týsdagur 13. november 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 14. november 2018 · Nr. 132
HEILSA
Alternativar viðgerðir
móti kroniskari pínu
Trupulleikin við
langtíðarbrúki av
pínulinnandi heili
vági er, at nýtslan
kann enda við, at
fólk gerast bundin.
Í slíkum føri kann
tað vera vert at
kanna eftir, um
onkrir vandaleysari
hættir møguliga eru,
sum kunnu minka
um nýtsluna av
traditionellum heili
vági – og samstundis
linna um pínuna
Vilmund Jacobsen
Tað kemur neyvan óvart á
nakran, at kronisk pína minkar
munandi um lívsgóðskuna hjá
okkum menniskjum. Pína mink
ar eisini um virkisførleikan,
arbeiðsførleikan
og
sosiala
virkishugin.
Pínulinnan stuðlar undir
lekjandi mekanismurnar, men
áhaldandi pínulinnan kann
elva til trupul hjáárin sum
gera, at tað kann vera vert at
royna ymiska alternativa við
gerð.
Sambært Heilsustýrinum í
Danmark
er
kronisk
pína
størsta einstaka orsøkin til
sjúkufráveru, og her er talan
serliga um pínu í nakka, ryggi,
lendum og pínu, sum stavar
frá slitgikt ymsastaðni í kropp
inum.
Kronisk pína
Talan er um kroniska pínu, tá
pínan hevur vart í umleið eitt
hálvt ár ella pínu, sum er
íkomin orsakað av skaða, har
pínan heldur fram longri enn
væntaðu grøðingartíðina.
Tað er trupult at máta pínu,
eins og upplivingin við pínu er
ógvuliga individuell.
Fólk, sum eru von við pínu,
tykjast at hava ein hægri pínu
mark. Tey, sum hava góðtikið
sína kronisku pínu og hava
lært at liva við henni, kunnu
uppliva, at pínan minkar við
tíðini.
Fólk, sum stúra fyri pínu,
tykjast at merkja pínuna meira
enn tey, sum stúra minni. Tí er
tað ikki bara eitt fysiologiskt,
men eisini eitt psykologiskt
sjónarhorn í pínuviðgerð.
Vanliga verður heilivágur
sum paracetamol og ibuprofen
brúkt fyri at lætta um pínu.
Men, er pínan ógvusligari,
verður ofta morfin og morfin
líknandi heilivágur í ymiskari
styrki – og ymiskar samanset
ing – brúktur sum pínulinnan.
Trupulleikin við langtíðar
brúki av heilivági og nógvu
hjáárinunum er, at nýtslan
kann enda við, at fólk gerast
bundin at heilivági.
Í slíkum føri kann tað vera
vert at kanna eftir, um onkrir
vandaleysari hættir møguliga
eru, sum kunnu minka um
nýtsluna
av
traditionellum
heilivági – og samstundis linna
um pínuna.
Fólk skulu tó vita, at nakrir
alternativir terapihættir mót
kroniskari pínu hava tað til
felags, at teir skulu brúkast
hvønn dag í eina tíð, áðrenn
teir virka móti pínuni.
Fólk eiga eisini at hava í
huga, at virknaðurin við alt
ernativari viðgerð ikki neyð
turviliga megnar at ”matcha”
sterkan heilivág.
Svøvnur og pína
Góður náttarsvøvnur er týdn
ingarmikil, tá vantandi svøvn
ur minkar um okkara pínu
mark.
Ein kanning hevur víst, at
53 prosent av sjúklingunum
við kroniskari lendapínu líða
av svøvnloysi móti bert trim
um prosentum millum tey,
sum onga pínu hava.
Vantandi svøvnur kann erta
fram ringa høvuðpínu og migr
enu.
Ein kanning við 1868 til
burðum av høvuðverki vísti
greitt, at svøvnur verjir mun
andi móti herðindum við høv
uðpínu í staðin fyri at erta tey
fram, og kanningin vísti eisini,
at heili 29 prosent av tilburðum
við ringum høvuðverki høvdu
sína orsøk í svøvnloysi.
