Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 133 9 POLITIKKUR Seta lands­ stýris­mann og brynja seg til valið Í næstu viku verður nýggjur landsstýrismaður settur og umsitingarætlanin verður løgd fram í tinginum ÁRNI GREGERSEN S emja er í samgonguni, at ein nýggjurlandsstýris­ mað­ur skal setast at um­ sita samferðslumál. Síðani Henrik Old, Javn­aðar­ flokk­urin, segði seg úr lands­ stýris­sessinum, hevur Aksel V. Jo­hannesen, løgmaður, tikið sær av málsøkinum, men nú er av­ gjørt, at eitt nýtt landsstýrisfólk verður sett. Tað verður gjørt í næstu viku. Politiskt hevur drúgvt orða­ skifti verið í Løgtinginum um fiski­vinnuna. Spurningurin um kvotur ella at halda fram við fiskidøgum hev­ur elvt til kjakið, sum í veru­ leikanum endaði við at gerast eitt aðalorðaskifti um fiski­vinn­ una. Andstøðan hevur skotið upp, at lógin um fyrisiting av sjófeingi verður broytt, so kvotuskipanin verður tikin úr lógini og at hildið verður fram við fiskidøgum und­ ir Føroyum. Á landsstýrisfundi í morgun verð­ur eitt uppskot um um­sit­ ing­arætlan av fiskastovnum við­ gjørd. Hetta er eitt uppkot,sum sam­gongan ætlar skal gerast eitt høv­uðs­amboð at tryggja at fiska­ stovn­arnir verða umsitnir á skila­góðan og burðardyggan hátt. Í uppskotinum, sum lands­ stýrið viðger á fundi í morgun, verð­ur eisini farið frá kvota­skip­ ani, men fyribils er hetta bert fyri 2019. Av hesi orsøk, er so eisini neyð­ugt at stilla fiski­daga­skip­ an­ina. Flestu tingfólk halda, at alt ov mógvir dagar eru í skip­an­ ini, sum kunnu gerast aktivir, nú tað vísir seg, at meira fiskur er at fáa undir Føroyum. Politiska støðan Politiska støðan er í einum still­ um rúmi nú og tað sær út sum tey flestu eru komin til sættis við, at hendan samgongan situr tíð­ina út. Hóast tað viðhvørt hev­ur staðið á gomlum nøglum – og eisini fer at gera tað, tá ið fíggj­arlógin fyri næsta ár skal sam­tykkjast, so bendir onki á at sam­gongan missir valdið. Væl vitandi um, at talan er um eina samgongu, sum ikki hevur 17 tingfólk afttanfyri seg, so er tað onki sum peikar á, at hon hev­ur ein meirluta ímóti sær. Sonja Jógvansdóttir, uttan­ flokka­tingkvinna, hevur stuðlað sam­gonguni allan vegin. Hetta ger hon sjálvandi ikki bara tí hon held­ur, at tað er betri við einari vinstrasamgongu heldur enn ein­ari borgarligu samgongu, men eisini tí at hon undir hesi sam­ gong­uni hevur fingið nøkur av sín­um hjartamálum ígjøgnum. Ein annar leysgangari er í ting­inum. Tað er fyrrverandi lim­ ur­in í Sambandsflokkinum, Magni Laksáfoss. Hann verður vanliga roknaður fyri at vera ein partur av and­ støð­uni, men í politiskum sam­ ráð­ingum, kann alt henda, so eis­ ini hann kann enda við at taka und­ir við fíggjarlógini. Tað sama kann sigast um teir báðar smáu flokkarnar í and­ støðu, Miðflokkurin og Sjálvstýri. Eisini fyri teir er galdandi, at fáa teir í samráðingunum okkurt aft­urfyri, so kann væ henda, at teir taka undir við fíggjarlógini. Stóri trupulleikin hjá sam­ gong­uni í samband við hesa sein­ astu fíggjarlógina í hesum val­ skeiðn­um, er, at fleiri sam­gongutingfólk eisini hava krøv, tey vilja hava ígjøgnum. Fleiri teirra hava í valstríðnum lovað veljarum sínum ymiskt og tey, sum ikki hava yvirhildið síni lyftir, vilja nú gera alt fyri, at tað verð­ur gjørt í hesi seinastu fíggj­ arlógini undan einum komandi vali. Valið Fleiri gitingar eru sjálvandi um nær val verður. Sambart lógum og reglum skal val í seinasta lagi vera 1.september, men ferð eftir ferð verður sagt, at 1.september ikki er so heppin, tí so er bert ein mánaður til fíggjarlógin fyri 2020 skal leggjast fram. Tað ber væl til, men kanska heldur løgmaður, at snildari er at skriva val út at vera í mei-juni. Hetta hongur saman við, at gitt verð­ur, at val verður til danska Fólka­tingið í feruar-mars næsta ár. Undir øllum umstøðum eru vit so tætt einum vali, at tingfólk eru farin at brynja seg til tann ultimativa barddagan um teir 33 sessirnar í Løgtinginum. Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer í næstu viku at seta ein nýggjan landsstýrismann. Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, hevur higatil verið stuðul hjá samgonguni. Ivasamt er, hvat Magni Laksáfoss letur sína atkvøða fara. Tingfólk brynja seg til valið, sum í seinasta lagi verður 1.september