hósdagur 15. november 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 133
6
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
F
øroyski útisetin, Símun
úr Konoy, hevur sein
astu nógvu árini ríkað
føroyingar og danir við
sínum festligu sangum. Hann
hevur sum altíð nógv jørn í eldi
num, og í løtuni er hann í ferð
við fimm ymisk projektir. M.a.
er ein nýggj fløga við føroyskum
sangum á veg.
Humoristisku tekstirnir og
djúpa eyðkenda røddin hjá gøtu
manninum gera hansara sangir
til nakað heilt fyri seg, og hetta er
ivaleyst orsøkin til, at so nógvir
sangir hjá honum eru fólkaogn
í dag. Orginalu sangirnir sam
svara onkursvegna væl við
hansara sjón á livið, tí fyri hann
hevur tað stóran týdning ikki at
taka tað heila ov seriøst.
- Eg eri ein festapa. Mær
dámar øgiliga væl, um nakað
er stuttligt, og eg kann finna
uppá alt, tá tað kemur til tvætl,
sigur Símun úr Konoy, sum
annars lýsir seg sjálvan sum ein
føroyskan danskan Jerry Lee
Lewis.
- Tað eru so øgiliga fá fólk,
sum eru stuttlig longur. Fólk
eru meira álvarslig í dag, og tað
meti eg vera ein trupulleika.
Hóast lívið kann vera dapurt
viðhvørt, eiga vit at fáa sum
frægast burturúr. Alt er ikki
bara lætt, og tí havi eg bara valt
at flenna eftir tí heila, sigur 68
ára gamli trubadururin.
Fiskefrikadello fekk
Jacob Haugaard umborð
“Sidste lørdag tog vi ud for at
spise, min kone og hendes ven
inde Inge Lise. I et hjørne sad
en dame og spillede cello, og vi
bestilte fiskefrikadello… Fiske
fiskefrikadello…. Fiske fiske
frikadello…”
Soleiðis byrjar komiski og
kendi sangurin Fiskefrikadello,
sum Símun úr Konoy syngur
saman við dansk-føroyska
skemtaranum, Jacob Haugaard.
Hetta kom í lag, tá eitt før
oyskt bindivirki heitti á Símun
úr Konoy um at innspæla ein
sang til eina lýsing. Hann fekk
áheitan um at seta seg í samband
við Jacob Haugaard við tí fyri
eyga at fáa hann at syngja við
sær. So royndi hann at senda
honum nakrar sangir.
- Hann flenti í kíki, tá hann
hoyrdi hesar sangirnar. Men
hann var serliga púra vekk í
Fiskefrikadello, so hann inn
spældu vit fyrst, og vit hava
flent líka síðani, fortelur Símun
úr Konoy.
Sum við so nógvum øðrum
sangum, Símun hevur skrivað,
so kom Fiskefrikadello hittið til
hann knappliga.
- Ein dagin stóð eg í køki
num og stokti mær nakrar
fiskafrikadellur. Mitt í øllum
byrji eg at syngja “fiska fiska
frikkadello”. Eg áni ikki hví. Eg
leyp inn í studioið og innspældi
sangin beinanvegin, sigur hann
og flennir.
Hann fær nevniliga íblástur
til nýggj løg allastaðni frá og
kann skjótt skriva ein sang út
frá gerandisstøðum ella gomlum
minnum.
- Tað er bara nakað, sum kem
ur. Eg veit ikki, um mann kann
kalla tað eina opinbering ella
kanska beint tað mótsatta, sigur
hann.
Royndi blaðmaðurin kundi
ikki liva uttan tónleikin
Símun úr Konoy hevur ikki bara
givið tónleik út, hann hevur
nevniliga eisini latið nógv bløð
úr hondum. Hann nemdi sær
útbúgving sum prentari á Fjóni
og varð útlærdur í 1975. Hetta
Símun úr Konoy:
- Summi fólk dáma ikki, tá mann tvætlar for nógv. Men tað leggi eg
einki í. Eg geri tað, sum passar mær, sigur humoristiski spælimaðurin,
Símun úr Konoy, sum saknar tað óperfekta í tónleikinum í dag
PERSÓNSSØGA: Símun úr Konoy
- EG KANN
IKKI LIVA
UTTAN
TÓNLEIK