Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 133 8 - Susan bleiv eitt kanónhitt. Eg haldi, vit seldu eini 5.000 kasettubond. Tá vóru jú ikki nógv meiri enn 14.000 húski í Før­oyum, so tað var ordiliga stutt­ligt. Eg var akkurát sum ein nýggjur Elvis. Bólkurin hjá honum tá kallaði seg Gras, og teir spældu kring landið og vóru sera vælumtóktir í 80’unum. - Tað var ein deilig og stuttlig tíð, minnist hann. Skift brennivínið út við øl Men alt hevur ikki bara verið stutt­ligt hjá syngjandi úti­seta­ num – ella kanska hevur tað verið for stuttligt. Hann við­ gongur, at hann hevur verið illa fongdur av rúsdrekka. Men tíðin við sterkum løgum hevur verið for­tíð síðan 1990, tí tá gjørdi hann av bara at halda seg til øl. - Eg havi drukkið alt ov nógv av brennivíni, víni og gulløli alt mítt lív. Eg toli ikki at drekka so sterkt, so nú drekki eg bara øl. Øl fyri meg er ein góð Carlsberg á 4,5%, sigur hann. Tað var meðan hann búði í Føroyum, at í so nógv høvi vóru til at smakka sær á. Hon­um dám­di ikki ta føroysku drekki­ mentanina. - Drekkimynstrið í Føroyum tá á døgum var øgiliga ógvusligt. Mann gekk harðliga til tað, og har var eingin Rúsa. Mann skuldi allatíð hava ein snaps ella eina gulløl, og ongantíð betri, um mann fekk ein elefant at skola snapsin niður við. Tað líktist ongum. Antin vart tú ein, sum gekk á møti allatíð og var frelstur, ella lást tú avdottin onkra­staðni. - Soleiðis er tað ikki í Dan­ mark. Her er betri stílur í Dan­ mark, haldi eg, tí her mann kann slappa av við einum glasi, sigur Símun úr Konoy. Íblástur av rúsdrekka Okkurt gott er tó komið burturúr royndunum hjá Símuni við rús­ drekka. Tær hava m.a. verið íblástur til vælsvingandi lagið “Øl”, har hann við greiða boð­ skapi­num syngur “Øl, øl, øl, jeg drikk­er bare øl. Væk med snaps og vin og Gammeldansk…”. - Eitt kvøldið, tá eg hevði drukkið einar 10 øl, kom eg í støt­ið. So setti eg meg niður og gjørdi ein sang um øl, fortelur hann. Tað vísti seg at rigga væl, tí sang­urin varð sera væl umtóktur og er tað enn. - Hann er so forferdiliga populer­ur, tá eg spæli á barr. Um eg ikki leggi fyri við honum, so er kvøld­ið oyðilagt. Fólk blíva í so øgi­liga góðum lag av sanginum. Kendi sangurin “Timbur­ menn”, sum Petur Pólsson eisini hevur gjørt eina útgávu av, varð eisini skirvaður útfrá gomlu drekki­vanunum. - Tað endaði jú altíð við, at mann fekk so gysiligar timbur­menn av øllum has­um tvætlinum, so vit í Gras gjør­ du ein sang um timbur­menn, sigur Símun úr Konoy. Tónleikurin í dag er for perfektur Símun úr Konoy er ein av u n d a n ­g o n g u ­m o n n u n u m í føroyskum tón­leiki, sum ongantíð hevur verið bangin fyri at traðka við síðuna av, og hann saknar tað óper­fekta. - Føroyingar eru ómetaliga musikalskir. Men tónleikurin í dag verður ofta so perfektur, at tað nærmast verður keðiligt. Hetta meira ráða, sum eg koyri við, har einki skil er á í mongum før­um, kann eg sakna viðhvørt. Hann minnist aftur á eina søgu um tveir, sum fóru til Klaksvíkar á stóra country­kon­ sert. Tá ein tími var farin, var tann eini við at sovna. Tá letur í hon­um “pínadoyð, eg vildi ynskt at Símun úr Konoy kom inn og sang “Eg blívi svakur”, meðan hann hostaði mitt í øllum og sang eitt sindur falskt.” - So kanska er tónleikurin í dag blivin for penur. Men tað er perfekt… deiligt og lekkurt… men pína­doyð, tað er keðiligt. Summi fólk dáma ikki, tá mann tvætlar for nógv. Men tað leggi eg einki í, eg geri tað, sum passar mær. Eg tími ikki allatíð at lurta eftir, hvat eg skal spæla ella gera. Eg geri tað, eg havi hug til, sigur Símun úr Konoy. Fimm projektir á skránni Spælimaðurin hevur í løtuni fimm projektir á skránni. M.a. eina fløgu við føroyskum sang­ um. - The Good Old Days” verður ein fløga, har eg minnist aftur á gamlar dagar. Har verður Eystanlotið, Timburmenn og annað spælt inn á nýggjum. Eisi­ ni okkurt enskt, sum vit plagdu at spæla Losjuni og Klubbanum. Síðst, vit hoyrdu Símun úr Kon­oy í Føroyum, var í 2014, tá hann var millum nøvnini á G! festi­vali­num. - Tað gekk øgi­liga væl. Menn spældu skeivt, og eg sang falskt av tí sama, so alt gekk akkur­ át, sum tað plagdi. Tað var fantastiskt, sigur hann. Men tað var kanska seinastu ferð, Símun úr Konoy setti sín fót á ein føroyskan tónleikapall. - Eg tími ikki at fara tvætlandi allan vegin til Føroya at spæla tón­leik. Tað kundi enntá hent seg, at eg ongantíð fari aftur til Før­oya. Men einki er sikkurt í hesi verð - sum danir siga “lad os nu lige se”. PATURE@SOSIALURIN.FO PERSÓNSSØGA: Símun úr Konoy Símun er vælumtóktur veitslu- og barrtónleikari á Fjóni