týsdagur 13. november 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 14. november 2018 · Nr. 132
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
verjukendan miðvallara hesa
báðar dystirnar.
Hallur Hansson, AC Horsens
Spælir fast á miðvøllinum hjá
AC Horsens og er sjálvskrivaður
á landsliðnum. Hann hevur
spælt javnt væl seinnu árini.
Hann hevur eisini funnið sín
leiklut á landsliðnum, har
hann er í holt við at blíva til ein
leiðari á liðnum.
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Er við aftur á landsliðnum,
eftir at ein skaði gjørdi, at hann
ikki var við móti Aserbadjan
og Kosovo seinast. Er ein
favorittur hjá Lars Olsen, so
tað verður spennandi at síggja,
hvønn leiklut leirvíkingurin
fær, um Lars Olsen heldur fast
í trímansverjuni.
René Shaki Joensen,
Grindavík
Hevur spælt alt kappingarárið
við Grindavík í Íslandi, men
ynskir nú at royna nýggjar
leiðir, men tað gongur illa, tí
felagið vil ikki lata hann fara.
Hevur spælt á verjukenda
miðvøllinum, men stóð seg
avbera væl á framrættaða
miðvøllinum móti Kosovo. So
er spurningurin, hvønn leiklut
hann fær, men tað er ikki ein
spurningur um hann spælir –
tí tað ger hann.
Brandur H. Olsen, FH
Hevur fingið næstan eitt heilt
kappingarár í beinini, eftir
ein drúgvan skaða í knænum.
Hevur fyri tað mesta verið
10 arin á framrættaða mið
vøllinum, men spældi ein eitt
sindur broyttan 10 ara móti
Kosovo. Spælir heilt víst nógv
ar minuttir, men helst ikki allar.
Kaj Leo í Bartalsstovu, Válur
Tók ikki ordiliga av møguleika
num, tá hann fekk hann móti
Aserbadjan. Hann er í spæli
til hesar dystirnar, men tíðin
rennur
undan
honum, tí nú eru
nýggir
menn
við,
sum Lars Olsen helst
eisini vil sleppa at síggja.
Í løtuni sær út til, at hann
fær tvey innhopp, men nógv
kann broytast til dystarbyrjan.
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Er aftur á landsliðnum, eftir ein
tíð á U21-landsliðnum. Er helst í
spæl til 10 ara leiklutirnar í 5-4-
1 spælskipanini. Helst verður
talan um eitt innhopp ella tvey.
Álop:
Árni Frederiksberg, B36
Eftir aftur á landsliðnum,
eftir at hann hevur frávalt
landsliðið í eina tíð. Hevur
havt eitt framúr kappingarár
í NSÍ, so nú er spurningurin,
hvussu nógv Lars Olsen við
síggja av nýggja B36’aranum á
landsliðnum.
Meinhard E.
Olsen, B36
Er komin við upp
á avboð fyri Jóan
Símun Edmundsson,
men
tað
er
ikki
óhugsandi, at hann fær
nakrar minuttir, tí hann
kann røkja fleiri leiklutir.
Er á veg til norskan fótbólt.
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Er nú fyrstaval í álopinum og
fær endiliga møguleikan aftur
at vísa seg. Hann gjørdi eitt
gott innhopp móti Kosovo og
byrjar heilt víst í Aserbadjan.
Jákup L. Thomsen, FH
Er við á fyrsta sinni, men við
avboðnum hjá Jóan Símuni,
so er hann brádliga í spæl til
báðar dystirnar. Hevur spælt
nakar fínar U21-landsdystir,
men manglar enn nakað fyri at
spæla á A-landsliðnu, men tað
kann mennast við at fáa nakrar
minuttir.
FÓTBÓLTUR
FÓTBÓLTUR