hósdagur 15. november 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 133
10
HALLUR AV RANA
T
að var tá Hillary
Clinton í 2008 mátti
viðurkenna, at hon
hevði tapt valið um at
gerast forsetavalevni hjá Demo
kratunum til Barack Obama,
unga senatorin úr Chicago við
gudgivnum talugávum, at hon
bar fram eina av sínum kendastu
talum.
- Hóast vit ikki megnaðu at
knúsa tað hægsta og sterkasta
glasloftið hesaferð, so megnaðu
vit, við tykkara hjálp, at gera 18
milliónir rivur í tað og ljósið
skínur nú ígjøgnum sum aldrin
áður. Tað fyllir okkum við tí vón
og tí vissu, at vegurin verður
eitt sindur lættari næstu ferð,
segði Hillary Clinton, tá hon gav
skarvin yvir í 2008.
Myndatalan um eitt glas
loft, ið helt kvinnum aftur
frá at koma upp í toppin í
amerikanskum politikki, er
ein boðskapur, ið vann frama
í almenna orðaskiftinum. Ein
ósjónlig forðan í politisku
mentanini, ið gevur monnum
ein fyrimun og heldur kvinnum
aftur. Ein ósjónlig forðan, ið tá
hon einaferð bleiv knúst, fór at
vera knúst fyri alla tíð.
Átta ár seinni kom hon eisini
tætt upp á, at knúsa glasloftið,
tá hon gjørdist fyrsta kvinnuliga
forsetavalevni hjá einum av
stóru politisku flokkunum í
amerikanskum politikki, men
tapti heldur óvæntað til Donald
Trump, ríkmannin úr New York
við ongum politiskum royndum.
Eitt úrslit, ið fyri mong prógvaði,
at glasloftið er veruligt. Hillary
Rodham Clinton nýtti eisini
høvi enn einaferð at vísa á
hetta glasloftið, tá hon ásannaði
ósigurin.
- Eg vil gjarna, at allar kvinn
ur, og serliga tær ungu kvinn
urnar, ið hava sett sítt álit á
mítt valstríð og meg, vita, at tað
eg eri mest errin av, er at vera
tykkara forsprákari. Eg eri væl
greið yvir, tað eri eg, at vit enn
ikki hava knúst tað hægsta og
sterkasta glasloftið, men ein dag,
fer onkur at gera tað, segði hon í
røðuni, tá ósigurin var veruleiki
fyri tveimum árum síðan.
Marita og glasloftið
Meðan Hillary Clinton og aðr
ar kvinnur í amerikanskum
politikki enn stríðast fyri at
knúsa hesa ósjónligu forðan, ið
heldur kvinnur frá toppinum av
amerikanskum politikki, eru tað
nú rættiliga nógv ár síðan, at tað
føroyska glasloftið bleiv brotið.
24. apríl 1993 bleiv Marita
Petersen úr Javnaðarflokkinum
søgulig, tá hon tók við starvinum
sum løgmaður í Føroyum. Hetta
hendi, meðan landið var í eini
djúpari fíggjarligari kreppu og
viðurskiftini millum Danmark
og Føroyar vóru upp á tað
ringasta. Tað var fyrstu ferð, at
ein kvinna sat í einum av hægstu
politisku sessunum í føroyskum
politikki og sat hon í starvinum
til 10. september 1994.
Marita Petersen var tó ikki
liðug at skriva søgu, tí aftaná at
hon legði frá sær sum løgmaður,
bleiv hon fyrsta føroyska kvinn
an, ið tók við sessinum sum løg
tingsformaður í Føroya løgtingi.
Sostatt hevði hon upp á tvey ár
tikið við teimum báðum størv
unum við hægstu tign í politisku
skipanini og skrivað føroyska
søgu tvær ferðir.
24 ár seinni
Merkisvert er tó, at hóast tað
eru 24 ár síðan, at fyrsta før
oyska kvinnan var løgmaður
og løgtingsformaður, og harvið
knústi tað glasloftið, ið er ein
forðan fyri, at kvinnur sleppa
á hægstu politisku tindar, so
er tað eingin kvinna, ið hevur
gingið í fótasporunum hjá
Kvinnur í politikki
TEMA: Kvinnur í politikki
GLASLOFTIÐ
ER ENN
ÓSKALAÐ
- Vit eru ikki komin so langt, sum vit billa okkum inn. Tað er gott,
at vit hava eina fyrimynd sum Maritu Petersen, men eg haldi
ikki, at hon prógvar, at vend kom í føroyskan politikk, tí tað kom
einki vend í aftaná tað. Glasloftið er absolutt ikki brotið. Tað er
akkurát líka óskalað enn, sigur Marna K. Jacobsen, forkvinna
í Demokratia, tá hon verður spurd hví ongin kvinna síðan
Marita Petersen hevur verið løgtingsformaður ella løgmaður
Marna K Jacobsen er
forkvinna í Demokratia