hósdagur 25. november 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 226 - 25. november 2004
Nr. 226 - 25. november 2004
7
– Tey, sum fáa mest
burturúr skattalætt-
anum hjá samgong-
uni, eru teir 1800
føroyingarnir, sum
hava yvir 400.000
krónur í løn um árið
SKATTALÆTTI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Ætlaði skattalættin hjá
samgonguni er heilt burtur-
við.
Tað staðfesta arbeiðara-
feløgini enn einaferð.
Tey hava nú gjørt nýggjar
útrokningar
sum
vísa,
hvussu ætlaði skattalættin
hjá samgonguni fer at
ávirka teir ymsu lønarbólk-
arnar.
Og útrokningarnar skuldi
verið heilt eftirfarandi, tí
tað er sjálvt Toll- og Skatt-
stova Føroya, sum hevur
gjørt tær.
Bárður Nielsen, lands-
stýrismaður í fíggjarmál-
um, hevur givið arbeiðara-
feløgunum loyvi til at
brúka Toll og Skatt til at
gera nakrar útrokningar í
sambandi
við
ætlaða
skattalættan.
Tað eru Føroya Arbeið-
arafelag, Havnar Arbeiðs-
mannafelag og tey bæði
arbeiðarafeløgini í Klaks-
vík, sum hava staðið fyri
útrokningunum.
Og roknistykkið vísir, at
tað verða heilir 13.000
føroyingar, sum næstan
onki gagn fara at fáa
burturúr ætlaða skattalætt-
anum, siga arbeiðarafeløg-
ini eftir at hava gjøgnum-
gingið roknistykkið.
Hetta eru teir føroyingar,
sum hava tær lægstu lønirn-
ar og sum ikki hava meiri
enn 75.000-170.000 í løn
um árið.
Arbeiðarafeløgini leggja
dent á, at í hesum bólkinum
eru giftir fólkapensjónistar
og giftir og stakir fyritíðar-
pensjonistar við lægstu
pensjón, ikki taldir uppí, tí
teir forvinna minni enn
75.000 krónur um árið.
– Hinvegin vísir rokni-
stykkið eisini, at tey, sum
fáa
allarmest
burturúr
skattalættanum eru teir
1.800 føroyingarnir, sum
hava meiri enn 400.000
krónur í løn um árið.
– Men allarmest burturúr
skattalættanum fáa teir
1.650 løntakararnir, sum
hava yvir burturúr skatt.
Arbeiðarafeløgini siga, at
løntakarar, ið bara hava
170.000 krónur í ársinn-
tøku, fáa 365 krónur um
árið í skattalætta, ella 30
krónur um mánaðin.
Men løntakarar, sum
hava 450.000 krónur í inn-
tøku um árið, fáa 4.340
krónur um árið í skattalætta
um árið, ella 362 krónur
um mánaðin.
Og
løntakarar
við
670.000 krónum um árið í
ársinntøku, fáa 5.990 krón-
ur um árið í skattalætta, ella
500 kr. um mánaðin.
– Ein háinntøka upp á
670.000 krónur um árið,
fær sostatt 16 ferðir so stór-
an skattalætta, sum ein árs-
inntøka uppá 170.000 krón-
ur.
– Slíkir skattalættar eru
heilt burtvið, siga arbeið-
arafeløgini.
Tey minna á, at tað
vanliga er, at skattapolit-
ikkurin er eitt til at føra
eina samhaldsfasta inn-
tøkujavning.
– Ætlaði skattalættin hjá
samgonguni brýtur hesa
meginreglu og hetta sær út
til at vera fyrsta stig at
bróta hesa sunnu og sam-
haldsføstu meginreglu um
at
útjavna
inntøkurnar
ígjøgnum skattapolitikkin.
Arbeiðarafeløgini
vísa
eisini á, at ætlaði skatta-
lættin
hjá
samgonguni
fevnir yvir fýra ár.
Men leisturin er tann
sami øll fýra árini.
– Og tað kann ikki vera
rætt at geva háløntum stórar
skattalættar í fýra ár á rað.
samstundis sum láglønt
lítlan og ongan skattalætta
fáa, siga tey fýra arbeiðara-
feløgini.
– Sostatt vendir ætlaði
skattalættin sosialt skeivt
og tað kunnu arbeiðara-
feløgini ikki góðtaka leggja
tey afturat.
Tey siga, at sostatt má
uppskotið broytast so at tey
við lágum og miðalinntøk-
um í minsta lagi fáa líka
stóran skattalætta í krónum
sum háinntøkurnar.
– Verður hugsað um kon-
junkturstøðuna,
eigur
skattalættin ikki at fara til
háinntøkur, men til lág- og
miðalinntøkur.