Maturin, sum vit eta, kann
eisini hava sína ávirkan á okk
ara pínumark – antin við at
fremja ella tálma bruna í lik
aminum.
Eitt amerikanskt vísindaligt
føðslurit hevur skrivað, at
matvørur við høgum innihaldi
av sukuri veksa um brunan í
likaminum – við pínu, hita,
roða, verki og møguliga niður
settum virkisførleika.
Fólk við kroniskari pínu fáa
tí serligt gagn av kosti, sum
tálmar bruna.
Alternativ viðgerð
Men, hvat er so at siga um
alternativa fysiska pínuviðgerð?
Viðgerðarhættir sum aku
punktur, mýking, sonuterapi
og TNS (Transcutan Nerve
Stimulation),
hava
hjálpt
nógvum við kroniskari pínu,
og
TNS-tól
til
heimabrúk
kunnu keypast í fleiri handl
um.
Um tú líður av kroniskari
rygg-og vøddapínu, eigur tú at
fáa kannað, um trot er á
D-vitaminum, tá slík pína í
nøkrum førum hevur sína or
søk í vantandi D-vitaminum.
Viðgerð við heilivági, sum
minkar um kolesterol, kann
elva til vøddapínu sum hjáárin,
tí eginframleiðslan í likamin
um av tí, sum rópt verður
coenzym Q10, minkar við hesi
viðgerð. Men, eitt tilskot við
Q10 á 100 mg., kanska 200 mg.,
eigur at kunna hjálpa upp á
hetta.
Leggjast kann aftrat, at Q10
skal takast við eina máltíð.
Ymiskt pínulinnandi
Vísindaligar kanningar siga, at
omega-3-feittsýrur av slagnum
EFA, sum eru í fiskaolju, virka
væl móti bruna og pínu, og at
hjáárinini her eru nógv færri.
DL-fenylalanin, sum er sam
anbindandi aminosýra, verður
mett at virka væl móti einari
røð av pínu, sum stavar frá eitt
nú gikt, migrenu, vøddakramp
um, nervapínu og pínu eftir
skurðviðgerð.
Virknaðurin er, at DL-fenyl
alanin steingir fyri einum en
symi ella kveiki í nervaskipan
ini, sum annars veksur um
pínufráboðanir í likaminum.
DL-fenylalanin verður tikið
í tóman maga við vatni, og
hetta kann eisini takast sam
stundis, sum annar pínulinn
andi heilivágur verður tikin.
Ymiskar plantur
Ein røð av plantum hava eisini
pínulinnandi evni, og í tilgjørd
um formi kann nøgdin av hes
um evnum verða nóg stór til at
vera pínulinnandi.
Kili, sum er eitt slag av pip
ari, hevur í sær evni, sum verð
ur rópt capsaisin, og hetta
evnið fremur framleiðsluna í
likaminum av pínulinnandi
endorfinum.
Tað er tó ikki so effektivt at
eta kili, tí eftir bert hálvum
øðrum tíma kann hetta slag av
pipari ikki longur sporast í
blóðinum. Capsaisin er tískil
meira effektivt, tá evnið verð
ur smurt á húðina, har tað hjá
summum hevur góðan virknað.
Kryddurtin gurkumaia hev
ur í sær evnið curcumin, sum
virkar móti bruna, serliga um
gurkumaia verður tikið saman
við bromalein.
Ein kanning hevur víst, at
gurkumaia-úrdráttur
tykist
vera eins effektivur sum ibu
profen til viðgerð av giktapínu
í eitt nú knøum, men eisini
aðrastaðni í kroppinum.
Við tað, at gurkumaia er
tálmandi mótvegis bruna, hev
ur urtin ein góðan virknað
sum pínulinnan fyri ymiska
likamspínu.
Kelda: www.helse.dk