hósdagur 15. november 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 133
7
var tíðin áðrenn internetið, tá
bløðini vóru í hæddini. Í byrjan
ini gav hann m.a. “Vikutíðindi”
út, sum kom út í hvørt hús. Hini
bløðini, hann hevur givið út,
kallaðust Niðri og Heima, Her
og Nú og KEND.
Tá hann flutti til Danmarkar
fyri at arbeiða í einari lýsinga
fyritøku í 1993, gjørdist honum
greitt, at hatta við bløðum ikki
var nakað fyri hann.
- Tá eg var til veitslur, legði
eg merki til, at eg allatíð hugdi
eftir keyboardspælarunum,
meðan teir spældu. Eg segði
við meg sjálvan: “hatta kanst tú
gera 100 ferðir betri”. So eg fekk
fatur í einum keyboardi og fór
so sjálvur út at spæla, fortelur
Símun úr Konoy, sum nú bara
vildi fokusera uppá tónleikin.
- Eg kann ikki liva uttan tón
leik. Eg havi roynt tað, men tað
riggaði ikki. Eg visti, at eg altíð
fór at vera tónleikari, og tí havi
eg bara hildið meg til tað síðan.
Frá Símun úr Konoy til
Simon von Konoy
Hann byrjaði eftir hetta at spæla
nógv til tiltøk, veitslur o.a., men
hann hevði ein trupulleika.
Eingin dugdi at úttala hansara
føroyska navn.
- Tað finst ikki ein kjaftur í
Danmark, sum dugir at úttala
“Símun” og “úr”. So eg valdi at
fáa mær eitt sokallað kunstnara
navn. Tað bleiv til Simon von
Konoy, sigur hann og flennir
eftir, at fólk ofta plaga at spyrja
hann, um hann kemur úr Hol
landi, tí “von” er so vanligt at
hava í navninum har.
Risti nógvar landaplágur
úr ermuni
Vit fara nú fleiri ár aftur í tíðina
– langt áðrenn Fiskafrikadello,
bløðini og “Simon von Konoy”.
Byrjunarskotið til at gera
okkurt veruligt burturúr tón
leikinum kom, tá hann í 70’un
um hugdi inn í Losjuna við
Gøtugjógv. Har stóð ein rúgva
av ljóðførum og tónleikaútgerð,
og hesum umhvørvinum fall
hann fyri.
- So eg setti á stovn ein bólk,
ið nevndist Moonlight. Navnið
kom av, at eg var byrjaður at
blíva skallutur, so navnið pass
aði nokkso væl við tann mánan,
eg hevði á høvdinum, grínur
hann.
Moonlight spældu í nøkur
ár, men hann vildi gjarna royna
okkurt annað og setti tí nýggja
bólkin Varðar á stovn.
- Eg vildi sleppa at geva
okkurt út, sum eg sjálvur hevði
gjørt. Vit fóru so til Havnar og
innspældu eina vinylplátu í 1979.
Tað var á hesari plátuni, vit
fyrstu ferð hoyrdu hansara
tekstir, sum ofta tóku støði ger
andisdegnum – m.a. Eystanlotið,
har hann prikaði til alt tosið um
“ismur” í Føroyum.
Símun úr Konoy er eisini
maðurin aftanfyri landapláguna
“Omma”, og eitt av størstu hitt
unum hjá honum er flotta vísan
um “Susan”.
Símun úr
Konoy í sínum
ungu døgum