tær upplýsingar, sum tey fáa. Stór mistøk Í greiningini um føroyska bú­ skapin ger ratingfelagið eisini onnur mistøk. Moody’s sigur, at 95 prosent av øllum tí føroyska útflutn­ inginum kemur frá fiski­vinn­ uni, sum fiskivinnunýskpanin ávirkar. Men øll, sum kenna eitt sind­ur til føroyskan útflutn­ ing, vita, at umleið helvtin av út­flutn­inginum kemur frá ali­ vinn­uni, sum onki hevur við fiski­vinnunýskipanina at gera. Moody’s heldur eisini , at landsstýrið hevur verið ov pess­imistiskt, tá ið inn­tøk­ur­n­ ar frá fiskivinnuni eru mettar fyri komandi ár. Í frágreiðingini skrivar Moody’s eisini, at fiski­vinnu­ ný­skip­anin fer at gera, at inntøkurnar fara at verða størri næsta ár. -Tað kemst ikki av stórari vit­an at meta, at fiski­vinnu­ný­ skip­anin fer at hava stóra ávirk­an longu næsta ár, sam­ stundis sum vit eisini vita, at pel­ag­isku kvoturnar eru skerd­ ar eins og kvoturnar í Barent­ hav­inum, sigur Johnny í Grót­ in­um. Kvoturnar Landsstýrismaðurin við fiski­ vinnumálum hevur eisini stað­ fest, at kvotur koma ikki í gildi kom­andi ár, men at hildið verð­ur fram við fiskidag­skip­ an­ini. Tað sum nú stendur eftir er, hvussu nógv fiskidagarnir skulu redgulerast til komandi ár og hvussu tað skal gerast. Høgni Hoydal, lands­stýris­ mað­ur , sigur, at Havstovan fer at koma við einum uppskotið til nevndina, sum arbeiðir við umstingarætlanum fyri botn­ fiska­stovnarnar, hvussu nógv Havstovan heldur, at fiski­ daga­talið skal minka komandi ár. Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur nú boðað frá, at vit halda fram við fiskidagaskipanini næsta ár Tað sær ikki út, sum Moody's veit, at uppsjóvarkvoturnar verða minni næsta ár Heldur ikki er hædd tikin fyri, at kvoturnar í Barentshavinumn verða lægri í 2019