– Hjá lág- og miðalinn-
tøkum,
fara
møguligar
eykainntøkur sum t.d. ein
skattalætti, til at keypa
nýtsluvørur fyri, sum tey
hava brúk fyri, ella ynskja
sær.
Men fólk við høgum inn-
tøkum, ikki brúka møgu-
liga eykainntøku til nýtslu
av forbrúksvørum, tí tað
hava tey ráð til framman-
undan, men til uppsparing,
halda arbeiðarafeløgini.
– Sostatt fer ein eyka-
inntøka til háinntøkur ikki
at bøta um konjunkturstøð-
una
í
landinum,
siga
arbeiðarafeløgini.
Tey hava nú havt fund við
fíggjarnevndina hjá løg-
tinginum, har tey hava lagt
sínar útrokningarnar fram.
Og tey bæði vænta og
vóna at meiriluti fæst í løg-
tinginum fyri, at tað verða
tey lág- og meðalløntu, sum
í stóran mun hava brúk fyri
meiri peningi til neyðugt og
vanligt forbrúk, ið fáa
skattalætta komandi árini,
og ikki tey við høgum inn-
tøkum, sum ikki hava brúk
fyri eykainntøku fyri at lív-
bjarga sær.
– Skal tað loysa seg at
arbeiða, er tað al-
neyðugt, at ætlaði
skattalættin kemur
kjarnuni í verka-
fjøldini til góðar, men
tað ger ætlanin hjá
samgonguni als ikki,
siga arbeiðarafeløgini
SKATTALÆTTI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tá ið ætlaði skattalættin
hjá samgonguni er settur í
verk, fær eitt verkfólk við
eini ársinntøku upp á
170.000 krónur, ein árligan
skattalætta
uppá
3.160
krónur um árið.
Men ein løntakari við
eini ársinntøku upp á
500.000 krónur, fær ein
skattalætta uppá 38.660
krónur um árið.
Hetta er skattapolitikkur-
in hjá sitandi samgongu og
hetta góðtaka arbeiðarafel-
øgini als ikki.
Tey hava nú bæði vent
sær til løgmann og til fíggj-
arnevndina at mótmæla
ætlaða skattalættanum hjá
samgonguni.
Tey siga, at ætlaði skatta-
lættin
hjá
samgonguni
vendir skeivt og tí vilja tey
hava, at skattapolitikkurin
verður broyttur, so at hann
fer at koma lág- og miðal-
inntøkunum til góðar.
– Sum er, fær kjarnin í
verkafjøldini lítla og onga
nyttu
burturúr
ætlaða
skattalættanum. Men skal
skatturin lækkast, má hann
gagna borgarum við lág- og
miðalinntøkum.
Føroya Arbeiðarafelag,
Havnar Arbeiðsmannafelag
og tey bæði arbeiðarafeløg-
ini í Klaksvík, eru samd við
landsstýrið í aðalmálinum
um, at tað skal loysa seg at
arbeiða
– Men samgongan má
leggja sær í geyma, at tað er
serliga umráðandi, at tað
loysir seg hjá fjøldini at
arbeiða og fjøldin er júst
tey við miðal- og lágum
lønum.
– Tað er minni umráðandi
at
fjálga
um
ein
minnilutabólk av háløntum
lønmóttakarum, leggja tey
afturat.
Sum víst á í hinari grein-
ini, halda Arbeiðarafeløg-
ini, at ætlaði skattalættin
fer til skeivan bólk í sam-
felagnum.
Tí mæla tey til, at skatta-
lættin verður broyttur.
Samstundis hava tey tikið
stig til at gera ein nýggjan
skattastiga, sum Toll- og
Skattstovan hevur hjálpt
teimum við, við vælsignilsi
frá landssýrismanninum í
fíggjarmálum.
Arbeiðarafeløgini halda,
at tað er serstakliga umráð-
andi, at tað skal loysa seg at
arbeiða hjá miðal- og lág-
løntum, soleiðis at hesi
kunnu fáa meira pening til
vanligt forbrúk - og at
skattalættin tískil ikki eigur
at fara til hálønt, ið hava
nógv mikið av peningi til
vanligt forbrúk, marglætis-
nýtslu umframt pening til
privata uppsparing.
Landið kann spara
næstan 14 milliónir
Eftir
uppskotinum
hjá
arbeiðarafeløgunum,
fer
skattalættin
at
kosta
landskassanum 45.860.447
krónur. Sostatt fer landið at
spara 13.841.614 krónur, tí
ætlaði
skattlættin
hjá
landsstýrinum er mett at
kosta 59.702.061 krónur.
