týsdagur 13. november 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. november 2018 · Nr. 132
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge – Baku, Aserbadjan
Føroyska landsliðið skal nú
spæla tveir teir seinastu dyst
irnar í nýggju Nations League
kappingini.
Møguleikin
at
koma víðari reyk helst, tá ið
vit í 3. umfari taptu heili 3-0 á
heimavølli móti Aserbadjan.
Kosovo hevur nú átta stig,
Aserbadjan seks, meðan vit
hava fýra stig.
Tí er líkt til, at Lars Olsen við
góðari samvitsku kann geva
nøkrum spælarum møguleikan.
Í
desember
verður
greitt,
hvørjum Føroyar verða í bólki
saman við til undankapingina
til EM 2020. Orsaka av Nations
League kappingini verða allir
tíggju dystirnir í 2019. Tá kann
hugsast, at tað verður brúk
fyri øllum góðum kreftum.
Nú kann hann royna nakrar
spælarar, sum kunnu leggjast
afturat bólkinum av spælarum,
ið kunnu spæla á landsliðnum.
Her er støðumetingin á
landsliðnum
undan
lands
dystunum móti Aserbadjan og
Malta, sum verða leygardagin
og týskvøldið.
Málverjar:
Gunnar Nielsen, FH
Er sum altíð okkara fyrstaval
millum stengurnar, men hevur
verið óheppin í ávísum støðum
í seinastu dystunum. Hevur
spælt eitt fult kappingarár í
FH í Íslandi, har hann eisini
hevur longt sáttmálan. Spælir
óivað frá byrjan í Aserbadjan,
men skal ein eykamálverji fáa
møguleikan, so er tað móti
Malta, um møguleikin at vinna
bólkin er rokin.
Teitur M. Gestsson, HB
Hevur
havt
eitt
framúr
kappingarár í HB, har hann
hevur verið við til at sett met
við 73 stigum. Tað gekk akkurát
ikki at tangera metið við 17
málum ígjøgnum, sum B36 við
Jákupi Mikkelsen í málinum
kláraði í 2005. Skal Teitur M.
Gestsson fáa møguleikan at
vísa, hvør dugur er í honum,
so kundi ein dystur sum tann
móti Malta verið eitt gott boð.
Kristian Joensen, KÍ
Málverjin hjá KÍ er í løtuni
triðjaval
á
landsliðnum,
men hann er ein málverji,
sum er í framgongd. Hann
hevur vunnið sær pláss í
landsliðshitanum,
eftir
at
Símun Rógvi Hansen bleiv
skaddur, og Tórður Thomsen
líka sum datt niður í millum.
Her skal tó sigast, at Tórður
Thomsen nú komin fyri seg og
hevur spælt alt kappingarárið
fyri NSÍ. Helst verður talan
ikki um spælitíð til Kristian
Joensen.
Verjan:
Atli Gregersen, Víkingur
Liðskiparin
á
landsliðnum
er sjálvskrivaður á liðnum.
Spurningurin er, um hann
spælir sum tann mittasti av
trimum ella sum tann høgri
av tveimum miðverjum. Tað
er ongin ivi um, at hann spælir
frá byrjan í Aserbadjan, men
er okkara leiklutur útspældur
á Malta, so kundi verið, at
Lars Olsen roynir onkra aðra
samanseting, nú Atli er í holt
við síni seinastu ár sum spælari
á hægsta stigi.
Sonni Ragnar Nattestad,
AC Horsens
Hevur fingið væl av spælitíð í
AC Horsens í Danmark, síðani
hann
bleiv
útleigaður
frá
Molde í Noreg. Fekk beinleiðis
reytt kort í seinasta dystinum
í Superliguni. Er sjálvskrivaður
á landsliðnum, har hann spælir
antin vinstri av trimum ella
tveimum í miðverjuni.
Odmar Færø, B36
Góðu avrikini hjá Odmari
gera, at Lars Olsen valdi at
broyta spælskipan til dystin
móti
Kosovo
á
Tórsvølli.
Tað vísti seg at rigga væl við
Odmari, Atla og Sonna Ragnar
í miðverjuni. Tað verður torført
hjá landsliðsvenjaranum at
rættvísgera, um Odmar Færø
ikki byrjar.
Heini Vatnsdal,
Fremad Amager
Er aftur í landsliðshitanum
og spælir fast í miðverjuni hjá
Fremad Amager í næstbestu
deildini í Danmark. Kom inn á
verjukenda miðvøllinum móti
Aserbadjan. Hann sær seg
sjálvan sum miðverja, men tað
er ikki vist, at Lars Olsen ger
tað sama. Vit leita eftir einum
verjukendum miðvallara, og
tað kundi verið Heini Vatnsdal.
Helst verður nakað av spælitíð
til Heina, tí Lars má vita, hvat
hann kann.
Gilli Rólantsson, Brann
Spælir í løtuni nógv hjá Brann
Bergen og er í dystarformi. Er
seinastu tveir landsdystirnar
fluttur á bakkin og vongbakkin.
Tað sæst væl, at hann trívist
betri, tá hann byrjar longur
afturi á vøllinum, enn tá
hann spælir á vonginum. Er
upplagdur vongbakkur í høgru
til báðar dystirnar, men ikki
óhugsandi, at hann verður
avloystur eina løtu.
Viljormur Davidsen, BK
Fær framvegis fulla spælitíð
í
Vejle
BK
í
Superliguni.
Hann situr tungt á vinstra
bakkplássinum. Ári M. Jónsson
og
Alex
Mellemgaard
eru
skaddir, so einasti avbjóðarin
er Magnus Egilsson. Helst
spælir hann báðar dystirnar
frá byrjan, men kundi verið
avloystur
eina
løtu.
Ein
møguleiki er eisini, at Gilli
verður settur á vinstru.
Gunnar Vatnhamar,
Víkingur
Spældi
tveir
teir
fyrstu
dystirnar í Nations League
á høgra bakki, men síðani
Gilli Rólantsson bleiv fluttur,
so
hevur
Gunnar
sitið
á
bonkinum. Tað er eitt sindur
ógreitt, hvussu Lars Olsen
vektar leivíkingin í løtuni
Jógvan Rói Davidsen, HB
Kviki og arbeiðssami bakkurin
í HB bíðar framvegis eftir
møguleikanum. Hann kann illa
spæla nakra aðra staðni enn á
høgra bakki ella vongbakki.
Tað er ikki óhugsandi, at hann
fær nakrar minuttir á hesum
túrinum.
Magnus Egilsson, HB
Vinstri bakkurin hjá HB er
nú varamaður hjá Viljormi
Davidsen. Hevur enn fyrstu
minuttirnar til góðar, men
er fyri triðju ferð úttikin til
landsliðið. So er spurningurin
um hann fær møguleikan at
vísa seg.
Miðjan:
Rógvi Baldvinsson, Bryne
Spældi
allan
dystin
móti
Kosovo á verjukenda mið
vøllinum. Hetta gjørdi hann
so mikið væl, meðan René
Shaki Joensen eisini tók av á
framrættaða miðvøllinum, at
føroyingurin í Bryne í Noreg
er eitt gott boð upp á ein
FÓTBÓLTUR
Føroyska A-landsliðið verður uttan stóru stjørnuna, Jóan Símun Ed
mundsson, til Nations League dystirnar í Aserbadjan og á Malta. Lars
Olsen kann nú geva fleiri møguleikan, sum ikki hava fingið hann fyrr
Støðumeting:
FLEIRI BJÓÐA
SEG FRAM