hósdagur 15. november 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 133
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Sæð á Facebook:
Jóan Símun Edmundson
hevur givið avboð til
landsliðið, sum spælir
tveir útidystir í Nations
League. Toftamaðurin
fekk skaða í knæið,
seinasta dystin hann
spældi fyri Arminia
Bielefeld.
Gunnvør Balla,
varaborgarstjóri í Havn,
gav sær ikki stundir at
taka ímóti ísraelska
sendimanninum í
Danmark, nú hann vitjaði
í ráðhúsinum á Vaglinum.
Tavan í Leirvíkj hevur
fingið ein nýggjan
partaeigara. Eitt
morslt felag hevur
keypt 20 prosent av
partapeninginum.
Lego Meistarar úr Leirvík
vunnu FIRST LEGO
league kappingina í ár.
Leirvíkingarnir skulu
við til skandinavisku
finaluna í Oslo.
Risastóra alifyritøkan
Marine Harvest hevur
skift navn. Fyritøkan
eitur nú MOWI. Marine
Harvest alir eisini í
Føroyum
Aling
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
er fyri
fyrstu
ferð við á
Voxbotn
HANUS G
Laksaalingin hevur ment seg
ómetaliga nógv seinnu árini. Í
seianstu viku vísti Sjónvarpið ein
dokumentar, sum skuldi vísa, hvussu
nógv alingin ávirkar náttúruna. Í
hesi vikuni var málið tikið uppaftur
í Radaranum í Útvarpinum.
Niðurstøðan í sendingini var, at vit
vita alt ov lítið um alingin hevur
nakað langtíðarárin á føroysku
náttúruna. Tað vóru bæði alivinnan,
politiska skipanin og vísindin á
einum máli um.
Two mighty cool lads
on Hare hunting in the
Mountains of the Faroes!
Nú kenni eg meg, eins og flest allir
føroyingar, nógv væl útbornan til at hava skil
fyri hvussu eg skal bera meg at, í lembing, í
haru tíðini, tá grasi er sítt, og so frameftir
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av
útsynningi, sum fer í ein sunnan
og landsynning, 8 til 13 m/s.
Turt og fyrrapartin sær sólin.
Hitin millum 7 og 11 stig.
Gul til stívt andøvsgul av suðri
og landsynningi, 5 til 10 m/s.
Turt og sólin sær. Hitin alt
samdøgrið millum 6 og 10 stig.
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi
av suðri og landsynningi, 8 til 13
m/s. Turt og fyrrapartin skýggjað,
men út á dagin sólglottar. Hitin alt
samdøgrið millum 7 og 11 stig.
8-13 m/s
5-10 m/s
Vit eru farin um miðjan november –
ein av myrkastu mánaðunum árinum.
Tíbetur hevur veðrið háttað sær væl
og serliga hendan vikan hevur havt
fleiri góðar dagar, hóast hann øtlaði
veðrið nakað í gjár.
Vit hava annars fingið nógv avfall
í heyst, men hesir seinastu dagarnir
hava verið turrari og tað er sjálvandi
at fegnast um. Vindur er eitt, regn eitt
annað, men bæði vindur og regn er
ómetaliga strævið.
Løgtingið hevur seinastu dagar
nar havt fleliri fundir, men flestu
viðgerðirnar hava snúð seg um
andstøðuuppskot, sum tingfólk
frammanundan vita, ikki verða
samtykt.
Hinvegin skal ein ikki undirmeta, at
hesi uppskot elva til kjak. Kjak er ein
berandi partur av okkara fólkaræði.
Júst hesa vikuna hava tingfólk
brúkt nógva orku aftur at kjakast um
fiskivinnuna. Uppskot hava verið um
at sleppa ætlanini hjá landsstýrinum
um at seta kvotur á undir Føroyum í
staðin fyri fiskidagar.
Eftir ósløttum vegi, er samgongan
komin til somu niðurstøðu – í hvussu
so er fyri næsta ár.
Men uppskotini um at strika
kvoturnar góvu tingfólkum høvi til
einaferð afturat – ja, tvær ferðir – í
veruleikanum at hava aðalorðaskifti
um fiskivinnuna.
Tað er sjálvandi avgerandi at hetta
verður gjørt, men tað ber illa til at
síggja at annar parturin – andstøðan
ella samgongan – flytur seg fyri
argumentum.
Eitt annað er, sum onkur nevndi
í timginum: átti tingið ikki eisini
at varpa ljós á onnur viðurskifti í
landinum eisini?
Ája!
Sjálvt um heimliga fótbóltskapp
ingin er liðug, so eru tveir landsdystir
í fótbólti eftir at spæla.
A-landsliðið hjá monnum er farið
so langt sum til Baku – høvuðsstaðin
í Asserbadjan – at spæla ein landsdyst
og so verður farið til Malta at spæla
ein afturat. Báðir landsdystirnir eru í
Nations League-kappingini.
Tað sum kanska er eitt sindur
stuttligt hesaferð er, at U21 landsliðið
ikki
spælir
samstundis
sum
A-landsliðið. Tað gav Lars Olsen,
landsliðsvenjara, høvi at hava nakrar
av teimum ungu við til venjingarnar
undan dystunum.
Onkrir av teimum eru eisini við í
landsliðshópinum, sum er á ferð fyri
seinastu ferð í ár.
Ája!
Í Føroyum hava vit hesi seinnu
árini havt tvey telefeløg og tað hava
vit tíbetur framvegis. Tey kappast
eitt sindur um kundarnar, men
tað sær eisini út til, at hava valt at
boða almenninginum frá nýggjum
produktum minst einaferð um vikuna.
Seinasta nýggja er Net, sum sigur,
at nú fer at bera til at krøkja seg uppí
fipur-netið. Net sigur, at teir byrja við
smáum býlingum í Havn og so fara teir
til Kolbeinagjógv og Morskranesar.
Tað ljóðar óført, tí vit fáa eitt net,
sum virkar nógv skjótari enn tað vit
kenna í dag, men tað sum ikki stendur í
tíðindaskrivinum er, at tað fer í minsta
lagi at taka átta ár til fipurnetið er
grivið niður og til fer at bera til at
krøkja seg uppí fipurnetið allastaðni
í landinum.
Ája!
Um vikuskiftið er stóra Burn
Showdown-tiltakið. Har fara
vit enn einaferð at síggja
Bjarna Nielsen royna seg
sum sterkan mann.
At hann er sterkur
er onki at ivast í, tí
fimm ferðir hevur
hann vunnið heitið,
sum Føroya Sterkasti
maður.
Sum hann sjálvur
sigur, so er hann ikki við
fyri at læra, men fyri at
vinna.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
...at landsstýris
kvinnan við fíggjar
málum hevur verið á
ráðharravitkan í Katalonia.
Hon var boðin á vitjan
av Jordi Puigneró, sum
hevur við talgilding
at gera
8-13 m/s