Uppskot til skattatalvu
Er inntøkan
men minni enn
verður latið
av
og av restini
kr.
kr.
kr. av
%
-
24.000
-
24.000
%
24.000
75.000
-
24.000
7,0%
75.000
135.000
3.570
75.000
20,0%
135.000
185.000
15.570
135.000
24,0%
185.000
300.000
27.570
185.000
36,5%
300.000
69.545
300.000
37,0%
13.000 føroyingar fáa næstan onki gagn
av skattalætta hjá samgonguni
– Tað er ikki ætlanin at tey, sum hava brúk fyri eini eykainntøku, skulu fáa nakran skattalætta.
Hinvegin skal ein lítil minniluti av føroyingum við sera høgari løn, hava næstan allan
skattalættan, siga arbeiðarafeløgini og tað góðtaka tey ikki
(Savnsmynd)
Kjarnin í arbeiðarafjøldini fær lítlan
og ongan skattalætta frá samgonguni
Hetta er uppskotið til skattatalvu, sum arbeiðarafeløgini hava gjørt og sum rakar nógv rættvísari
enn ætlaði skattalættin hjá landsstýrinum
– Tær tríggjar milli-
ónirnar, sum føroy-
ingar vilja brúka í
menningarhjálp,
kunnu gera stóran
mun, men føroyingar
skulu velja sær nakrar
ávísar verkætlanir at
arbeiða við, sigur
leiðandi ráðgevin hjá
Danida í Nepal, sum
júst hevur verið á
vitjan í Føroyum
MENNINGARHJÁLP
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Hóast føroyingar hava ein
avmarkaða upphædd av
ráða yvir til menningar-
hjálp, ber saktans til at gera
mun við hesi upphædd.
Tað eru boðini frá Dr.
Himat Bista, sum er leið-
andi ráðgevi hjá Danida í
Nepal.
Hann hevur júst verið á
vitjan í Føroyum, og á ein-
um fundi við løgmann,
landsstýrismen og løgtings-
menn greiddi hann frá,
hvussu tað ber til at arbeiða
við verkætlanum í menn-
ingarlondunum.
– Menningarlondini hava
brúk fyri hjálp uttanífrá fyri
at menna sítt samfelag, og
føroyingar kunnu eisini
gera góðan mun, sigur Dr.
Bista, sum sjálvur stendur á
odda fyri einum arbeiði at
spjaða valdið í Nepal.
Fleiri pengar at ráða
yvir
Seinastu árini hava føroy-
ingar sett nakrar fáar hund-
rað túsund krónur av til
neyðhjálp og menningar-
hjálp, og meginparturin av
hesum pengum hevur verið
nýttur til aktuella neyðhjálp
í illakomnum økjum.
Nýggja samgongan sigur
seg hava sett sær fyri, at
føroyingar skulu hjálpa
meira í útlondum, og upp-
hæddin á fíggjarlógini fyri
2005 gevur eisini ábend-
ingar um, at álvari er aftan
fyri orðini. Í øllum førum
er upphæddini, sum er sett
av til menningar- og neyð-
hjálp, vaksin upp í tríggjar
milliónir krónur.
Í eini samtykt á aðalfundi
hjá Sameindu Tjóða er mál
sett, sum áleggur ídnaðar-
londum at veita menning-
arlondum hjálp svarandi til
0,7 prosent av bruttotjóðar-
úrtøkuni hjá einstaka ídn-
aðarlandinum.
Játtanin upp á tríggjar
milliónir krónur svarar til
0,03 prosent av føroysku
bruttotjóðarúrtøkuni,
so
langt er frá málinum hjá
ST, hóast játtanin er nógv
vaksin eftir einum ári.
Serfrøðingar greiddu
frá
Í 2003 var aðalorðaskifti
um altjóða menningarpolit-
ikk í løgtinginum, og løg-
maður ætlar sær við grund-
arlagi í hesum at leggja
uppskot fyri løgtingið um,
hvussu reglarnar skulu vera
fyri menningarhjálp.
Ein partur av hesum
arbeiði er at kunna seg við,
hvussu tað verður arbeitt í
øðrum londum, og hvussu
Føroyar kunnu koma upp í
á ein skilagóðan hátt.
Tí hevði løgmaður boðið
Dr. Bista úr Nepal til Før-
oya, og eisini var Tommy
Petersen
boðsendur
úr
Egyptalandi, har hann nú
arbeiðir við miðspjaðing av
umhvørvismálaráðnum.
Mánadagin vóru teir á
fundi við politikarar, og
týsdagin var vinnulívið
kunnað um menningar-
arbeiði.
Miðvís hjálp er best
Dr. Himat Bista fegnast
um, at føroyingar eru hug-
aðir at veita størri menn-
ingarhjálp, og hann hevði
onkur góð ráð at bera
myndugleikunum.
