Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. november 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 14. november 2018 · Nr. 132 TÍÐINDI Eysturoyartunnilin kemur ígjøgnum um hálvan mai Alt økið í Saltnesi, har Eysturoyartunnilin fer at koma upp, er ikki til at kenna aftur. Er langt ímillum, at tú ferðast um hesar leiðir, kennist tað, sum alt hetta stóra arbeiði – og ein velduga stór útfylling – hevur gingið við rúkandi ferð Vilmund Jacobsen Um arbeiðið í Eysturoyar­ tunnl­inum fer at ganga líka so væl tað næsta hálva árið, sum tað hevur gingið seinastu sjey vikurnar, so verður tunnilin liðugt boraður longu í mai mán­aði næsta ár – ella um stív­liga 24 vikur. Sosialurin hevur hugt eftir tølunum hjá NCC yvir, hvussu gingist hevur verið boringini seinastu vikurnar. Her sæst, at síðan frá­søgn­ ina mánadagin hin 1. oktober og til seinastu frásøgn hin 12. nov­ember, sum var farna mána­ dag, eru boraðir tilsam­ans 920 metrar. Tað er soleiðis, at NCC upp­ lýsir hvønn mánadag, hvussu gingist hevur í undanfarnu viku. 131,4 metrar í miðal Hyggja vit eftir boritølunum í hesum tíðarskeiði, sær viku­ liga uppgerðin soleiðis út (bori­longd í metrum í und­an­ farnu viku): 01. oktober (158) 08. oktober (132) 15. oktober (85) 22. oktober (102) 29. oktober (138) 05. november (159) 12. november (146) Leggja vit hesi tøl saman, gevur tað 920 metrar. Býta vit so hesar 920 metrarnar við sjey vikum, fáa vit eitt miðal borital á 131,4 metrar um vik­ una. Liðugt hálvan mai Sambært seinastu frásøgn hjá NCC eru nú 8.074 metrar bor­ aðir av Eysturoyartunlinum, sum verður tilsamans 11.250 metr­ar langur. Eftir at bora eru sostatt 3.176 metrar. Taka vit hesar írestandi 3.176 metrarnar og býta talið við miðaltalinum av borilongd seinastu sjey vikurnar – 131,4 metrar um vikuna – fer tað at taka tilsamans 24,1 viku at bora tað, ið er eftir av Eyst­ur­ oy­artunlinum. Tað merkir, at við verandi gongd í Eysturoyartunlinum verð­ur tunnilin liðugt boraður um seks mánaðir – og seks mán­aðir frá nú av er fram til 15. mai næsta ár. Spurningurin er so, um steðg­ir verða um jóltíðir, nýggj­ árið og páskir, men eftir øll­um at døma verður sjálvt bori­ arbeiðið liðugt tíðliga næsta summar. Og tað er júst tað, sum stjór­ in fyri Eystur-og Sand­oyar­ tunl­ar, Teitur Samuelsen, segði tíðliga í hesum árinum. Saltnes umskapað Alt økið í Saltnesi, har Eystur­ oy­artunnilin fer at koma upp, er ikki til at kenna aftur. Her er alt umskapað og at síggja til sera snøgt og væl frágingið. Er langt ímillum, at tú ferðast um hesar leiðir, kennist tað, sum alt hetta stóra arbeiði – og ein velduga stór útfylling – hevur gingið við rúkandi ferð. Men, enn er alt hetta ar­ beiðið ikki liðugt. Sosialurin kann í dag við beinasemi frá Simon Norden­ dal vísa okkara lesarum, hvussu alt hetta økið í Saltnesi í dag fullkomiliga er umskapað. Alt økið í Saltnesi, har Eysturoyartunnilin fer at koma upp, er ikki til at kenna aftur. Her er alt umskapað og at síggja til sera snøgt og væl frágingið. Mynd: Simon Nordendal (Dronedirector) Teitur Samuelsen er stjóri í P/F Eystur-og Sandoyartunlar