Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. november 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. november 2018 · Nr. 132 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Takk til tykkum mongu, sum á ymiskan hátt gleddu meg á mínum 70 ára føðingardegi. Takk fyri heilsanir, gávur, sang, talur og alla hjálp á hesum ógloymandi degi. Harrin signi tykkum øll. Harald M. Haraldsen. TØKK Johannes Andreas Næs f. 16. september 1920 d. 05. juli 2018 Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæri pápi, abbi, langabbi, verfaðir og beiggi okkara andaðist og fór til gravar. Vit takka heimasjúkrarøktarfrøðingunum fyri góða røkt og umsorgan. Vit takka tykkum, sum stukku inn á gólvið og ringdu til hansara meðan pápi var sjúkur heima. Eisini takka vit starvsfólkunum á landssjúkrahúsinum fyri góða umsorgan og røkt ta seinastu tíðina. Tøkk fyri blómur og heilsanir. Tøkk fyri vakran sang, kórsang og vakurt urgu- og hornspæl í kirkjuni. Tøkk fyri minnisgávu til Hvalbiar kirkju og til Havnar kirkju. Tøkk øll tit, ið fylgdu pápa til hansara seinasta hvíldarstað her á foldum. Familjunnar vegna Unna, Martin, Uni og Julianna TØKK Hjartaliga takka vit øllum sum sýndi samkenslu tá kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara JÓGVAN ELIS DANIELSEN ættaður úr Tórshavn f. 24.09.1938 d. 03.09. 2018 og varð jarðaður í Kastrup, við Vordingborg. Tøkk til tey, sum fylgdu honum til seinasta hvíldarstað hansara. Tøkk fyri heilsanir, blómur og gávur lætnar Zarepta, Ebenezer og Kristnastovu. Tøkk til tey, sum við bønum teirra vísti umsorgan í tíðini Jógvan Elis var sjúkur. Harrin signið tykkum øll. Opinberingin 3,8 Fyri tey avvarðandi Maria og børnini við familju Jeanette og Heidi við familju Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaði maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi, Klement Túgvustein f. 16.10.37 – d. 26.08.18 andaðist og varð jarðaður. Takk til starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum og Sjúklingahotellinum fyri hjálpsemi og nærveru. Takk til Bergur D. Joensen, prest fyri bønarløtuna og fyri troystarrík orð í kapellinum. Takk til Ova Brim, prest, kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Takk til Haraldur S. Hansen, Seinsta Heilsa, fyri fyrimyndarliga tænastu. Takk fyri vitjanir, heilsanir, bakstur, hjálp til ervi, blómur og kransar. Stóra takk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunar vegna Jóna Naina, Hensar, Johild og Sunrid við familjum Námsfrøðingar til Barnalund í Fuglafirði Søkt verður eftir: Einum námsfrøðingi at byrja 2. januar 2019 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt starv á 40 tímar um vikuna, á barnagarðsstovu. Hvørji eru vit: Barnalund, er ein samansjóðaður dagstovnur ætlaður 60 børnum í aldrinum 0-6 ár. Stovnurin er skipaður í tvey hús,- við einari vøggustovu og einari barnagarðstovu í hvørjum húsi. Ein felagsgongd/-høll, við fjølbroyttum virksemismøguleikum, bindur húsini saman. Uttanumøkið hjá stovninum er stórt og endurspeglar í stóran mun uppruna lendið og bjóðar inn til ymiskar avbjóðingar. Vit sóknast eftir starvsfólki: • ið hevur umsorgan fyri børnunum. • ið bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. • ið er týðilig í samskifti og leggur dent á gott samstarv. • ið hevur arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum. • ið er eldhuga og konstruktivt. • ið sær møguleikar fram um mørk. Vit kunnu bjóða tær: • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur. • eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan. • sernámsfrøðiliga ráðgeving. • møguleika at tilogna tær vitan og kunnleika til Karlstad-modellið og tekn til talu. Setanartreytir: Løn eftir sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Um námsfrøðingur ikki søkjir starvið, kann hjálparfólk verða fyribils sett. Nærri fæst at vita um stovnin og um starvið við at venda sær til varaleiðaran í Barnalund Hannu I. Hansen á tlf. 238030. Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um, skal sendast til býráðsskrivstovuna: Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður ella umvegis teldupost á info@ fuglafjordur.fo, í seinasta lagi mánadagin 10. december 2018 kl. 12.00. Fuglafjarðar kommuna Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður info@fuglafjordur.fo Fuglafjarðar Kommuna Mikudagur 20. september 2017 Nr. 109 91. árg. kr. 20,00 í leysasølu Næmingar skulu læra at undrast og granska Vísindavøka s4 LANDSROYNDIR: 190 Vanligur prísur 246.990, 1,6 bensin 120 hk Active NÚ EINANS ÍSLANDI Í blaðnum í dag: Spælara- metingar frá HB-Víkingur RTÍÐINDI Á SÍÐU 13