– Tað ræður um at velja
sær okkurt einstakt projekt,
sum tað verður farið í holt
við. Vit skulu hugsa glo-
balt, men handla lokalt, og
tað umfatar eisini menning-
arhjálp, sigur Dr. Bista.
– Støddin á upphæddini
er ikki altíð so avgerandi,
men heldur, at hjálpin er
miðvís, og tað ber eisini til
at hjálpa við øðrum enn
pengum, til dømis serfrøð-
ingahjálp av ymsum slagi,
sigur hann.
Tann verkætlanin, sum
Dr. Bista sjálvur stýrir í løt-
uni, byrjaði við eini upp-
hædd á tríggjar milliónir
krónur um árið í fimm ár,
og úrslitini vóru so góð, at
hildið var áfram við verk-
ætlanini.
– Hetta vísir, at tað eru
ikki so ræðandi stórar upp-
hæddir, sum altíð skulu til
fyri at hjálpa. Tað ber eisini
til hjá føroyingum at sam-
starva við onnur um eina
verkætlan, sum ger stóran
mun í tí økinum, har hon
verður framd, sigur Dr.
Bista.
Hann fór av landinum
aftur mikudagin, eftir at
hann hevði steðga í Føroy-
um í fýra dagar.
Plátufelagið
væntar nógv av
Eivør
Íslendska plátufelagið 12
Tónar, sum júst hevur
givið nýggja fløgu út við
Eivør Pálsdóttir, væntar
sær nógv av nýggju út-
gávuni.
– Útgávan »Krákan«
gekk sera væl, og tað
hevði verið hugaligt, um
tann nýggja fløgan kundi
selt eins nógv, sigur um-
boð fyri 12 Tónar.
Krákan hevur selt um
10.000 eintøk í Íslandi,
Føroyum, Danmark og
Svøríki, og tað er plátu-
felagið sera væl nøgd við.
Eivør var fyrsta útgávan
hjá 12 Tónum, og tað
gekk óvæntað væl við út-
gávuni. Nýggja útgávan
hjá Eivør er nummar 10
hjá 12 Tónum.
Sunnudagin skal Eivør
hava
útgávukonset
í
Operahúsinum í Reykja-
vík. Hetta er sama stað,
sum hon spældi í, tá ið
Krákan kom út í fjør.
Nýggja fløgan kom
mikudagin í handlarnar í
Íslandi, og plátufelagið
roknar við, at rættilig
gongd kemur á søluna
eftir konsertina hjá Eivør
sunnudagin.
ek
Landaplága
roynir seg aftur
Ein av sangunum, sum
hesa vikuna er eykalag á
15 teimum bestu, er ein
gamal kenningur. Í rúgv-
uni av nýggju sangum er
eisini sangurin Til Allar
Vinir, sum Blátt gav út
fyri eini 15 árum síðani.
Sangurin hevur verið
sera nógv spældur í Út-
varpinum, og nú er hann
komin við á savnsfløguna
Popplist 3. Hetta hevur
við sær, at sangurin eisini
er blivin eykalag á 15
teimum bestu og skal
royna eydnuna millum
eitt nýtt ættarlið av ung-
fólki.
Atkvøðast kann fyri
sanginum og øðrum sang-
um á heimasíðuni hjá Út-
varpinum.
ek
Tjaldrið sleipaði
Ågot
Ågot fekk mikumorgunin
maskinbrek í Djúpunum,
og boð vórðu send til
Vaktar- og Bjargingartæn-
astuna um hetta. Boðini
komu beint fyri klokkan
sjey mikumorgunin, og
Tjaldrið fór avstað at
hjálpa.
Tjaldrið sleipaði Ågot
til Klaksvíkar, har skipið
er heimahoyrandi, og um
tíggju-tíðina var Ågot
komið til bryggju í Klaks-
vík.
Hóast Ågot var inni við
land var eingin vandi á
ferð, og teinurin at sleipa
úr Djúpunum og inn til
Klaksvíkar var stuttur.
ek
Dr. Himat Bista og Tommy Petersen
hava greitt føroyskum politikarum og
vinnulívi frá arbeiðinum í
menningarlondum
Mynd: Jens Kristian Vang
– Menningarlondini hava brúk fyri hjálp uttanífrá fyri at menna sítt samfelag, og føroyingar kunnu eisini gera góðan mun, sigur Dr. Bista, sum sjálvur stendur á
odda fyri einum arbeiði at miðspjaða valdið í Nepal. Hann hevur vitjað í Føroyum saman við Tommy Petersen seinastu dagar, og teir hava hitt bæði politikarar og
vinnulív
Mynd: Jens Kristian Vang
Føroyar kunnu gera mun við lítlum
C
M
Y
K
7
6