Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 133 5 VILMUND JACOBSEN E itt føroyskt ferða­ lag við Visit Faroe Island á odda hevur verið í Dubai á ICCA-ráð­stevnu (International Con­gress and Convention Associa­ tion). Á hesi ráðstevnu luttaka umboð fyri leið­ andi veitarar úr øllum heimi­num innan tað, sum rópt verður MICE-ferða­ vinnu, og MICE stendur fyri fundir, virkisferðir, ráð­stevnur og tiltøk.  Umframt at hava lut­ tik­ið á ICCA-ráðstevnuni, hevur føroyska ferðalagið eisini havt fleiri fundir við MICE-skrivstovur úr fleiri ymiskum londum. Okkurt av londunum, sum føroyska ferðalagið hevur fundast við, hevur longu nú víst áhuga fyri at senda sendinevnd til Før­oya. Tórshavnar býráð hevur verið væl mannað á ráðstevnuni í Dubai við bæði borgarstjóra, um­boð­ um fyri vinnunevndina og embætisfólki – ella fimm fólk­um tilsamans. Bæði Visit Tórshavn og Visit Faroe Island hava verið við umframt umboð fyri føroyskar útbjóðarar. Tað er Visit Faroe Is­ land, sum hava syrgt fyri av­talaðu fundunum á fýra dagar longu vitjanini í Dubai. Vegna Tórshavnar bý­ ráð hava Annika Olsen, borgar­stjóri, verið við og vinnunevndarumboðini, Bogi Andreasen, formaður og Annfinn Brekkstein. - Tað er ein avbjóðing at fáa ferðavinnuna at veksa alt árið, og tí er umráðandi at fáa fleiri ferðandi higar til lands – eisini uttan fyri háárstíðina, halda tey í Tórshavnar býráð. Sera áhugavert Sosialurin hitti Boga Andrea­sen, tá ferðalagið um middagsleitið í gjár - hós­dagin – var komið aftur til Keypmannahavnar og sambært ætlanini skul­di koma aftur í Vágar hós­ kvøld­ið. - Jú, eg haldi avgjørt, at henda ferðin hevur verið tíðina og pengarnar verd. Ein slík ráðstevna er veru­liga eitt gylt høvi at leita sær vitan, kunnleika og íblástur frá teimum fremstu innan hetta slag av ferðavinnunu. Ferðin og alt fundarvirksemi hevur verið sera væl lagt til rættis av Visit Faroe Is­ land, og hetta eiga tey rós uppi­borið fyri. Nú vita vit, hvussu stór henda vin­na er, ið snýr seg um ráð­stevnur, sum gjarna liggja í lágárstíð, tá eisini vit í Tórshavn og Føroyum annars hava pláss fyri fleiri vitjandi. Formaðurin í vinnu­ nevnd­ini vísir á, at talið av hotelkømrum í høvuðs­ staðnum skjótt verður tví­ faldað í mun til, hvat tað er í dag, og ikki minst verður tað ein avbjóðing at fylla upp á hotellunum í lágárs­ tíð­ini. - Eg haldi, at tað hevur stóran týdning eisini at hava fokus á henda partin av ferðavinnuni – ikki minst tí, at hagtøl siga, at ferð­andi av hesum slag brúka tvífalt so nógvan pen­ing á ferðini enn onnur ferð­andi. Ein røtt avgerð Bogi Andreasen vísir á, at allir fundir á ferðini við umboð fyri fleiri ymisk lond vóru lagdir til rættis og fyrireikaðir framman­ undan. - Visit Faroe Island hevur gjørt eitt stórt arbeiði gjøgnum fleiri ár, og hetta sæst ikki minst aftur í stóra ferða­fólka­ tali­num í há­árs­tíðini. Vinnunevndar­for ­ maðurin er onga løtu í iva um, at tað hevur verið rætt av býráðnum, umboðum fyri føroyska ferðavinnu og føroyskum veitarum at leitað sær longu leiðina til Dubai. - Hetta hevur verið ein sera áhugaverd ferð og eitt frálíkt høvi hjá okk­um at snúsa til henda partin av ferðavinnuni, sum vónandi kemur at menn­ ast í komandi tíð,um sigur Bogi Andreasen. FERÐIN TIL DUBAI VAR TAÐ VERD - Tað liggja velduga stórir møguleikar í hesum partinum av ferðavinnuni, og tað er ikki minst í lágárstíðini, at vit kunnu bjóða okkum fram, sigur Bogi Andreasen, formaður í vinnunevnd Tórshavnar býráðs - Nú vita vit, hvussu stór henda ferðavinna er, ið snýr seg um ráðstevnur, sigur Bogi Andreasen, sum eisini eigur viðheftu mynd Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI hvørt vikuskifti í Sosialinum Albin Johannesen, Klaksvík Siglir við Christian í Grótinum www.midflokkurin.fo MIÐFLOKKURIN “Sitandi samgonga dugir sær ikki hógv og tekur alt ov nógvan pening inn í fyrsta liði frá fiskivinnuni. Tilfeingisgjøldini saman við uppboðssølu av rættindum mergsúgva yvirskotspening úr vinnuni við tí avleiðing, at vinnan ikki megnar at gera neyðugar íløgur. Besti máti at framtíðartryggja samfelagið er at eggja vinnuni at gera íløgur í varandi og trygg arbeiðspláss. Men tá peningurin, sum vinnan skal brúka at gera íløgur fyri, verður tikin frá vinnuni, verða íløgurnar í varandi og trygg arbeiðspláss ikki gjørdar. Vøksturin kemur at steðga og framgongdin, sum seinastu árini hevur verið, kemur ikki at halda fram. Orsøkin til, at vit hava trý nýmótans uppsjóvarvirkir í Føroyum er, at vinnan hevði pening at gera íløgur fyri. Uppsjóvarvirkini høvdu ikki verið bygd, um undanfarna samgonga tók meginpartin av vinninginum frá vinnuni. Tá høvdu uppsjóvarskipini verið noydd at avreitt uttanlands. Og tá høvdu arbeiðsplássini á landi innan uppsjóvarvinnuna ikki verið tilstaðar. Og tá høvdu allar hjávinnurnar, sum eru komnar í kjalar vørr­ in um av, at allur uppsjóvarfiskur verður landaður í Føroyum, heldur ikki verið. Vinnan hevur prógvað, at hon ikki leggur seg á vinningin, men fremur íløg ur við tí endamáli at vaksa og økja um vinningin. Hendan drív meg­ in hvørvur við verandi politikki. Drívmegin í einihvørjari vinnu er vinn­ ing ur. Um tann drívmegin hvørvur, hvørvur uppfinnsemið og íðin skap­ ur in. Miðflokkurin tekur ikki undir við ovurstóru tilfeingisgjøldunum og vil minka hesi. Vinnan hevur góðtikið, at eitt ávíst gjald kann latast fyri rætt indini at veiða, men slíkt gjald skal hava eitt rímiligt mark. Eg velji Miðflokkin, tí flokkurin vil tryggja vinnuni góðar og tryggar karm ar at virka undir, so vinnan veit, hvørjar treytir eru galdandi ikki bara í dag men langt inn í framtíðina.” Vangamynd