Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 133 11 Maritu Petersen og røkt hesar sessir síðan. Hetta hóast, at kvinnuumboðanin í løg­tingi­ num og landsstýrinum er mun­ andi økt seinnu árini. Marna K. Jacobsen, forkvinna í Demokratia, ið er almenna nevnd­in, sum virkar fyri at bøta um kvinnu­leiklutin í politikki, mælir til at síggja Maritu Peter­ sen sum eitt undantak og ikki reglan, tá man hugsar um kvinn­ ur í politikki. - Eg havi altíð uppfata Marita Petersen sum eitt undan­ tak. Hon sat øgiliga stutt og í einum tíðarskeiði merkt av fullkomnum ruðuleika í Før­oy­ um. Hon fekk hendan leiklutin, ið kvinnur mangan fáa í Før­oy­ um, at rudda upp, fáa skil á og fáa búskapin á rættlag. Man sigur vanliga, at kvinnur koma inn tá ongin annar tímir at taka við ábyrgdina. Um tað passar ella bara er ein fordómur veit eg ikki, men tað virkar mangan soleiðis. Men fyri mær virkar hennara tíð í ovastu politisku sess­unum sum ein serlig hend­ ing og eitt undantak, sigur Marna K. Jacobsen. Eru ikki komin so langt Forkvinnan í Demokratia er nevni­liga av tí uppfatan, at man í Før­oyum als ikki er komi so langt innan javnstøðu í politikki, sum tað kann tykjast, tá víst verður á, at Føroyar hava havt ein kvinnuligan løgmann og løg­ tings­formann. - Vit eru ikki komin so langt, sum vit billa okkum inn. Tað er gott, at vit hava eina fyrimynd sum Maritu Petersen, men eg haldi ikki, at hon prógvar, at vend kom í føroyskan politikk, tí tað kom einki vend í aftaná tað. Glas­loftið er absolutt ikki brotið. Tað er akkurát líka óskalað enn, sigur Marna K. Jacobsen. Um orsøkina til, at ongin kvin­na hevur røkt størvini sum løg­tingsformaður ella løgmaður síðan Marita Petersen í 90'unum, vísir forkvinna í Demokratia á sið­venjuna í flokkunum sum eina møgulig orsøk. - Tað mest nærliggjandi at hugsa sær er, at kvinnurnar eru ikki slopnar framat í ovastu politisku leiðslunum í flokk­ unum . Løgtingsformenn og løg­mans­evni eru vanliga tey, ið eru í ovastu leiðslunum og tað eru vanliga mannfólk. Tað hevur nakað við at gera, at vit enn ikki liva í einum javnbjóðis samfelagi og at tað enn er meira natúrligt fyri ein flokk, at fáa menninar fram í ovastu leiðslurnar heldur enn kvinnurnar, sigur Marna K. Jacob­sen. Hetta er tó nakað, ið hon metir er í ferð við at broytast, og at framstig hava verið at hóma sein­astu árini, so hvørt sum fleiri kvinnur eru komnar á ting. Men sum dømi um hesa støðu vísir hon á støðuna í tveimum av teimum stóru flokkunum á tingi. - Um hugt verður eftir Fólka­ flokki­num og for­mans­stríðið mill­um Anniku Olsen og Jørgen Nicla­sen, so kann hetta hugsast at spæla inn, tá man skal velja ovasta leiðara í flokkinum. Tað sama er í Tjóðveldi. Har hava verið kvinnur í flokkinum í nógv ár, men tær koma ikki líka høgt upp sum Høgni Hoydal, vísir for­ kvinnan í Demokratia á. Átøk í uppstillingini Um man ynskir at broyta ver­ andi støðu og skapa eitt meira javnboðið umhvørvi í politikki, mugu broytingar gerast í sjálvari uppstillingini, metir Marna K. Jacobsen. - Um man skal bíða eftir, at øll skulu vera sannførd, so skal man bíða í so øgiliga nógv ár, áðrenn man fær javnstøðu. Tí er neyðugt at seta krøv um javn­støðu í uppstillingini, tó at eg veit, at undirtøka ikki er fyri. Men so noyðast flokkarnar at leggja seg meira í seðlarnar at fáa fleiri kvinnur at stilla upp. Og tað merkir, at arbeiða meira mið­víst við tí og síggja tað sum ein veruligan trupulleika, held­ ur enn bara royna at fáa kvinnur at stilla upp, tá val er útskrivað, sigur hon. Umframt ítøkiliga uppskotið at gera broytingar í uppstillingini til løgtingsval, mælir hon til at for­telja og endurtaka tær góðu søgur­nar um ávirkanina av at fáa fleiri kvinnur í politikk. - Tað handlar um kunning og upp­lýsing. At vísa á, at kvinnur hava tikið við ábyrgd og eru í løg­tinginum, landsstýrinum og kommunustýrunum. At vísa á tað, sum er hent, fyri at prógva, at tað ber til. Kvinnur kunnu virka í landspolitikki eins væl sum menn. Tað ber til. Og tað vísir seg eisini, at tá tær koma inn, so eru tær líka væl egnaðar og betri enn summir menn, sigur forkvinnan í Demokratia. HALLUR@SOSIALURIN.FO Um man skal bíða eftir, at øll skulu vera sannførd, so skal man bíða í so øgiliga nógv ár, áðrenn man fær javnstøðu. Tí er neyðugt at seta krøv um javnstøðu í uppstillingini, tó at eg veit, at undirtøka ikki er fyri Búmerkið hjá Hillary Clinton hongur undir glastakinum í hølunum, har hon eftir ætlan skuldi fegnast yvir valsigurin í 2016. Mynd: Ritzau Scanpix